Tær flestu av yrkingunum eru ein ferð niður og norður til vesaldóm og niðurundirkomið fólk.
Hon heldur ein fyrilestur fyri linum áhoyrarum um halgimenni. Heðin býður henni heim við sær at gista. Morgunin eftir ætlar hon sær av stað, men um náttina er so nógvur kavi lagstur, at tað er ikki hugsingur um.
Millum tær mongu tunnurnar av lýsi raka menninir við, at okkurt livandi er á skipinum. Teir ?nna ta ungu og illa á hold komnu gentuna Abbu, sum hevur Downs syndrom. Hon er við barn, men eingin veit, hvaðani hon er komin.
Summarið 1948 búgva Tróndur og pápi hansara tætt við markið til Svøríkis. Tað, sum hann upplivir hesar summarvikurnar, kemur at merkja hann alt lívið.
Midaqqsmogan er ein frásøgn um lívið hjá fólkinum í smoguni, sum bókin hevur fingið heitið sítt frá, og vit eru stødd í einum fátækrabýlingi í Kairo árini fram undir endan á seinna heimsbardaga.
Ein mansaldur herfyri ella tveir, í eini tíð tá ið fátækt og niðurgongd merkti vinnulívið í Føroyum, varð skipað fyri at ognarleys fólk fingu atgongd til dyrkilendi burtur av táverandi kongsjørðini.
Nógvar søgur lýsa eina tíð, tá ið høvuðsstaður okkara enn var at vísa seg ein friðsælur og kvirrur smábýur. Eitt paradís á foldum var hesin smábýurin tó ikki. Og muran í menniskjanum er tað ið fram um alt hevur yrkjarans áhuga.
Tíðin, tá ið hin føroyski sjómaðurin við síni váðasigling flutti ævintýrlig ognarvirði til landið, har lívshátturin knappliga broyttist frá fátækt til ovurnøgd, og samvitskuleyst happadráttarlyndi førdi skemd og siðloysi við sær.
Høvundurin sigur frá spælimannalívinum, soleiðis sum tað fantaði seg á barnaárum hansara í byrjanini av hesari øld, tá ið bakar Hansen og gávaðu næmingar hansara settu sín dám á tónleikin í høvuðsstaðnum.
Ein fyrrverandi føroyingur er søgan um føroyingin, sum í eini opinbering sær Føroyar fyri sær um nøkur ár. Kongaríkið Danmark er kollvelt. Á Fólkatingi er eingin føroyingur. Har eru 167 grønlendingar og seks danir.
Her nyder jeg mine omfangsrige livsoplevelser - erindringer på godt og ondt - up there, down here.
Kristin Lavransdóttir viðger djúptøkiliga norðurlendska miðøld politiskt, sosialt og átrúnaðarliga á ein sjáldan livandi hátt ígjøgnum gerandisdagin hjá ymsum fólkum undir ymsum umstøðum í fjúrtandu øld.
Tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip - sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.
Endurtøkur leggur seg uppat fyrsta savninum, við at tað er ein leinging av nørkum av somu evnunum, men formurin er ein annar.
Stuttsøgusavn við 23 stuttsøgum - summar áður prentaðar í Brá og Vencil.
Ein kona fer saman við skyldfólkum at ferðast nakrar dagar í einari veiðismáttu í fjøllunum í Eysturríki. Skyldfólkini, eini hjún, spáka ein túr oman í bygdina – og koma ongantíð aftur.