Bókin er upprunaliga útgivin av einum svensk/finskum serfrøðingahópi í Finnlandi, er ein óvanliga góð gjøgnumgongd av allari búskaparligu søguni,frá um ikki steinøld, so bíbilskari tíð fram til atomøld og víðari til alnót tíðina sokallaða vitanarsamfelagið. Á stuttum teigi, manus, er ikki tað av tøkni og teori viðurskiftum og hugtøkum búskarligari menningarsøgu viðvíkjandi, sum ikki verður tikin upp til viðgerð og metingar.
Í politisku søgu Føroya eru eins og aðrastaðni fleiri mytur, sum stava frá eini seinni tíð. Tað hevur m.a. verið ført fram, at tilboðið frá donsku stjórnini til løgtingið um økt fíggjarligt sjálvstýri frá 1906 bert eigur at setast í samband við svikabrøgd hjá stórbrotsmanninum Peter Adler Alberti, danska løgmálaráðharranum í 1906,sum í 1910 fekk 8 ára fongsulsdóm fyri skjalafalsan og svik. Hans Andrias Sølvará vísir á, at einki er í hesi søguni.
Rokning 1-4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. - 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Høvuðspartarnir í ROKNING eru: Grundbøkur, Lærarabøkur og Avritsmappa. Harumframt hoyra hesir lutir til ROKNING: Ársroynd, Høvuðbrot og heimasíða við teldutøkum uppgávum til næmingarnar og lærarasíður, ið liggja á snar.fo/rokning
Eyðun Andreassen fer aftur um hin fantastiska ævintýrheimin við trøllum, risum, dýrum, ið tosa, umskaptum verum og øllum øðrum gátuførum, ið har er, og finnur meiningar og merkingar frá tíðini tá ævintýrini vóru livandi munnligur skaldskapur á duldum máli, sprottin úr royniligum veruleika hjá frásøgufólkunum.
Endurminningar hjá høvundinum Heðini Brú, frá barnaárunum í Skálavík til tey fyrstu árini í starvi sum landbúnaðarráðgevi.
Endurminningar hjá høvundinum Heðini Brú, frá barnaárunum í Skálavík til tey fyrstu árini í starvi sum landbúnaðarráðgevi.
Mæta russiska skaldið Leo Tolstoj livdi 1828-1910. Lívsverk hansara fyllir 95 tjúkk bind. Hetta er eitt savn við stuttsøgum, sum Leo Tolstoj hevur skrivað, hugvekjandi lesnaður, ið sigur okkum, hvussu lívið eigur at verða livað, hóast trupulleikar kunnu verða.
Mæta russiska skaldið Leo Tolstoj livdi 1828-1910. Lívsverk hansara fyllir 95 tjúkk bind. Hetta er eitt savn við stuttsøgum, sum Leo Tolstoj hevur skrivað, hugvekjandi lesnaður, ið sigur okkum, hvussu lívið eigur at verða livað, hóast trupulleikar kunnu verða.
Bókin er ein dokumentarfrásøgn frá flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september í 1970, tá 8 fólk doyðu. Vit fylgja ferðafólkunum og manningini, bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna.
Saurons megi hava hertikið tað mesta av Gondor, og tað áður so stolta kongaríki leggur teirra lagnu í hendurnar á Aragon, sum leitar sær hjálp hjá gandakallinum Gandalf og konginum Rohan. Ímeðan eru hobbittarnir Frodo og Sam á veg til Mordor, hvar teir ætla at kasta ringin í Eldfjallið. Um hetta eydnast, kan kríggið vinnast einaferð med alla
Bókin snýr seg um ta ringu viðferð, jødar fingu í Evropa, Palestina og aðrastaðni fram til 1948, tá Ísraels ríki var endurstovnað. heitið er lænt úr bíbliuni, har orðið verður nýtt um fráferðina úr Egyptalandi við Mósesi á odda.
Hetta er søgan um tríggjar brøður. Margido Neshov er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og biðimaður í Tróndheimi. Á fedranna ættgarði uttan fyri býin býr eldri bróðurin Tóri saman við gomlu mammu sínari,tí forfjónaða og ómælandi pápanum og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin Erlendur, sum rýmdi ungur og sprakk út úr skápinum sum samkyndur. Hann er vindeygadekoratørur og býr saman við danska blaðstjóranum Krumma.
Í kvirruni hoyrast langt burturi stjørnudropar dryppa av himni. Afturljóðið hoyrist um alt tað stóra himnahválvið. Hetta er einasta ljóðið í himni og á jørð. – Ljóðið kemur frá einum vatnkrana, sum ikki er rættiliga fyrisnaraður.Einsamallur og einsligur er tann dryppandi vatnkranin í verðini.Minnismyndirnar eru skipaðar í eini 70 brot, sum annaðhvørt frásøgumaðurin sum gamal ella frásøgumaðurin sum barn sigur okkum.
Veitst tú, hvar oyruni sita á eini grashoppu? Hvussu halda býflugur seg heitar? Hvat kykt erut fongin? Eru Mariuhønur veruliga eitrandi? Undarligt og undrunarvert, hugtakandi og herviligt. Herviligi Henry fortelur tær alt, sum tú vilt vita um kykt. Eisini tað, ið tú helst ikki hevði viljað vita...
1944 var so árið, at teir ikki komu aftur, eg var tá í Havn og lærdi at seyma hjá skraddar Debes, vit høvdu fingið at vita, at teir á Høgabóli vóru bangnir um Verdandi. Eg fór so norður, og tað var ein ræðulig sjón, ið eg ongantíð gloymi, alt var myrka lagt, so ikki eitt ljós var at síggja, tá eg kom inn til okkara, vóru bara syskin míni Jaspur og Sonja at síggja. Kona pápabeiggja mín Olaf lá í einum kamari, og mamma í teirra kamari. Tær vóru ikki farnar upp, men lógu og grótu.
Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. Hannis Martinsson fer at kanna málið.