Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, tá verandi forseti Ukraina, at skriva undir samstarvsavtalu við ES. Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælisfólki savnaðust á Frælsisplássinum - Maidan - í Kiew. Og síðan hendi so mangt annað. Viktor Janukovitj flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálvoynna, og bardagarnir harnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina.
Summarið varar ikki alt árið longur er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum. Tann innhugsna gentan gongur í studentaskúla í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og -næturnar eru merktar av ótryggleika. Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita nakað um.
Í mars 2015 stendur Nicholas, veteranurin úr Afganistan, einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga sínum næstringum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda sær á lívi til jóla, sum liggja 304 dagar fyri framman.
Tíðin hevur tað við at arga okkum, og hon ber okkum alt upp í hendurnar, bara fyri at taka tað frá okkum aftur. Tað eru tríggjar vikur, síðan drongurin kom á Plássið við ómetaliga vandamiklum skaldskapi á bakinum, og fyri hvønn dag, ið gongur, verður teinurin millum Bárð og lívið náðileyst longri og longri.
Alt peikar í ongar ættir, sum áir av eldi renna skýggj úr sólini, dalandi yvir blágrønu húsatekjurnar. Tú sært restirnar av eini grein smildraða á sporinum, vilt siga okkurt við onkran, men blæsur orðini í lógvan. Tí tú ert tagnaði oktoburbýurin, sum spakuliga doyr við landsvegin, tú ert hondin, sum bíðar eftir heitum blóði.
Tá kom hann fram. Hann gjørdi tað so sjálvsagt, sum var lætt at skilja; hesin heimurin var jú hansara. Hann kom fram úr skóginum eitt lítið sindur handan fyri skíðaslóðina. Hann stillaði seg á mýrijaðaranum millum ein baraldarrunn og eina kryplaða furu. Hann leit varin út um lítlu kavavíddina á mýrini, snaraði høvdinum, so at eg sá vangamyndina við tí ediliga snýðinum, brøttu pannuni og oyrunum, sum stóðu upp í rógv.
Bind 1: Hetta ritsavn er ikki ævisøga Petur Hábergs, men í stórum tað, sum Petur hevur talað og skrivað, og sum í mongum førum ongantíð er komið alment á prent, ella sum er torført at fáa hendur á í dag. Kortini finnur tú lívssøgu, siðsøgu og samkomusøgu í savninum, soleiðis sum tað er ritstjórnað. Bind 2: Er annar partur í bókarøðini við undirheitinum „ - umframt heilsanir og eftirmæli frá øðrum“.
Eitt viðkomandi savn, sum festir í nógvar tankar. Millum annað um lívið, meðan tað hevur sítt trygga stev og samljóð, og tá ið menniskju missa mál og mið. Tá ið tað at eldast ikki verður virðismett, tey gomlu verða óbrúkilig og nyttuleys sum handskin, ið liggur gloymdur “millum nýfallið heystleyv”. Malan nýtir m.a. hjúpuna sum eina mynd av at eldast og kortini vera sterkur og ikki vilja sleppa takinum og enda “á náttbláa ellisheiminum”
Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall.
Anja flytur aftur til Føroya við soni sínum, og tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðstaðnum. Seinni vísir tað seg, at vandar liggja og lúra. Teir hótta tann nýggja kærleikan í hesi søguni um broytingar, strembanir og brotsgerðir.
Hetta triðja bindið fevnir um barnasangirnar og barnarímurnar, hann hevur yrkt, líka síðan hann gekk á læraraskúla. Hann er lærarin, sum dugir at tosa við øll– stór sum smá–hevur ans fyri tí stóra í tí smáa og dugir at lýsa evni úr bæði “skeivum” og barnsligum vinklum. Alexandur sýnir somu evni,sum Hans Andrias hevði, at tosa við øll og kemur við sínum tríbindaverki upp á hansara rók.
Høgni Debes Joensen fortelur, í hesi hjartanemandi autofiktivi skaldsøguni, um fyrstu flatlandsferð Terja, og um forelskilsi í gentuni Kirstin, ið á vanlukkuligan hátt druknar.
Fjórða og seinasta bindið um Brahmadellarnar: ½ máni, ½ sól Eigil visti, at nú var bókaverkið liðugt. Brahmadellarnir, Bommhjarta, Jarðarferðin og ½ máni, ½ sól, tað var hansara íkast til bókmentirnar, í øllum førum til tær føroysku.
Ein bergtakandi, hjartanemandi, forvitnislig og stundum bersøgin frásøgn um 25 ára gomlu Deanu Jacobsen úr Haldórsvík, sum hvarv á gáturføran hátt í Grátufjørðinum í Grønlandi 14. juni 1966 og ongantíð spurdist aftur.