Arnbjørn hevur sín egna medativa og í støðum absurda stíl, men dregur ógviliga viðkomandi evni inn í yrkingarnar, sum eru um lívið, tá ið tú ímillum so mangt annað hongur fastur, tá ið tú sært, hvussu vit skala vøkstur og lív kring okkum, hvussu vit vevjast í okkara egna skugga, um kynstrið at yrkja.
Kuffi er sera sjáldsamur fiskur, ið svimur í Suðurhøvum, ein kuffertfiskur. Ein dagin hendir sonn vanlukka fyri kuffertfiskaættina, ið næstan verður avoydd. Nú eru góð ráð dýr, men lukkutíð veit Mekuffalem gamli hyggjuráðini.
Jónas Ebeneser er 49 ára gamal fráskildur og hinskyntur. Hann hevur so at siga einki vald, og hevur ikki hildið um ein kvinnukropp – ið hvussu er í átta ár og fimm mánaðir. Men hann er hegnigur. Hann hevur lagt flísar á sjey baðirúm, og tá ið hann fer at ferðast, hevur hann ongar ætlanir um at koma aftur, so hann tekur borimaskinuna við sær. Í fimtu skaldsøgu síni viðger íslendski rithøvundurin Auður Ava Ólafsdóttir teir tríggjar stóru spurningarnar í lívinum: lívið, deyðan og kærleikan.
Í Grønlandi hevur verið tosað um so nógv sjálvmorð millum ung, at tað líkist einari umfarssótt. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær. ‘Blómudalurin’ sigur søguna um, hvussu tað er at liva í øllum deyðanum, sum ávirkar øll, men sum eingin tosar um Sjálvmorð er næstan vorðin ein ótolandi normalitetur, sum eingin hevur ábyrgd av. Familjurnar megna ikki at tosa um tað, og eingin hjálp er í nakrari almennari skipan. Hvat er navn mítt … Eg havi einki navn … Eg eri bara eitt tal
„Eg var farin í hetta húsið, tí eg skuldi gera tónleik. Hóast tað eri eg ikki tónaskald, ikki misskilja meg, men mær dámar at seta tónleik á blað. Síðan eg lærdi at skriva nótar, tá ið eg var átta, níggju ára gamal, havi eg krutlað mær tónar, sum eru komnir til mín uttanífrá. Koma teir ikki innan úr høvdinum? kundi onkur spurt, men eg hevði trupulleikar við at svara tí spurninginum.
Tilvitskutesk djúpt innan úr rænum orkestrerað av gomlum dreymum um eymleika einglarnir eru stillir sum sunnudagar bróstini harðnað av gloymdari vármjólk andi títt navn fram skrivað á døgg á spegilin
Enn hava vit ikki fingið fleiri operair, men í táminum frá tí grønu orkuni daga fleiri listaspírar undan í havsbrúnni. Fleiri dansarar og sangarar koma fúkandi eftir dansigólvunum. Fleiri filmar eru á veg, og mentanin í síni heild vendir og snarar sær higar og hagar. Vit mála og prýða, vit skriva og týða, vit syngja og spæla okkum inn á virðislønarpallarnar, so heimurin hvøkkur við. Her er lív í, og listin livir sum ongantíð fyrr, meðan vit bíða eftir tí orku, ið øll tosa um.
Portugisiski rannsóknarmaðurin Ferdinand Magellan (1480–1521) er ein av heimsins kendastu sjófarum – hann sigldi sum tann fyrsti av øllum frá Atlantshavi til Kyrrahav og stóð á odda fyri fyrstu sjóferðini at sigla kring allan knøttin, tó at hann læt lív á ferðini.Í hesi ævisøguni birtir Zweig lív í øldina við teimum mongu rannsóknarferðunum og sigur søguna um eina ta djarvastu royndina.
Ein rithøvundur situr í summarhúsinum hjá einum vinmanni tætt við eina lítla bygd og roynir at skriva eina skaldsøgu – ein uppgáva, sum er strevin at fáast við, tí rithøvundurin hevur ringt við at koma á lagið. Lítið kemur burturúr, og lokið liggur í heilum á skrivimaskinuni. Rithøvundurin hevur lítið samskifti við onnur fólk og tykist hava sligið seg til tols við, at hjá einum listafólki kann avbyrging vera neyðug.
Nivlheimur leggur fyri á Jan Mayen í 1938. Gott 80 ár seinni fær Hannis Martinsson álagt uppgávuna at finna eitt loyniligt handrit, sum skal vera komið úr Íslandi til Føroya í miðøld. Hannis hevur lítið at halda um, og sterkar kreftir gera alt fyri hindra, at hann skal røkka sín setning.
Andrew var sonur skotska trúboðaran William G. Sloan, sum kom til Føroya í 1865 við tí endamáli at kunngera evangeliið um Jesus. William giftist við Elsebeth í Geil, og tey fingu 6 børn. Yngstur av teimum var Andrew. Hann var føddur í 1896. Andrew vaks upp í Tórshavn. Ein av leikbrøðrum hansara var kendi rithøvundurin William Heinesen, og longu á barnaárum góvu teir eitt skifti út blað, ið nevndist „Dreingja tíðindi“.
Ein syrgiligur tilburður setur gongd á tríbindaverkið.Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum. Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldaskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar.
Í 1887 giftust ein genta úr Klaksvík og ein drongur av Strondum. Tey festu búgv undir Selheyggi og fingu seks børn. Í 1900 doyði hon í barsilssong. Í 1905 doyði hann. Eftir sat ein systkinaflokkur, elsta barnið 16 ár, tað yngsta 4. Børnini fóru til fosturs hjá góðum fólki. Um sjeyti ár seinni skrivaði eitt teirra, næstelsta dóttirin, Hanna, ævisøgu sína, sum nú er týdd og verður prentað. Umframt verður greitt frá, hvussu skift varð eftir hesi hjúnini, sum vóru fyri vanlagnu.
Tollakur er einkjumaður væl við aldur. Hann livir eitt einfalt lív í lítlum húsum. Hann gongur við einum loyndarmáli í sær, ið er so stórt, at tað kann næstan ikki vera satt. Tollakur hevði ein stóran kærleika í lívinum. Hon æt Ingibjørg, og saman fingu tey tvey børn. Hann hevði sagverkið, har hann hvønn dag kappaði tilfar til øll í bygdini og víða hvar. Tollakur hevði serstaka dreingin Oddo, sum kom til hansara, tá ið eingin annar vildi taka sær av honum.