Skaldsøga um 16 ára gamla Tobias, sum stríðist móti øllum. Familjan er farin í upploysn, og tá hann ein dagin verður sligin niður, gerst lívið enn meira fløkjasligt.
Søgan um Ísak og Inger. Tá Inger føðir gentu við haruskari, ger hon av við hana. Men brotsgerðin kemur fram í ljós, og Inger verður sett í geglið. Ísak heldur øllum saman, til konan kemur heimaftur. Hon kemur aftur, men er nógv broytt.
Eini aldrandi hjún hava í øllum stillum gjørt av sínámillum ikki at tosa um fortíðina. Meðan hann verður alsamt fjarari og at enda tagnar, roynir hon at bróta sær leið úr einseminum og tøgnini.
Á marglætisskipi á ferð tvørtur um Atlantshav dettur ein ríkmannssonur fyri borð. Hann verður bjargaður av einum útróðrarmanni og gerst ein av manningini, má arbeiða fyri seg og menninir venja dreingin til mans.
Lagnan setur Egili mark, tá ið hann sum skipbrotin má kvøða seg frá deyðanum við at bera fram fagnaðarkvæði fyri argasta fígginda sínum. Tað er tann eirindaleysi, ið verður eirdur og verður eyðmjúkari.
Hetta er bergtakandi søgan um teir báðar Njál og Gunnar. Søgan viðger blóðhevnd, kravið um heiðursuppreisn, og hvussu hetta krav elvir til at megnarmenn verða høpisleyst týndir.
Tøgnin lýgur setur átrúnaðarligu og politisku trupulleikarnar í Norðurírlandi í sekstiárunum og frameftir í brennidepilin.
Í Fastatøkum verður sjólívið lýst í góðum og ringum løtum, í ódn og í logn, á fiskileið, á heimferð og heima millum túrar. Hetta lívið mennir hin unga, og Høgni fær fastatøkur á lívinum og kemur heimaftur til dreymagentuna og faðirs garð.
Fáur dugir so væl sum Heðin Brú at greina og eyðmerkja ta gomlu tíðina, men endamál hansara var ikki at steðga tíðini, heldur at lýsa og greiða frá og seta tað farna upp sum tað var.
Í Lognbrá fylgja vit droymaranum Høgna frá smádreingi, til hann mannkomin fer til skips.
Skaldsøga um minni, ið valda á nútíðini, um at sætta seg við tað, sum var. Maria Ernestam hevur skrivað eina hugtakandi frásøgn um sorg og missir, vinalag og sterkan kærleika.
Andaligi fyristøðumaðurin í nýggju Kraftkeldunnar kirkju verður myrdur. Systirin er sannførd um, at løgreglan hevur hana undir illgruna fyri morðið. Advokat Rebekka Martinsson kemur at hjálpa og brátt kennir hon seg sjálva elta og hótta.
Ætlanin við Syng er at menna føroyska sangin hjá børnum, ungum og vaksnum. Hon er ein frískligur íblástur til sangin í skúla, heimi og frítíð. Í Syng eru 456 sangir. Allir- uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir - eru á føroyskum máli. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, heilt nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna.
Solidariteturin er alla tíðina hjá slitmanninum og hjá teimum, sum duga at síggja tað stóra í lívinum og natúruni.