Tummas Napoleon, sum í táttaryrking nevndi seg Tonglatummas, skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.
Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum.
Tummas Napoleon, sum í táttaryrking nevndi seg Tonglatummas, skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.
Í Glasblómulandinum var frálíkt at vera. Her var ongin misnøgd og ongin neyð. Øll góvu sær stundir og gjørdu alt við gleði. Men so ein dagin kemur ein gestur koyrandi við rossi og vogni, og nú broytist alt ...
Fløgan er ætlað lærarum sum ein hjálp til at syngja enskar sangir við flokkinum. Pauli Hansen og Herluf Lützen hava lagt fløguna til rættis. Teir eru eisini tónleikarar á fløguni, og hava harumframt staðið fyri upptøkuni.
Hugtakandi søga um eina illsinta og ólukkuliga gentu. Gerda hevur mist pápa sín á sjónum, og systirin Siv, sum var við pápanum lagnudagin, er merkt av hendingini, men vil ikki tosa um tað. Bókin er ein viðkomandi søga um sorg, øvundsjúku og vinalag.
Ein nýggjur drongur, Rokko, kemur at spæla við liðnum hjá fótbóltsjassunum.Tað er ikki hvør sum helst drongur, tí pápi hansara er komin úr Brasilia at spæla við kenda FC Bayern München liðnum.Spurningurin er so,um pápin heldur villu fótbóltsjassarnar vera nóg gott lið hjá soninum at spæla við á.Ein dagin kemur Rokko ikki til venjing,tí pápin vil hava hann at spæla við liði hjá Bayern.
Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday: lesibók, arbeiðsbók og lærarabók. Sermerkt við hesi bók er, at hon fer fram í okkara umhvørvi. Næmingarnir læra at seta orð á tað, ið teir síggja dagliga.
Arbeiðsbókin, the workbook, til Mandy on holiday. Í arbeiðsbókini eru uppgávur, har næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum.
Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar, um hvussu teir kunnu skipa sína undirvísing. Bókin viðger teir einstøku partarnar í lesibókini.
Lýsir hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýrislógina.
Heiðursrit til Turið Sigurðardóttir - lagt til rættis hava Malan Marnersdóttir et.al. Givið út í sambandi við seksti ára føðingardag Turið Sigurðardóttir
Sagt verður frá fyrstu niðurseturfólkunum, ið búsettust á Hellum millum 1849 og 1870, og teirra eftirkomarum.
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
Yrkingasavnið er uppbygd sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda, tað ósigiliga og kennir til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum.