Á ferð í Sibiriu, heft
Bókin er forvitnisligar frásagnir hjá Sigerti Patursson um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og við Karahav. Henda ferð Sigerts vardi frá 1889 til 1895.
Treð dans fyri steini
Bókin er savn av greiningum av føroyskum bókmentum.
Støðumetsbók næmingsins 8.-10.
Bók at skriva støðumet í.
Magnus Heinason 5
Magnus Heinason giftist í 1582. Eitt skifti er hann ikki á sjónum. Men fíggindar hansara leggja ilskuráð ímóti honum, og hann fer til sjós aftur. Men óeydnisár bíða eftir honum.
Gagnleikur
Um skótar og skótalív. 13 ára gamli Fróði verður patruljuførari hjá Falkinum. Hann er bæði spentur og bangin um, hvussu tað fer at gangast, men hann fær hjálp frá patrúljuhjálparanum Mariu at menna patrúljuna so væl, at tey sleppa við á LPK.
Ein stjørna er tendrað
Tvær stuttsøgur og ein skaldsøguroynd. Pátrúgv og ta yvirnáttúrliga. Fólk hava her eginleikan »at síggja« og í samband við deyðan verða gátuførar hendingar lýstar.
Føðingardagar, plakat
Plakat við møguleika at skriva føðingardag á.
Eg eri so spent til jóla...
Í bókini er sangurin við sama heiti, eisini eru myndir til sangin, sum børnini sjálv kunnu lita. Nótar eru eisini í bókini.
Vinalagið, náttúran og samfela
Bókin er úrslit av samstarvi millum næmingar á Føroyamálsdeildini Elsu Funding, Sigrun Hjalmarsdóttir, Finngerð Hovgaard, Onnu Mattson, Biritu Weihe, Erlu Zachariassen og læraran Maluna Marnersdóttir.
Drekarnir á Blálondum
Tá ið drekin kemur til fjallið, har foreldur og systkin hansra búgva, varnast hann nakrar menn, ið royna at fanga drekarnar í nót. Elmar og drekin fara í felag at bjarga drekahúskinum. Viðførið í ryggsekkinum hjá Elmari kemur enn einaferð væl við.
Tann besta summarfrítíðin, hví ?
Mangan hugsa vit um, hvussu fólk lívbjargaðu sær í gomlum døgum við ongum av teimum hentleikum, sum nútíðin hevur at bjóða. Í hesari bókini verður lesarin leiddur aftur til tær Føroyar, ið einki vistu um bilar, sjónvarp ella elkomfýr. Undir hepnum umstøðum sleppa børnini Sørin, Pætur, Eirikur og Píl eitt summar at liva á sama hátt sum tey gomlu.
Dreymurin
Lassi er evnaveikur og stúrir fyri at foreldrini fara at senda hann burtur. Ein dagin fara mamman og pápin við honum einastaðni har evnaveik búgva at læra seg okkurt arbeiði
Úlvur Lítli og Talandi Tekn
Úlvur Lítli og Revaoyra noyðast at fara í Skúla Svartkappans á Friðingarøkinum. Teir skilja lítið av tí, teir læra, men gera av, at teir skulu læra seg Talandi Tekn teirra hvítu, tí tey bera longri enn ørvar. Svartkappi gevur báðum nýggj nøvn, men Úlvur Lítli og Revaoyra vita, at hetta fer ikki at broyta teir. Teir fara altíð at vera teir, teir eru.
Mikkjalsbók
Umfatandi ritverk um skaldið Mikkjal á Ryggi. Í verkinum eru søgur, greinir, kvæði, yrkingar og sálmar. Eisini er yvirlit yvir skaldskapin hjá Mikkjali á Ryggi, greinir í bløðum og tíðarritum, ummæli og mangt annað forvitnisligt.
Búrið
Vit fylgja einari 16 ára gamlari jødiskari gentu, Rivu, frá tí at týskararnir stongdu jødarnar inni í ghettoum í pólsku býunum, og til allir jødar verða fluttir í týningarlegur í Eysturproysalandi. Frásøgnin lýsir ikki bara nágreiniliga ræðuleikarnar í nasistisku týningarlegunum, men hon sigur okkum eisini frá menniskjum, ið halda saman og eiga ófatiliga styrki, kærleika og vilja at liva.















