Momo
Eitt ófrættakent lið av gráum harrum fær støðugt fleiri menniskju at spara tíð, so teir kunnu kradda hana frá teimum og vinna sær vald á henni. Tá ið heimurin med alla tykist hoyra tíðarkraddarunum til, leggur Meistarin Hóri uppí. Til tess krevst honum hjálp frá Momo, eini lítlari gentu við krunkasvørtum, frísutum hári.Tað er um sjálva 'tíðarinnar gátu', at henda bók snýr seg.
Teir tríggir silvurmyntirnir
Einaferð var tað ein fátækur drongur, ið æt Jinpa. Hann búði í fjallalandinum Tibet. Ein dagin fekk hann tríggjar, blankar silvurmyntir, Tá ið tú eigur so nógvan pening, kanst tú gerast ríkur! Bert tú teg rætt at, kann hann gerast hundrað ferðir størri," segði mamma hansara. Og Jinpa fór við teimum trimum silvurmyntunum út í víðu verð at søkja sær eydnu og ríkidømi.
Klintrimús, bókin
Øll kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju.
Sig mær eina søgu 1, heft
Søgusavn við upprunaligum og týddum søgum, sum hava staðið í Barnablaðnum. Fimtan søgur eru í savninum. Átta upprunasøgur, sum hesir hava skrivað: Jákup M. Kjeld, Bjarni Joensen, Jacob Olsen, Mikkjal á Ryggi, Theodor Hansen, l. Hansen, Bjarni Holm og Svenning Tausen.
Magnus Heinason 4
Magnus Heinason er á veg norðureftir við skipum sínum. Hann hevur lovað danska konginum at fara til Grønlands. Men ráðaríkir fíggindaar royna at forða fyri hesum. Teir fíra ikki fyri nøkrum – heldur ikki fyri at fremja dráp.
Prestar og profetar
Ein kritisk kanning av Bíbliuni og tí kristnu læruni. Er Bíblian veruliga Guds orð? Sigur hon sannleikan? Vóru profetarnir og spádómar teirra eftirfarandi? Er Jesus fyrimyndarligur? Er gudstrúgvin til størri gagn og gleði í lívinum enn gudloysið? Bókin var tann mest umtalaða og umstrídda føroyska bókin í 1994.
Elmar og drekin
Elmar Elsteyri og drekin koma til eina lítla oyggj, har einans kanariufuglar búgva. Har er ein fuglakongur, ið er um at doyggja av forvitni. Allir fuglarnir eru so forvitnir, tí niðurseturfólk hava grivið ein skatt niður á oynni.
Mikkjal
Mikkjal er fýra ára gamal og býr í Havn. Hann eigur nógv vinfólk – bæði stór og smá.
Snøkil og Snáka 1, 2 og 3
Vættrar eru pinkulítil fólk, ið búgva burtur í haganum og koma ikki vanliga fyri eyguni á fólki, Eitt sovorðið vættrapar eru hesar tríggjar søgurnar um. Tey eita Snøkil og Snáka og búgva í eini evarska lítlari smáttu, ið Snøkil hevur bygt. Tey trívast væl í hugnaliga lítla dali sínum, tó eru tey sera forvitin bæði og halda seg vita, at verðin man vera væl størri, enn tey síggja. Og úr lítlu verð teirra fara tey at forvitnast.
Burtur á heiði
Atli, Sakir og Ívar fara í summarfrítíðini tjaldferð niðan í fjøllini. Atli er mest sum ov uppfinningarsamur, og hetta fær avleiðingar, sum ikki vóru tilætlaðar. Um hvussu ymiskir dreingir eru í lyndi, og hvussu hetta sermerkir vinarlag teirra.
Orðaskyn (16)
Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur
Betri handskrift 5. flokkur
Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving
Betri handskrift 4. flokkur
Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving
Betri handskrift 3. flokkur
Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving















