Opið hav
Fjórða og seinasta bókin í røðini um jødagenturnar, Steffi og Nelli, sum foreldrini sendu til Svøríkis, eftir at nasistarnir vóru farnir at gera seg inn á jødarnar í Wien. Endiliga kemur várið 1945, og kríggið endar. Steffi fær studentsprógv og noyðist nú at velja, hvar hon ætlar sær at vera. Skal hon vera verandi í Svøríki saman við lítlusystrini, skal hon fara til Wien ella kanska til Amerika at leita eftir næstringum?
Um svidnu Pussifelluna og øvut
Søgan er um smágentuna Guðrun, sum er forvitin og droymandi. Á veg heim gjøgnum gøturnar í Havn, fara Oscar og Guðrun inn í Reyðukiosk at keypa tað longsta bommið, sum er at fáa. Meðan Oscar prátar við eina konu, stendur knappliga ein lítil maður frammanfyri Guðruni. Maðurin er púra øvutur. Við honum fer Guðrun í øvutu verð.
Krambúðartjóvurin, fløga
Jan er í knípu, hann torir ikki at fara inn í krambúðina at stjala, hann torir heldur ikki at siga nei. Tí ger hann ikki sum Per og Heindrikkur vilja, fara teir at siga skúlastjóranum, hvat hann hevði gjørt í fyrsta tíma
Við Urðarbrunn
Harry Potter 2, fløga
Harry Potter dugir gand, og tí er hann nú næmingur á gandaskúlanum Hogwarts. Men so hendir ymiskt løgið og óhugnaligt á skúlanum.
Bíblia, nýggja testamenti á fl
Nýggja testamenti á fløgu.
Ein halastjørna er komin
Yrkingar til børn. Yrkjarar úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki hava skrivað yrkingarnar. Aftast í bókini er ein fløga, har tú kanst hoyra yrkjararnar lesa nakrar yrkingar á sínum egna máli.
Markus og genturnar
Markus Simonsen er forelskaður-aftur nú. Í dag er hann forelskaður í Elin Kristinu, í gjár var hann forelskaður í Theresu. Og so var tað Elisabet og Trude og-ja, stutt sagt-hann hevur verið forelskaður í øllum gentunum í flokkinum. Hann er altíð forelskaður!So tað er ikki so løgið, at Markus er stúrin. Kanska bagir honum okkurt í heilanum! Men tað, sum hann stúrir mest fyri, er, hvussu hann skal bera seg at saman við gentunum. Lukkutíð-ella ólukkutíð-hevur Markus vinmann, sum eitur Sigmund..
Samfelagsfrøði 2,fløga
Bókin roynir á lættfatiligan hátt at lýsa allar tættir í búskapinum, og tí er hon væl egnað til øll, sum vilja hava innlit í samfelagsviðurskiftini í síni heild.
Vatnveitingin í Tórshavn í 100
Liðin eru 100 ár, síðani fyrsta vatnverkið í Havn varð tikið í nýtslu, og í tí sambandi varð farið undir at skriva um vatnveitingina, sum er ein táttur av Havnar søgu. Umframt søguligu gongdina er eisini roynt at lýsa tekniska støðið í Føroyum og føroyskt handverk.
Fiskiveiði og fiskimenn 2. 18
Stovnanin av føroyskum fiskimannafelagi. Um fiskiveiði og viðurskiftum fiskimanna.
Fiskiveiði og fiskimenn 1. 185
Stovnanin av føroyskum fiskimannafelagi. Um fiskiveiði og viðurskiftum fiskimanna.
Alisfrøði
Sum vant er at vera, er eisini henda bók - aftaná stuttan stubba um mátingar og mát-skipa í seks bólkar: Tøli, varma, ljóð, ljós, sigulmagn og ravmagn. Kortini so, at atom, orka og nakað sindur um tilmunarástøðini og skamtaástøðið við teimum avleiðingum, ið av teimum standast, eru handfarin í deildum sær seinast.
Hvat sigur bíblian um pengar
Hvat sigur Bíblian t.d. um: at sáa inn í ríki Guds ; lógina at sáa og heysta; tíggjund heilagar offurgávur at geva til missión; var Jesus fátækur ; vænta at taka ímóti.
Sandor/Ida
Hon er pen og væl umtókt. Hann kennir seg sum eitt einki. Hon býr mitt í Stokkhólmi. Hann í einum býarparti uttanfyri Gøteborg. Hon er ofta í býnum saman við vinkonunum. Hann brúkar alla sína frítíð at dansa ballet. Hon er troytt av at fjasast við dreingir. Hann hevur ongantíð verið við gentu. Hon verður kalla teys. Hann verður lagdur undir at verða samkyndur. Hon hatar sítt lív. Hann hatar sítt lív. Hon eitur Ida. Hann eitur Sandor. Tey hittast á netinu
Ókunnufólkini, fløga
Jane, Derek og Danny búgva í London. 2. veraldarbardagi hevur vart í fýra ár, og tey halda seg hava fingið ferilin av týskum sneytarum.














