Tær fimm søgurnar í hesum savnið eru umsettar av Hanusi Kamban
Halgisøgan um jólarósuna.
Ein hetjusøga úr Grikkalandi, sum hevur hugtikið fólk í fleiri ættarlið. Søgnin um Jason, sum saman við Medeu stríddist fyri at finna gylta skinnið og seinni giftist við henni og fekk tvey børn.
Norsk skaldsøga. Rámandi mynd av køldu handilsmentanini, tá hon er ringast.
Elli og deyðin eru frammarlaga, og tittulsøgan er um eina pleygudeild, har bíðað verður eftir deyðanum, og har tú heldur ikki sleppur at gera annað enn nettupp tað.
Ein skaldsøga um rithøvundin Tonni. Hann hevur glæsiligar ætlanir, men hansara argasti fíggindi, drykkjuhugurin, setir í heilum fót fyri hann. Vovin inn í hesa frásøgn er søgan um uppvøkstur høvundsins og um Havnina í krígsárunum. Hetta er ein bersøgin bók. Hon er hugtakandi, stundum stuttligur, og frá byrjan til enda vælskrivaður lesnaður.
Samtíðarskaldsøga, fyrsta útgáva í 1984 og onnur útgáva í 1985. Steplið
Uppskriftir
Stuttsøgur eftir átta kendar høvundar - Ivan Turgenjev, Leo Tolstoj, Alexander Solsjenitsyn, Erskine Caldwell, Sigurd Hoel, Alphonse Daudet, Ivar Lo-Johansson og Jack London. Aftast í bókini eru frágreiðingar um høvundarnar.
85 songløg hjá einum av Føroya virknasta tónaskaldi í 20. øld.
Henda útgávan er tann nýggjasta í røðini av fráhaldssangbókum.
Stuttsøgur. Fríggjararnir, Átjan og Biltúrur á nátt, Frú Fortúna, Patriciari og plebejari, Summarfrí. Aftast er stutt frágreiðing um rithøvundarnar.
Tey vóru skerdir fuglar. Og tungar leinkjur bundu tey niður at jørðini. Tey slabba seg framá við tungum fetum, uttan hug, uttan gleði. Tí mugu tey, tá ið tey hava dvølst saman eina løtu, fáa sær ein lítlan. Stimbra seg onkursvegna.
Longu frá fyrstu byrjan er tað psykologiska grundtemað í skaldskapinum hjá Graham Greene tann jagstraða mennisjan, og hvønn sálarligan kostnað tað hevur at hava framgongd í okkara samfelag.
Hetta er úrval av enskum og amerikonskum stuttsøgum, sum Hanus Kamban týddi til føroyskt.