Eitt vandamikið sombivirus er í umferð. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Bara her eru teir tryggir. Uttanfyri bíða sombiini. Men ein dagin kemur eitt sombi inn í djóragarðin. Og nú má Milo stríðast fyri at yvirliva saman við vinunum Samir og Afiu
Eina kalda vetratnátt bankar eitt lítið barn á dyrnar hjá Kurra. Gentan rættir honum eitt bræv, har tað stendur, at hon er ókenda dóttir hansara. Men Kurri er ikki hvør sum helst. Hann er limur í tí illa gitna ránsmannaharkaliðnum Gávutjóvarnir...
Ebba er heima hjá Bartali, tá ið tey knappliga síggja tvey lýsandi gul eygu í einum vindeyga í kjallaranum. Hvør býr í kjallaranum?
Endiliga sleppur Karla við á sína fyrstu uppgávu sum gávutjóvur. Bofvén-madamman hevur givið boð um, at tjóvarnir skulu finna eitt gamalt skattakort, sum skal leiða til ein ótrúligan sjórænaraskatt.
Bartal gistir hjá Ebbu. Stuttligt, hugsar Ebba, tí tey sleppa at vera uppi so leingi tey vilja. Ebba hevur gjørt tað so hugnaligt við poppkorni, saft og øðrum, og so fara tey at síggja ein film, men Bartal sær ikki út til at hugna sær, og tá ið tey skulu í song, er einki sum tað plagar
Ein einsamallur prinsur ætlar at gifta seg, men hvussu kann hann finna eina rættiliga prinsessu? Tú finnur svarið í hesum fitta, endursagda ævintýri eftir H.C.Andersen, sum er um eina rættiliga høga song og eina evarska lítla ertur.
Tá ið Eyð er á veg í nýggja skúlan, verður hon ov sein og ger av at ganga gjøgnum kirkjugarðin. Har hittir hon Unn. Unn er stuttlig, men hon er køld og bleik, og tað kemur ikki roykur úr munninum á henni, hóast tað er kalt úti ... Man tað bera til, at Unn er eitt spøkilsi?
Vit skuldu verið leyvur. Leyvur eru sterkar og djarvar. Tær eru floksdjór og ansa eftir hvørji aðrari. Tá ið ein leyva ýlir, hoyrist tað níggju kilometrar burturi. Soleiðis áttu vit at verið. Vit skuldu ikki latið onnur lopið ræðslu á okkum. Tá ið tað kemur fram, at nýggja gentan í flokkinum hevur eitt stórt loyndarmál, verður Malan noydd at taka eina trupla avgerð. Er hon nóg djørv at standa ímóti trýstinum frá flokkinum og stuðla nýggju vinkonuni?
Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli.
Pappírleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til. Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr; tá ið hann flýggjaði úr Vesturafrika til Kanariuoyggjarnar. Tað ferðina royndi Emilia at hjálpa at hjálpa.Kortini varð hann funnin og sendur aftur.Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað,var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini,har hon býr í Bærum.
Teir horvnu kirkjubøstólarnir er skemtilig og spennandi krimisøga og onnur bókin í røðini um tey fýra vinfólkini. Tann fyrra var Brennivargurin.
Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga. Útlegdin hevur formað hann sum menniskja og listafólk. Henda bók er ein ferð niður í søguna um okkum, tjóðskapartilgongdina og samleikamenning-ina, seinna veraldarbardaga og útlegdina sum grundleggjandi lívstreyt í modernitetinum.Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini.Úr útlegdini.
Í hesum húsanum eru ein DVD við tekstaðari upptøku av solokonsert, og ein fløga við studioupptøku av sama tilfari, fjølbroyttari útsett og sungið í duett. Sungin verða trý gomul føroysk sálmaløg, tað fyrsta í fimm brigdum, hini bæði í trimum, eitt kvaðalag, eitt vísulag og eitt skjaldur.
Í bókini eru 13 spennandi tilburðir úr øllum landinum. Millum annað kann man lesa um hending, tá føroyskur trolari fekk russiskan kavbát í trolið. Drong, ið royndi at gera rørbumbu, sum brast í hondi og hann misti fingrarnar. Vágbing, sum var avbyrgdur í tjúgu mánaðir í ísinum. Ein gátufør hending við hundi, sum kom afturíaftur eftir 3 mánaðir. Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini.
Perlufiskarin er við okkum niður í havdjúpini, inn í eina fremmanda, men púra sjálvsagda verð, har perlur syngja á havsins botni, við gormkrabbum, gullstertum og, um illa vil til, rósuhávum. Miranda finnur tær vakrastu perlurnar í havdýpinum og veit, at eygnasteinurin, tann virðismiklasta perlan, sum so nógvar sagnir eru um, kann gerast hennara.
Rasmus Rex er á sandinum saman við allari familjuni og sínum besta vinmanni, Trygva. Rasmus dugir ikki so øgiliga væl at svimja, so tað er nokk so strævið, tá stóribeiggin, Regin, bjóðar Rasmusi og Trygva av í svimjikapping. Mamma Rex sigur, at eitt risastórt sjóskrímsl er í vatninum, og at teir ikki sleppa at svimja út til oynna. Hetta verður ein spennandi svimjikapping við nógvum nýggjum dinosauraupplivingum.