Søgan um Sunnivu er ein lýsing av lívinum hjá einari føroyskari kvinnu í fyrru helvt av 20. øld. Hon er likamliga brekað, men við styrki og treiskni eydnast tað henni at fáa eina útbúgving.
Høvuðspersónurin kemur heim at fylgja einum deyðum bróðuri eftir at hava verið burtur frá heimbygd sínari í ein mansaldur. Honum kemur fyri, at bæði rundan um andlátið og í sýsluni sum heild er mangt í so gátuført.
Bókin fer fram í Føroyum í 1807, tá bara ein handil er í landinum. 10 ára gamli Tønnes av Sandi, sum hevur mist bæði foreldrini, flytir til Havnar at vera hjá Skipar-Hansen.
Jenny hevur føroyska mammu og eingilskan pápa. Sjálv er hon uppvaksin í India. Hon giftist einum týskum aðalsmanni, sum doyr brádliga, og flytur til Føroya. Hon fær arbeiði á einum edv-virki, men varnast skjótt, at ymist løgið fer fram.
Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í Port Janua. Enn er hann tó keddur av, at hann býr so langt frá besta vinmanni sínum, Ravni.
Ørindini í hesum savni snúgva seg um alt frá málningalist, um kærleika til hugleiðingar við sjálvan seg og lesaran, hvat ein yrking yvirhøvur er.
Í arbeiðsbókini eru 34 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd.
Hetta er onnur bókin í røðini í lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8. flokki.
Hetta hefti er orðabók til Skygni 8. Orðabókin er ein handbók til næmingarnar við frágreiðingum um orð, heiti ...
Anon, Zarah og Nils. Teirra lív flættast inn í hvørt annað á spennandi og serligan hátt. Anon, 12 ár, er nakað serligur. Í skúlanum verður hann onkuntíð happaður. Anon í bláum stivlum. Zarah, 17 ár, vøkur sum ein prinsessa, gløgg og órødd. Ætlar í grundini at gera tað liðugt við sjeikin Viktor, men vit og kensla eru – sum so mangan – ikki samd. Nils, 20 ár, lesur støddfrøði og hugsar nógv um lívið og deyðan. Vit liva nú. So eru vit deyð. Einki er at vera bangin fyri.
Kol býr saman við foreldrum sínum i lítlari bygd uppi í fjøllunum. Tð ið hann er 12 ára gamal, doyggja bæði foreldur og vinfólk hansara í skalvalopi. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.
Hin heilaga náttin ; Sjón keisarans ; Brunnur teirra vísu manna ; Betlahems barn ; Flýggjanin til Egyptalands ; Í Nasaret ; Í Templinum ; Hin heilaga Veronika ; Helsareyði ; Várharra og sankti Pætur ; Login
Ivan Olsen verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá eini rættiligari gandakelling.