Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving
Bókin er mest ætlað fyrra HF-klassa og fyrsta G. Men hon kann eisini brúkast í fólkaskúlanum, handilsskúlanum og á samsvarandi stigum.
Tummas var komin til bókstavin K, tá ið hann noyddist at gevast á hesum sinni. Men tá bar hann eyga við eina bók afturat: Eitt nakið par hevði samlegu á kápuni! Uttan iva ein fúl bók. Tummas sveittaði og leit uttan um seg sum ein fjálturstungin høna. Eingin sá hann. Í næsta sekundi sat bókin innan fyri buksukvarðan, har fimm bøkur sótu frammanundan. So knappaði hann frakkan og fór.
Søgurnar kunnu lesast hvør sær, men eru um somu tíð hugsaðar at gera eina heild. Sjónarhornið er hjá gentuni - kvinnuni – og tað er hennara fatan av umheimi og hendingum, sum lesarin fylgir við í.
Trý stuttsøgusøvn eftir Hanus Andreassen (Kamban) verða her gjøgnumgingin og hartil fimm stakar søgur.
Et bidrag til udarbejdelse af en strategi forfremtidig olie- og gasefterforskning på Færøerne.
Sangbók+nótar
Søgurnar hjá Lydiu Didriksen eru øðrvísi enn føroyskar søgur flestar. Tær eru stuttar, ofta surrealistiskar og altíð symbolskar.
Her er dámligt í Føroyum um Krossmessutíð. Yrkingar, tættir, greinir, týðingar, ummæli o.a.
Eingin veit um uppruna hennara at siga. Tey siga at hon er trøllagenta, sum var borin í heim uppi undir fjallinum, har ravnarnir flúgva og skríggja í fjallarivunum. Um hálsin hevur hon ein posa við turkaðum urtum og plantum, knústari ormshúð og deydningabeini.Á jalssetrinum býr Sjúrður, sum er sonur ein mætan jall, og norðan fyri Ljótafelli býr Tórður. tað er blóðugt stríð millum ættirnar báðar. Ravnsgentan heldur til mitt millum báðar fíggindagarðarnar.