Fossanes - bóru ikki boð í bý
Søgan um Fossanes er á mangan hátt óverulig. Eingin veit at siga frá seinastu tíðini umborð, men henda bókin byggir á frágreiðingar frá manningini, ið var við vártúrin á Suðurlandinum árið fyri feigdartúrin í 1938.
Teir sjey svanirnir, fløga
8 føroysk fólkaævintýr sett við tónleiki.
Øll hava veingir, fløga
23 lø. Barnavísur, føroyskur dansur, og nýggir føroyskir sangir.
Hungursbarnið, fløga
Søga fyri børn. Fátæki drongurin Lárus hittir ein dagin Tinku og bjargar henni undan at svølta í hel. Foreldraleysa Tinka hevur havt eina harða lagnu, men vinalagið við Lárus bjargar henni.
Móðir sjeystjørna, fløga
Antonia fær ein son uttan fyri hjúnalag, men hon doyr, og gamla gentan Trina, sum er vónbrotin og beisk, tekur sær av dronginum. Jákup livir í eini verð, sum er fólkað við undarligum verum, men eisini menniskjum, sum eru góð við hann.
Marita
Lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum Maritu Petersen, ið skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum.
Harry Potter 7
Sjeynda og seinasta árið hjá Harry Potter á Hogwarts. Hann hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinasta horcruxunum hjá Voldemort.
Vampýrur
Cornelius van Helsing er vísur í at Dracula er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum. Bókin er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har í bókini.
Víkingarnir koma
Hetta er ein bók, har søgur úr víkingatíð verða sagdar á ein heilt øðrvísi hátt. Í bókini eru púra garvillar søgur um hendingar, sum víkingar eru fyri á ferðum teirra runt um í heiminum, men tær eru allar grundaðar á veruligar søgurligar hendingar.
Anselmo
Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva í Mosambik. Hon og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har. Søgan er um tann drúgva vegin aftur til frið.
Deyðans glaseyga
Jónas er ein tólv ára gamal drongur, sum býr í Rosenberg. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokkin, og tey bæði gerast væl. Ann bjóðar Jónasi nógv av. Ein dagin spyr hann hana: Torir tú at fara inn í Sandersons hús? Og tað fara tey…
Ræðuligur spádómur
Krimisøga fyri ung. Miriam og Tummas hava sníkt seg inn í trølsliga tivoliøkið at leita eftir einari spákonu. Miriam hevur hoyrt, at alt, sum henda spákonan sigur, gongur út.
Jólaoratoriið, fløga
Søgan byrjar í svenska býnum Sunne, har fólk gera seg til at syngja og spæla hitt fagnaðarríka Jólaoratoriið eftir Bach. Haðani veksur skaldsøgan fram og røkkur um trý ættarlið.
Gævi eg var eitt villini fár
Ein vakurt myndprýdd bók, sum er grundað á hugflog og ber uppá rím. Bókin, sum er væl egnað til tey smæstu børnini, er 20 bls og innbundin, og onnur hvør síða kann gerast til eina stóra mynd.















