Í bókini lýsir Hanus Kamban rithøvundin og menniskjað Herman Bang, hansara uppvøkstur, hansara andaligu fyritreytir og hansara bókmentaligu menning. Somuleiðis verður greitt frá hansara mongu ferðum og óróliga lívsmynstri.
Lýsing av Føroya náttúru og Føroya náttúrusøgu. Fyri betur at kunna lýsa ymisk fyribrigdi í náttúruni er ymiskt fakligt tilfar um ymsar táttir í lívfrøðini í kassum í grundbókini. Vælegnað í frálæruni í lívfrøði í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.
Í yrkingasavninum verður dentur lagdur á fyrr og nú og uppvøkstur á bygd mótvegis tilveruni í størri umhvørvi. Heima og úti setast upp ímóti hvørjum øðrum, hvussu burturferðin veitir tær øðrvísi perspektiv, hvussu tú vinnur og missir.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Tað er vónleyst hjá skúlanum at geva næmingum allan ynskjandi kunnleika. Tí mugu vit heldur miða ímóti at vekja áhuga og at veita dugnað til at seta seg inn í eitt evni - til at søkja sær kunnleika. Kunnleiki skal til, men kunnleiki kemur so eisini á tí økinum, har áhugin er, og tað er eftirhondini sligið fast, at uttan áhuga er kunnleiki einki verdur.
Eftir vanlukkuna vaknar Leda - Svørðberin - í ókendum heimi, har hon noyðist undir eina stravna og hættisliga uppgávu. og samstundis liggur Signý í tungum svøvni á sjúkrahúsinum, og eingin veit, um hon nakrantíð vaknar aftur.
Fjórða bókin um Viktor Hugo Persson, sum býr í býnum Port Janua. Spennandi søgan fer fram í Altheubrekku í Gamla Býi, men eisini í Svørtuborg, har søgan fær eina óvæntaða snaring.
Hetta savnið eftir Tórodd Poulsen víkur eitt sindur frá høvuðsrákinum í undanfarnum søvnum. Tað er ein modernistiskur dámur yvir mongum av tekstunum, sum í poetiskum myndum smúgva seg inn og úr medvitinum og gera óvanlig sambond.
Í havsins hjarta er skaldsøga um tíðina frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, kalda kríggið og stóra skædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi. Ein søga um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, eygleiðari, droymari og samstundis luttakari.
Bókin Fjølmiðlar, ið leggur dentin á at greina tekstir, boð og samskifti, viðger allar dagsins miðlar. Við heimligum dømum verður lýstur tann týdningur, miðlarnir hava í okkara gerandisdegi og hvussu vit betur kunnu læra okkum at skilja og brúka teir
Havnin umleið ár 1900. Høvundurin lýsir tónleikarar, sum hann kendi frá sínum egna barndómi. Greitt verður frá trimum brøðrum, ið eru spælimenn. Teir royna at fóta sær í einum samfelagi, stýrt av peningagirnd og átrúnaðarligum ágangi.
Lena og Snar - Jákup hevur føðingardag - Óli og Tina fiska - Einsamøll við hús - Kaninirnar hjá Jóhan - Klóki Per
Krimisøga. Í Havn doyr ein útvarpsmaður fyri opnari mikrofon, og ein bankarænari beinir fyri sær. Hetta fær blaðmannin Hannis at vísa áhuga fyri einum prædikumanni og reiðara, sum hevur samband við italska brotsmannaheimin.
Um uppvøkstur og vaksna lív Salku Valku í lítlu útróðrarbygdini Ósoyrum við Akslarfjørð í eini tíð, tá nýggjar politiskar og sosialar hugsanir uttaneftir vinna fram millum bygdarfólkið.
Fornfrøðingar funnu í minsta lagi 19 húsatoftir eystaru megin Eiðisvatn niðanfyri Argisbrekku við útgrevsturin í 1985-87, og í ritgerðini leggur høvundurin nágreiniliga fornfrøðiligu úrslitini og ber fram próvgrundir fyri, at talan er um eitt ærgi.