Harald leiðir okkum inn í ein heim, har ljósið spælir sær í føroyskum skógi, sum sveiggjar í aldustevi. Hann dugir at njóta friðin í taraskóginum og sandeyganum, fær okkum at undrast á litir, lív og skap í erfínum verum. Harald letur upp ein tølandi heim undir vatnskorpuni.
Frá 1950 til 1992 arbeiddi Sune á Føroya Bruna-trygging, seinastu 10 árini sum stjóri. Tað er hetta skiftið, hann fer at skriva um tað, hann minnist frá sínum uppvøkstri, og tað, hann fyri ein part sjálvur hevði royndir við. Hann lýsir gerandisliga tilveru her á landi, áðrenn vit rættiliga komu inn í nýggju tíðina. Tað var tíðin við vánaligum undirstøðukervi, sluppum, torvskurði, nótakasti, eldri siðvenjum, øðrvísi hátíðarhaldi.
Tann eini tátturin er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bondunum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á.Ring samvitska um at bróta heilagar reglur. Kanst tú vera heil kvinna, kona og mamma, um tú verður ásttikin í einum manni, meðan tann, tú ert gift við, liggur sjúkur?
Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og ringt. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á ella vísa í tí aldrinum. Bókin er skipað rundan um 12 rím, ið fevna um støður, sum vit kenna aftur frá gerandisdegnum hjá lítla vøggustovubarninum.Til hvørt rímið eru nakrir spurningar og hugskot um ymiskar venjingar, ið er ætlað at vera grundarlag undir samrøðu og samansjóðing við virðing fyri einstaka barninum.
Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.
Tú ert seytjan ára gamal. Tað er summar, og verðin sær út júst sum vanligt. Men tú veitst, hvat fer at henda. Um ein mánað eru vit øll burturi. Hvussu kennist tað at vita akkurát upp á tíman, nær tú skalt doyggja? Hvat ætlar tú at gera ta síðstu tíðina? Og hvørjum vilt tú vera saman við, tá ið alt fær ein enda?Endin er ein undirgangssøga um tvey einsamøll ungfólk í einari verð, sum livir upp á lænta tíð.
Varðin 87 vísir okkum margfeldið í málinum í 2020, í yrkingum, í stuttsøgum, í samrøðum og í umrøðum og ummælum.
Tá tú litar eina mandalatekning - snyrlasnið - gevur tú hugflognum rúmd og tonkunum eina fríløtu. Fylg tráðnum við hugflogi og litum.
Tá tú litar eina mandalatekning-snyrlasnið-gevur tú hugflognum rúmd og tonkunum eina fríløtu. Ein verð av spegilsmyndum bíðar eftir litum
Barnið gevur løtuni litir við føroyskum tekningum
Fylg tráðnum við hugflogi og litum
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna - og hugflogið at seta lit á plaggið
Sjúrðrarkvæðini eru partur av føroysku populermentanini og endurspegla eina føroyska hugmyndafrøði um kyn. Eitt nú vísa persónlýsingarnar ein greiåan mun á kvinnum og monnum: Kvinnurnar eru vakrar, svikafullar, hevnisamar og falskar. Tær eru tølandi, harðhjartaðar og duga gand. Menninir, hinvegin, eru raskir, sterkir og virkisfúsir kappar. Teir duga ikki gand og gera ongantíð órætt.
Várið og summarið 2020 hava við sær fleiri og fleiri dyppa í sjónum. Eg havi verið og vitja í fleiri bygdum í Suðuroynni, Eysturoynni, Vágum og Streymoynni, umframt í Klaksvík. Og allastaðni har eg komi, siga tey, ið dyppa, tað sama. Tað følist gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú fegnast- Lýsingarorðini er mong og góð.