, , ,

Plakat 3 / Archie - Hanus

Archibald Black hevur í nøkur ár havt eina heilt ávísa verkætlan: at tulka andlitsbragdið á Hanusi G. Johansen. Tá ið bókin Archie / Hanus kom á marknaðin, prentaðu vit 3 ymiskar plakatir av úrvaldum tekningum úr bókini.

149,00 kr. v.mvg
Vís meira
, , ,

Plakat 2 / Archie - Hanus

Archibald Black hevur í nøkur ár havt eina heilt ávísa verkætlan: at tulka andlitsbragdið á Hanusi G. Johansen. Tá ið bókin Archie / Hanus kom á marknaðin, prentaðu vit 3 ymiskar plakatir av úrvaldum tekningum úr bókini.

149,00 kr. v.mvg
Vís meira
, , ,

Plakat 1 / Archie - Hanus

Archibald Black hevur í nøkur ár havt eina heilt ávísa verkætlan: at tulka andlitsbragdið á Hanusi G. Johansen. Tá ið bókin Archie / Hanus kom á marknaðin, prentaðu vit 3 ymiskar plakatir av úrvaldum tekningum úr bókini.

149,00 kr. v.mvg
Vís meira
, , , , , ,

Oddvørsa Vetrar Rættir (75)

33 góðar uppskriftir, harav 5 uttan gluten, íð eru valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni, og borðreiddar við tokka til tær upplivingar, sum góðaur matur gevur.

149,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hyasinttíð - yrkingar

Sissal kampmann hevur áður givið út trý yrkingasøvn og fingið Klaus Rifbjergs debutantpris for lyrik. Við savninum Hyasinttíð fer hon nýggjar leiðir, og lesarin fer kanska at hugsa um seinastu skaldsøguna eftir William Heinesen, Tornið við heimsins enda. Savnið er hondskrivað, og tað veitir eitt serligt persónligt samband við yrkjaran. Lesarin fylgir at kalla við, meðan yrkingin verður til.

220,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Opus 6

hvørt sár sigur at tú hevur livað hvør skøva sigur at tú ert til hvør sorg sigur at tú hevur elskað hvør saknur sigur at tú ert til lat meg vera til so leingi eg enn kann sárast lat meg vera til so leingi eg enn havi ilt og tá alt hetta hevur fylt mítt bikar lat meg tá doyggja við andliti á

128,00 kr.
Vís meira
, , , , , ,

Leskilig jól (35)

Leskilig Jól er bókin til tíðuna, tá ið vit taka okkum burtur frá gerandisdegnum. Sansa angan av sjokulátu, gløgg og nýbakaðum jólabollum og lata okkum tøla av lívinum. Tær 47 uppskriftirnar í bókini fevna um jólabakstur, gløgg og ymisk konfekt.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Nornagestur

Nornagestur er høvuðspersónur í eini frásøgn í Søgu Ólavs Tryggva­son­ar í Flatoyarbók. Hann er gamal vallari, sum styttir kongsins monn­­um stundir og sigur teimum søgur. Sjálvur greiðir hann frá, at við vøgguna, har hann lá nýføddur, spáddu tær tríggjar vølvurnar hon­um eina glæsiliga framtíð, men ein teirra legði aftrat, at lív hansara fór at slokna, tá ið ljósið, ið varð kveikt við vøgguna, brann niður. Tí varð ljósið sløkt, og hann bar tað uppi á sær alt lívið.

188,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Stovugenturnar

Leikurin Stovugenturnar, sum varð skrivaður í 1947, snýr seg um tvær stovugentur, ið gera uppreistur ímóti frúnni í húsinum. Leikurin spælir seg ígjøgnum teirra dreym um at myrða hana. Tær skiftast um at mynda frúnna og báðar síðurnar av teirri sosialugjónni, sum skilir lív teirra frá hennara. Tær báðar stovugenturnar, sum eisini eru systrar, skiftast um at vera terna og frúa.

129,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Zapatista (18)

Antropologurin, Alisa, fer hesa ferð til Mexico, og endar skjótt í einum meldri av óloystum gátum og vandamiklum tilburðum, tengd at jarðfrøðinginum Mariu Salazar, sum var funnin deyð á eini rók uppi í einum bergi. Alisa verður millum annað drigin inn í lívið hjá tí karismatiska og maskuklædda, uppreistraaleiðaranum Emilio, og tað fær avleiðingar bæði so og so...

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Trolaralív (17)

Í bókini eru 28 samrøður og upplýsandi greinar um lívið og arbeiðið hjá føroysku sjómonnunum umborð á langfaratrolarunum Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi. Greinarnar vórðu skrivaðar í mars og apríl í ár, tá ið høvundurin vitjaði umborð á trolarunum,meðan teir fiskaðu í Barentshavinum. Kunning er um allar fýra trolararna,tveir yrktir føðingardagssangir, frágreiðing frá fyrsta møtinum umborð á øllum fýra trolarunum og kort yvir Barentshavið,sum vísir,hvar trolararnir vanliga royna.

248,00 kr.
Vís meira
, , ,

Archie - Hanus

Archibald Black varð ein dagin í 2011 biðin um at tekna Hanus G Johansen til ein fløguhúsa. Teir báðir høvdu kenst í mong ár, men tá ið bara ein ávís mynd skuldi mynda Hanus, trokaði tankin seg fram hugan á teknaranum: Hvussu sær Hanus út?

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Betwixt and Between (21)

Í hesari ph.d.-ritgerðini verður kannað, hvørt tær broytingar, sum eru farnar fram innan fyri átrúnaðarliga lívið og landslagið í Føroyum tey seinastu áleið 30 árini, kunnu lýsast sum sekularisering ella ikki. Ritgerðin tekur útgangsstøði í tíðarskeiðinum frá 1979 til 2009 , og er grundað á greiningar av millum annað løgmannsrøðum, samgonguskjølum, námsætlanum, samrøðum við samkomuleiðarar og samrøðum við einstaklingar, sum hava tilknýti til eina ella fleiri samkomur í Føroyum.

280,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Mánasteinur

Árið er 1918, og úr Reykjavík sæst, hvussu Katla goysir eld og málar luftina nátt sum dag. Hóast náttúruvanlukkur, kolatrot og kríggið, sum herjar úti í hinum stóra heimi, gongur lívið í høvuðsstaðnum sína vanligu gongd. Íslendingar fyrireika seg til at gerast sjálvstøðug tjóð. „MÁNASTEINUR“ er ein meistaralig skaldsøga, har ógviliga ymiskir heimar – filmur, kynslív, ein farsótt og sjálvstýrið hjá einari tjóð – verða vovnir saman í eina vakra og samandrigna søgu.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Erebos

Tá ið 16 ára gamli Nick fær ein pakka, undrast hann á, um pakkin kann forklára løgna atburðin hjá floksfelgunum fyri tíðina. Í pakkanum er gátufulla telduspæli Erebos. Spælireglurnar í Erebos eru strangar: spæl altíð einsamallur, ikki snakka um spælið og sig ongantíð nøkrum tín kallinavn.Forvitni vinnur á Nick, og hann verður skjótt bundin at spælinum. Men Erebos veit nógv um tey, sum spæla og fer at manipulera lív teirra.

285,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Anton, mær dámar teg!

Anton er heilt einfalt fullkomin! Men so við og við kemur fyri ein dag, at alt ruggar ikki rætt. HVØR ER ANTON Í VERULEIKANUM? Og hvat er tað, sum er so gátuført við honum? Anton, mær dámr teg er um lívið hjá børnum – um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær.

140,00 kr.
Legg í kurv