Ein bergtakandi, hjartanemandi, forvitnislig og stundum bersøgin frásøgn um 25 ára gomlu Deanu Jacobsen úr Haldórsvík, sum hvarv á gáturføran hátt í Grátufjørðinum í Grønlandi 14. juni 1966 og ongantíð spurdist aftur.
ÍSLANDSKLOKKAN varpar ljós á neyðarárini í 18. øld, tá ið eldgos oyddi, farsótt herjaði, og harðræði ráddi. Hin tráðurin er, at tann skaldskapur, sum íslendingar hava skapað frá fornum døgum, og sum hevur hildið teimum uppi andliga og skapað tjóðina, ger, at hon hóast alla armóðina hevur uppiborið at vera fræls. ÍSLANDSKLOKKAN, tjóðareposið hjá nobelskaldinum, er rík frásøgulist. Her er sosialt og tjóðskaparligt patos og gremja, men eisini skemt, spei og angandi poesi.
Yrkingar um at yrkja og síggja tilveruna úr snaraðum vinklum kanska ofta millum tað, ið tykist, og tað, ið er. Yrkingarnar krevja, at lesarin vil liva tað lív, sum yrkingin skapar eina løtu. At síggja tað lív, ið er inni í tí formi, sum er karmur um innihaldið í orðinum.
Yrkingarsavnið Oyðilendi snýr seg um at vera tætt upp at einum menniskja, ið spakuliga forferst og hvørvur. Yrkingarnar vórðu til í eini roynd at viðgera kenslur og tankar, sum stinga seg upp, tá ið ein av okkara nærmastu, alt ov ung, gerst ólekjandi minnisveik.At yrkja hevur givið mær nýggjar og øðrvísi møguleikar at orða kenslur og tankar. At arbeiða við myndamálið og myndbering hevur havt við sær, at eg eri vorðin varug við nýggjan samanhang og eg havi fingið annað innlit í tilveruna.
Í verkinum verður lesarin drigin inn í lítla útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan, har treystir menn leggja til havs um dagarnar og berjast við sjálva náttúruna. Í frásøguni er ungur, navnleysur maður, ikki kallaður annað enn “ drongurin”, og vinur hansara Bárður. Teir rógva út saman á einum seksæringi.Á útróðri ein dagin brestur illveður á sum eitt skot.
Hetta er søgan um drongin, ið bara níggju ára gamal saman við foreldrum og beiggjum flutti úr Trongisvági til Havnar at byrja níggja tilveru.Har fall hann væl til og gjørdist havnarmaður um ein háls. Hann fann sær konu, fekk familju og gjørdist virkin á so nógvum økjum. Og hóast mamman helt hann verða smædnan smádrong, er tað ikki fyri smædni, hann er best kendur.
Bókin er eitt savn av føroyskum orðatøkum. Orðatøk eru bæði undirhaldandi og upplýsandi, og í bókini ‘Føroysk orðatøk’ finnur tú røttu orðingina til eitt og hvørt høvi. Bókin er skipað eftir evnum og í bókstavaraði, so tú lætt finnur røttu orðingina.
Søgan er einføld, men eigur nógva dýpd. Ein lýsing av mongum, ið ger mun, er, tá ið tríggir mótstøðumenn hava dripið ein týskan heryvirmann og einum teirra eydnast at flýggja. Fyri at tvinga grikkar at nevna navnið á tí flýdda mótstøðumanninum, skulu týskararnir drepa tríggjar tilvildarligar grikkar hvønn dag, til maðurin er tikin. Hetta hendir samstundis sum, íbúgvarnir í grikska býnum eru tvingaðir at búgva tætt saman við týskarum.Borgarstjórin situr á somu kaffistovu sum leiðarin hjá týskarum.
Bara ein mamma er skaldsøga um ábyrgd, at vera foreldur og ikki geva sær far um partar av fortíðini næst okkum, har ein óvanlig kvinna hevur høvuðsleiklutin.
Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?
Føroyskir oddamenn fingu ein dramatiskan dag í Keypmannahavn 5. oktober 1992. Atli Dam og Jógvan Sundstein vórðu boðsendir at vera Sjóvinnubankanum til hjálpar, tí danska fíggjareftirlitið ætlaði at stongja bankan, kom hann ikki við nýggjum eginpeningi.
Eg hugsaði um bláar skorar og hvítar fannir, og nøkur orð runnu mær í huga - so er at líta á jomfrúkinn, einum óvita - í kruvdum gummiskóm og holutari troyggju - meðan børn sigldu við holabátum um eitt vatn á útoyggj.
Henda sermerkta lyriska røddin, sum altíð lýsir øll evni úr sínum serkenda vinkli, sum altíð setur tilverubitarnar saman soleiðis, at tú fært eitt makaleyst upplivilsi, hevur enn eina ferð skrivað eitt avbera gott yrkingasavn við heitinum EINKI HEITI
Arnbjørn hevur sín egna medativa og í støðum absurda stíl, men dregur ógviliga viðkomandi evni inn í yrkingarnar, sum eru um lívið, tá ið tú ímillum so mangt annað hongur fastur, tá ið tú sært, hvussu vit skala vøkstur og lív kring okkum, hvussu vit vevjast í okkara egna skugga, um kynstrið at yrkja.