Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetur teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í?
Í hesum triðja bindinum fær Sólrún bundið allar teir leysu træðrirnar saman og lýst, hvussu høvuðspersónurin fótar sær. Undirtónin av nýggjum politiskum hugsjónum hoyrist eisini. Men nógv er at koma til sættis við. Hvat við loyndarmálunum, hon ber inni við seg sjálva? Fer Tórður nakrantíð at kenna sítt upphav?
Tað var ein stór skaldsøga, næstan 500 síður, sum kom á svenskum og norskum árið eftir. Skaldsøgan er nú prentað uppaftur í júst sama líki sum upprunaliga saman við tveim¬um greinum um skaldsøguna. Aðra hevur Malan Marnersdóttir, dr. phil. og professari, skrivað um móttøkuna í Føroyum, og hina hevur Bergur Rønne Moberg, ph.d. og lektari, skrivað um brævaskiftið millum William og Munksgaard, útgevaran.
Johan Andreas Godtfred vanliga nevndur Dias á Heyggi livdi frá 1879 til 1968. Hann var í síni tíð kendur sum skipari og vinnulívsmaður og virkin í Brøðrasamkomuni. Hesum greiðir Absalon væl frá. Millum frásagnirnar eru nógvar, sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað er sera heppið, at hesar nú eru varðveittar fyri eftirtíðina.
Skål for os der hver dag stadigvæk forsøger at gøre vores bedste vores sidste. Der lever i nuet, selvom mørket glor. Der dør i verden i håb om en himmel et eller andet sted. Der ikke er til stede men alligevel inderligt åndelige. Der leder efter en mening i dagen, selvom natten altid kræver halvdelen.
Hvat hendir, tá ið aldurin liðar tilvitið sundur, so tað alt í einum liggur sum eitt hálvlagt putlispæl í høvdinum við mongum villfremmandum brotum? Hetta er lívssøgan hjá eini eldri kvinnu, eins og hon minnist hana í sínum viknaða sinnisliga tilstandi, einsamøll og yvirgivin í eini íbúð onkustaðni í miðbýnum í Havn. Tað skýmir fyri endanum. Ymiskt burturtrokað streingir á og heimsøkir hana fyri tað ógjørda í lívinum og forsømda, ikki síðst kærleikan.
Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, tosa um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt. Men kortini mest um hákellingina.
Útvarpsmaðurin Páll Hansen doyr fyri opnari mikrofon undir døgurðatíðindunum. Ein bankaránari verður funnin hongdur í klivanum á politistøðini.
Enn ein hugtakandi og .vintýrakend ferðafrásøgn frá Eriku Fatland. Hesa ferð fer hon við okkum upp í hæddirnar í Himalaia – ómataliga fjallaryggin, sum toyggir seg um fimm lond. Her verður alt blandað saman – islam, buddhisma og hinduisma og elligomul sjamantrúgv, eitt ótal av málum og serligum mentanum, sum liva sítt egna lív í avbyrgdu dølunum. Hvat kunnu vit vita um hesi menniskju í Himalaya? Einki.
SPARL (brot úr yrking) á matstovuni sparl eru alskyns sparl at fáa sparl sum øll eru hentað úr fjølbroyttum føroyskum haga ja hvørja ferð tú koyrir eitt sparl í munnin smakkar tú enn eina michelinstjørnu matarskráin á sparl er sera forkunnug tú kanst fáa sparl sum eru sviðin við blásilampu og etin við krákunevi av feskari kráku
Jógvan Arge hevur givið út bókina “Føroyar í andgletti”, sum snýr seg um 1980ini í Føroyum. Hetta er ein spennandi bók um tey ríkiligu áttatiárini, sum føroyingar bøttu fyri við húsagangum, armóð og stórari fráflyting í nítiárunum.
Hvør drap bambi? er skaldsøga um at vilja gloyma og um at krøkja seg fast í minnið. Um søgur, ið fara í fillur, og familjur, ið syndrast. Hetta er eisini ein skaldsøga um sakloysi og álit og kærleika, sum aldri doyr.
Smádrongurin, ið søgan snýr seg um, eitur Álvgrímur. Mamman hvørvur med alla og letur hann vera einsamallan eftir á Brekkubø hjá tveimum hjartagóðum fólkum. Har veksur hann upp millum løgnar stavnar og viðbrekin fólk, ið øll hava tað í felag at dúva upp á „abban“ og „ommuna“. Bókin fylgir tí gløgga og viðkvæma dreinginum upp til unglingaárini, gáttina til ta vaksnu verðina, tá ið hann heldur av stað út í heimin at læra kynstrið at syngja.
Savn við føroyskum kór-evergreens. Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum. Bókin er í lummastødd og høglig at hava hjá sær.
Skaldsøgan snýr seg um Arvid Stjärnblom og viðurskifti hansara við tvær kvinnur, Lýdiu Stille og Dagmar Randel. Skaldsøgan fer fram í eini 15 ár, frá sumrinum 1897 til heystið 1912. Søgan endar nakrar mánaðir eftir tað, at Summarolympiadan í Stokkhólmi er av.