Julian og Jim
Onnur bókin um drongin Julian. Í hesari bókini er onkur eftir Jim og vil gera seg inn á hann, tí at hann hevur slatrað, og tað kann Julian ikki lata henda, tí hann og Jim eru vinir.
Mín Jólabók 2006
Adventsøguna Skuggarnir á Skarvatanga hevur Arnbjørn Ó. Dalsgarð skrivað. Annars eru søgur eftir m.a. Minu Reinert, Marjuna S. Kjelnæs, oddvør Johansen og Ellu Smith Clementsen. Nógv ítriv er í bókini, bæði at binda, mála, klippa jólaprýði og gera konfekt. Vakrar og stuttligar myndprýðingar eftir m.a. Kari Roarsdóttur og Janus á Húsagarði
Færeyinga saga ( Føroyingasøga
Føroyasøga er s'ga um gøtuskeggjar, føroyska høvdingaætt, ið heiti bar eftir Gøtu í Eysturoy. Fyrstur av teimum ættmonnum, ið nevndir eru í søguni, er Torbjørn gøtuskeggi, faðir Tróndar. ið er høvuðspersónur søgunnar. Bróður Torbjarnar er Sigmundur at brøðrunum Bresti og Beini, sum vóru hirmenn Hákunar Laðajals og høvdu hálvt landið í len av honum.
Um træskoytur og føðinga..,fløga
Anna Suffía hevur skjótt føðingardag, og genturnar eru ógvuliga spentar at vita, um hon fær sítt hægsta ynski uppfylt - ein sparkara.
Um gentur og tunnufl..., fløga
Søga fyri børn. Gentur eiga ikki at dálka seg, men tað leggur henda gentan einki í, tí tað er so stuttligt at sigla í tunnuflaka, eisini um kjólin er spildurnýggjur.
Diddan stríðist
Diddan vaknar langt áðrenn mamman og pápin vakna og so fer hon at stríðast við ymiskt, sum er í taskuni. Pappír at skriva á, lyklar at bíta í, men so verður hon so móð aftur og fer at leggja seg millum hjá mammu og pápa.
Soleiðis varð eg til
Hvat hendir inni í búkinum á einari mammu í níggju langar, heilar mánaðir? Hvat er tað, sum ger, um tað verður ein drongur ella ein genta? Og hvussu vita vit, at tíðin er komin, at barnið skal koma út? Um hvussu børn verða til og um allar teir spurningar børn hava tá ið tey skulu hava systkin. Um at ættleiða, um royndarglasgitni og um at hava eykamammur og –pápar. Ein sera væl egnað bók til foreldur, sum vilja greiða børnum sínum frá um, hvussu vit øll vórðu til.
Vetur - meldurbók
Hendan bókin er um ein bý og alt har um vegir, við húsum og gøtum og óteljandi lutum. Og haraftrat vísa myndirnar nógvar smáar søgur, sum fólk ´g dýr uppliva ein vetrardag: Andrea er aftur for sein til bussin, pappageykurin hjá Lenu fer til stroks, og so kemur enn eina ferð ein reyður pungur undan kavi....
Fívil og vinir, søgubók
Fívil vaknar ein morgunin, sólin skínur oman og niðan. Hann fer út at spáka og hittir allar djóravinirnar hjá sær. Meðan søgan verður lisin, kunnu børnini spæla sær við at finna klistrimerkið av rætta dýrinum og festa tað á síðurnar.
Diddan er kedd
Diddan er kedd og vil einki. Ikki hava suttuna, ikki hava bamsuna, ikki eta, og nógv annað er, sum hon als ikki vil. Men hon vil upp! Og so verður hon glað aftur, tá ið hon fær eitt klemm.
Og stjørnan lýsti sum ein sól
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Kvinnan í køliskápinum
Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við.
Jólagávur, fløga
Hervør og Høgni finna upp á ráð, tá tey skulu geva mammu og pápa jólagávur. Tá er gott at eiga eina ommu í nánd, og tað er ikki altíð neyðugt at fara til handils at finna røttu jólagávurnar.
Vár, fløga
Søgan er ein fitt lýsing av várinum, har børnini eru úti í urtagarðinum og eygleiða mongu fuglarnar, ið reiðrast har.
Morgun, fløga
Hetta er ískoytislesibók til byrjanarlesing.
Úr køksvindeyganum
Bókin er savn av søgum og hugleiðingum.















