Yrkingarnar eru sterkar myndir úr einum uppvøkstri, har mamman í húsunum ræður øllum og ræðir øll.
William Hammer verður biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara.
Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU byrjar við, at ein huldukona lokkar 3 ára gamla Hugin burtur í haga nakrar dagar. Henda løgna hendingin fylgir honum alt lívið.
Skaldsøgan lýsir eina lítla bygd í 20- 30árunum og tvídráttin í Símun við seg sjálvan um trúgv, fakfelagspolitikk, kærleika og mong onnur stórmál.
Faðirin fer við húskinum úr Føroyum til Suðuramerika at arbeiða fyri ST í nøkur ár. Sum vaksin ferðast børnini aftur, og tað birtir lív aftur í hálvgloymd minni og óbroytiligar sannleikar.
Hetta er ein nøtrandi søga um eitt einsamalt stakkaladýr, eina gentu, sum býr saman við sínari fámæltu og oyðiløgdu mammu, sum hevur nóg mikið í sínum kærleiksleysa gerandissliti, og einum fosturpápa, sum misnýtir hana kynsliga.
Sleipnir hin rádni er spennandi og nútíðarlig skaldsøga um fimm teir seinastu dagarnar í lívi Snorra Sturlusonar.
Skaldsøgan tekur fasismuna upp og lýsir, hvat menniskju eru før fyri at gera hvør ímóti øðrum undir trýsti, sum tá ið bygdin Leirun stendur fyri at flyta seg frá avbyrging inn í eina ótrygga broytiliga framtíð.
Søgan er um kurteisisfyrimyndir, tann týnandi og ótamda máttin í kærleikanum og ta eirindaleysu lagnuna.
Sjúrður er fimti í røðini av kongshetjum, ið gongur aftur til vísdómsgudin og sigursfaðirin Óðin.
Snorri gevur okkum eina heildarlýsing av allari teirri norðurlendsku religiónini við hennara frumsøgnum, ritualum og hugsjónum, sum í 1200-talinum var um at søkka niður í gloymskuna.
Søgan er um syndarligu lagnuna hjá Gísla, sum verður tvingaður at taka lívið av einum mági til tess at hevna ein annan mág. Hann verður útlagin og verður eltur sum dýr í trettan ár, áðrenn hann at enda verður feldur í øgiligum bardaga.
Ravnkel Froysgoða er íslendsk søga um unga drongin, Ravnkel, sum kemur til Íslands í landnámstíðini seinast í 800-talinum.
Tað eru tilsipingar til Karsten Hoydal, Regin Dahl, Janus Djurhuus og mong onnur skald, men kjarnan eigur yrkjarin sjálvur.
Um Hana og Hann, um Sasjenku og Volodenka, eitt brævaskifti millum tvey ungfólk. Hvørji eru tey? Hvørjum skriva tey brøv? Tó at brævaskiftið fer út um lívsins og deyðans mørk, er spurningurin eftir: hvør er deyðin?
Margbroytta skaldsøgan um kærleika, djevulin, Pontius Pilatus, svik og ódirvi, sannleika og ranga hugsan. Meistarin og Maragrita er ein grotesk komedia og hvøss satira.