Leivur Guttesen livdi frá 1929 til 1997, var havnarmaður og sonur Jens Christian (Kisan) og Johonnu Guttesen.Hann var íðin og dugnaligur tónleikari og sangari.Hann skrivaði eisini løg og legði tey til rættis fyri kór og fylgispæl.Tað eru hesi løg,sum verða sýnd fram í bóklinginum.
Paulina M. K. Eliasen hevur gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni: tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd og hvussu tey verða nýtt. Nógvar frálíkar myndir lýsa vakra handverkið, sum er eitt satt prýði í kirkjunum kring landið.
Í ár eru 50 ár liðin, síðan Jóan Pauli Joensen fór undir sítt virki sum fólkalívsfrøðingur. Tað byrjaði tann dagin, hann fekk bræv frá Christiani Matras, sum heitti á unga studentin um at koma heim at savna tilfar og granska í føroyskari siðsøgu og og føroyskum fólkaleiki. Einki slit hevur verið á tí arbeiðnum síðan.Í hesari bókini eru tríggjar áhugaverdar ritgerðir frá ymiskum tíðarskeiðum í hesum granskingarlívi.
Nú Vestmanna kirkja fyllir 125 ár, er hon at síggja til ikki sama kirkja, sum hátíðarhelt 100 ára dagin í 1995. Hon hevur broytt útsjónd uttan sum innan.Stórar hátíðarløtur var hon vorðin ov trong, og tí varð hon longd vestureftir. Uppískoyti, sum er í vøkrum samljóði við gomlu kirkjuna, er týðiliga frámerkt við gamla múrinum, sum skorið er ígjøgnum, so gamla laðingin sæst sum eitt vakurt mark millum farna og nýggja tíð.
Hetta er ein kjakbók um søgu og søguskriving, sum viðger hypotesur um Nólsoyar-Páll við støði í almennum søgufakligum meginreglum.
Í nýggju bókini viðger Eivind Weyhe øll føroysk fjallanøvn málsliga og navnafrøðiliga. Bulurin í bókini er ein gjøgnumgongd, har nøvnini í stavrað verða umrødd og viðgjørd. Eisini er ein fakligur inngangur, sum lýsir fjallanøvn sum heild, teirra form og bygnað.Sum onnur staðarnøvn hava tey sína søgu at siga um, hvussu forfedrar okkara valdu at navngeva støð, sum høvdu týdning fyri teir í dagligum yrki á sjógv og landi. Nøvnini vóru alneyðug í tí dagliga samskiftinum manna millum.
Eitt djarvt prosayrkingasavn, sum viðger tilverukreppu, ið hevur røtur í átrúnaði. Tvey ung fólk spegla hvørt annað í tilgongdini at finna útav, hvørji tey veruliga eru í sínum uppvøkstri í einari samkomu. Í 15 yrkingum, har hon og hann skiftast um at siga frá, verður ein persónlig søga latin upp fyri lesaranum. Persónliga søgan lýsir eina ferð frá tí trygga út í tað óvissa. Tað er ung listakvinna, sum setur orð á ivan, ið førir hana inn á aðra lívsrás
Henda bókin er søgan í myndum um, hvussu føroyingar livdu, tá ið koronusmittan rakti landið, hvussu gerandisdagurin varð ávirkaður, og hvørjar avleiðingarnar vóru.
Bøn fyri Tjernobyl er fyrsta bók, sum sigur frá persónligu sorgarleikunum. Tey, ið ávirkað vórðu av niðurbræðingini, vóru øll frá vanligum borgarum til sløkkiliðsmenninar, sum vórðu sendir beint inn í hetta helvitið at basa geislingini. Tað eru teirra søgur, vit hoyra í hesari skakandi bókini. Bókin er sett saman av einrøðum hjá hesum menniskjum, sum skera inn á bein.
Ævintýr hjá brøðrunum Grimm, m.a. Øskufía, Klokkublóma, Frensurin í stivlum og Frúgvin Hulda.
Ein amerikansk kvinna verður fyrst í marsmánað funnin druknað úti á Boðanesi. Hannis Martinsson og William Hammer siga báðir sín part av søguni um uppkláringina av tí, sum vísir seg at vera eitt dráp. Skjótt koma aðrar ræðandi hendingar hesari á baki - og so er koronan komin til Føroya. Um somu tíð er tað líkt til, at aftan fyri hendingarnar búgva royndir hjá stórveldunum at gera sína ávirkan galdandi.