Abbi og apan er ein skemtilig søga um ein abba, ið siglir úti og hevur eina apu við heim úr Afrika til Hervør og Høgna. Apan er ein ordiligur apukattur, so nú hendir mangt og hvat.
Savn við fimtan spøkilsissøgum á øllum átta málunum í Norðurlondum. Søgurnar, ið umboða Føroyar eru: Ver ikki bangin eftir Sámal Kristian Jacobsen og Óvitar eftir Sólrún Michelsen. Allar søgurnar eru prýddar við tekningum, ið listafólk úr øllum Norðurlondum hava gjørt.
Um forlagið Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greitt verður frá teimum 50 árunum, sum eru liðin, síðani Bókadeildin varð stovnað. Um barnabókmentir, bókaútgávu, bókaklubba, Mína jólabók og barnablaðið Strok.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu.
Kristoffur finnur hundin hjá grannanum dripnan, og ger av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Men tá kemur hann eisini at avdúka loyndarmál, sum ger, at grundarlagið, sum hann byggir sína tilveru á, fer at ridla undir honum.
Um smágentuna Guðruna, sum er forvitin og droymandi.
Mamman er alt ov tjúkk og bara etur og etur. Hon kann lukta ein pylsuvogn hundrað metrar burtur, men hon vil ikki eta gularøtur og verða kløn.
Pavel og Katarina vildu so fegin fingið eitt barn. Eina náttina um jóltíðir evnar Pavel eitt barn úr kava og í fyrsta morgunlýsinum verður kavagentan livandi.
Innihaldið hesa ferð er tvær ritgerðir eftir fyrrverandi lesandi á Føroyamálsdeildini, skrivaðar í sambandi við lesturin.
Anna omma er sjúk. Hon gloymir lætt. Anna omma hevur Alzheimersjúkuna. Paula fortelur, hvussu tað er at búgva saman við ommuni og um alt tað sum omman dugir best av øllum hóast alt.
Vísundaligar greinir, ið viðgera føroysk viðurskifti.
Hettar er lærubók í alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið. Útgávan er ætlað til undirvísing á C-stigi, og kann eisini brúkast í teknisku skúlunum og í Fisivinnuskúlanum.
Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn.