Mestsum alt tykist sinniskloyvt, øll sambond millum persónarnar eru skeiklað og tvíbýtt, hugkloyvd og perverterað og løgin. Júst tað ger søgurnar áhugaverdar. Tær løgnu speglingarnar, tað løgna framrákið og tær undarligu loysnirnar fanga hugin. Syndarligar lagnur, útskot, horur og onnur ólukkudýr saman við øðrum sálarliga illa sperdum karakterum erta nýfiknið.
Foreldrini fara frá hvør øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull. Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum. Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Har valdar friður og ein einfaldur gerandisdagur. Húsini bæði eru karmar um ta sálarligu órógv og ta rógv, sum skaldsøgan lýsir.
Fleiri av yrkingunum eru dreymakendar og onkrar eru beinleiðis dreymayrkingar, og javnan spælir skaldið sær við viðurskiftunum ímillum subjekt og objekt. Einastaðni kjakast hann við veggin hjá sær, sum vil verða við, at hann treingir til at fáa nakrar aðrar myndir hongdar á seg og annan lit. Spælið við orðum, og hvat er hvat, er altíð frammarlaga, og einastaðni hevur eitt skip fingið eitt kvæði um skrúvuna,og yrkingin endar við, at eg'ið heingir nøkur kvæðaørindir upp at ræsa.
Harrin gav ikki kollutari kúgv horn, at hon skuldi ikki stanga, og betur er at elska dyggan hund enn illan træl, segði hann,–tey tíðindi ganga sum rótasúpan, at Jens hevur lovað at spreingja kong í luftina.Tey siga, at hann hevur keypt sær ein fullan kassa við dynamitt.Bikarið er fult, rópti Jónas, kongavitjanin er avlýst. Lat meg tosa við Jensin, segði Hanna Malena og fór. Hon fann hann niðri í neystinum.Hann sat friðarligur á einum geisla og riðaði eina skrubbunót.
Á grønmetisgoymsluni starvast seytjan ára gamla Monika, sum longu hevur verið við nógvum dreingjum, og á Forsberg fyritøkuni starvast hin smædni Harry, sum er eitt ár eldri. Tey hittast fyrstu ferð á kaffistovuni Tólvuni. „Hon søkk saman, setti seg nærri honum, so hárið kitlaði hann í nøsina. Hann kendi seg sum í ørviti av tí óvanliga anganum av einum ungum gentukroppi …
Býurin er Helsingfors, og árið er 1938, tá ið lagnan hjá tveimum ymiskum menniskjum verður alt meiri samantvinnað. Sakførarin Claes Thune er úr svenskmæltu yvirstættini, og tann gátuføra skrivstovukvinnan Matilda Wiik hevur verið fyri so nógvum, sum hon ikki ætlar, at onnur skulu vita nakað um.Træðrirnir ganga aftur til finska borgarakríggið millum tey hvítu og tey reyðu í 1918.
Skaldsøgan flytur seg hegnliga millum samtíð og fortíð í lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupuleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum ranna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsul og kærleika.
einsemið í lítlum kliva er lemjandi far heldur útum har tú um ikki annað kanst bløða burtur tá skorpan verður rykt av sárunum hvørja ferð onkur nemur við ein annan
Ingrið veksur upp á eini oyggj. Havið er hennara ævintýr. Fiskurin, illveðrið, fátæktin. Hon eigur árstíðirnar, fuglarnar og sjónarringin. Ingrið má læra alt, sum eingin dugir longur. Ein dag noyðist hon enntá at læra uppaftur meira.
Tey kvirru, nøtrandi sekundini, áðrenn eg fór at siga hini gomlu frá, helt eg tað vera mítt inniligasta ynski at leggja øll orðini soleiðis til rættis, at tey góvu henni ugga og styrki. Men eg gjørdi tað ikki, tí eg fekk ikki. Tí er tað soleiðis vorðið, at eitt vanligt borð elle eitt av tí forna, dýra slagnum, sum eina várnátt stendur ímillum tvey menniskju og skilur tey, hóast tey sita andlit til andlits,kann avskepla seg í bleiku náttarglæmuni til ein óhugnaligan vígvøll.
Fortællingen forgår på Færøerne og baserer sig på en dramatisk forsvindningshistorie. Som har fundet sted. Omkring år 1900.To unge piger efterlader et par korte beskeder til deres familie,da de en søndag går en tur op over fjeldet ved Leirvik. Alarmerende.Hvad deres plan i øvrigt har været, ved man af gode grunde ikke, for pigerne dukker ikke op igen.Forsvindingen har siden været en uløst gåde på Færøerne.
Eg ímyndi mær, at á deyðastrá, tá ið eftirsjón plágar sinnið, fer tað at vera ein linni í at vita sær at hava roynt alt. Roynt hvat? At eiga barn.
Ljóstornini í gamla missiónshúsinum stóðu á varðhaldi, meðan tóma skipasmiðjan, har hvøllu ljóðini frá amboltinum, ið sungu sum glintandi hógvar á stáli, og hvæsandi neistarnir frá sveisingartólunum vóru ljóðmyndin til barndómin og ungdómin, tigandi eygleiddi deyðsdráttin hjá grannvónini við krossins merki á hvørjum fingri móti ýlandi, heitu ódnini, sum við spískum tonnum sveipaði flensandi gjøgnum bygdargøturnar. Tey sóu hann øll doyggja standandi.
Vit eru í Íslandi fyrst í 20. øld. Karitas Jónsdóttir er í stórum systkinaflokki. Pápan hava tey mist á sjónum. Ímóti allari siðvenju hevur mamman sett sær fyri,at øll børnini skulu hava útbúgving - gentur sum dreingir.Hvør í sínum lag stríðast tey fyri at røkka hesum máli. Søgan er um tey kor, sum konufólk lótu sær lynda, tað hjálpsemið, sum gjørdi, at tær hóraðu undan, og tað ófatiliga seiggið, ið var í teimum.
Beckomberga snýr seg um Jackie, sum eigur pápa, ið eitur Jim. Mynd hennara av pápanum støkkur sundur, tess eldri hon verður, og tess meira niðurundirkomin hann verður. Hann er sinnisliga ikki í javnvág,og fleiri long skifti er hann innlagdur á sinnissjúkrahúsinum Beckomberga. Vit fáa barndómin, sterka kærleikan, ta skeivu tilveruna og jagstranina eftir eydnu og lívi. Hetta er ein vøkur og hugtakandi skaldsøga, sum setir menniskjuna undir sjóneykuna.