Føroyskar barnabókmentir
Henda bókin lýsir umhvarvið av føroyskum barnabókmentum í rúmliga 100 ár greinir eitt úrval av gomlum og nýggjum føroyskum barnabókum, barnasøgum og -sangum
Leikrit 12, Eydnulandið
Leikurin, sum er í fýra pørtum, byggir á skaldsøguna, sum pápi Peter, Jørgen Falk Rønne, gav út í 1917. Jørgen var prestur í Sandoyar sýslu árini frá 1889 til 1895. Umframt í Havn hevur leikurin verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.
Gruffalo, heft
Ein mús fer sær ein túr í skógin, har hittir hon fyrst ein rev, sum spyr hana, hvagar hon fer. Músin er skjót at siga, at hon fer at hitta gruffalo. Og nú fær søgan ferð, tí øll dýrini, hon hittir ræðast gruffalo, sjálvt um tey ongantíð hava sæð hann. Men hvussu við músini, man hon ræðast gruffalo?
Gruffalodiddan (40)
Men eitt kvøldið við kulda og kava lurtar Gruffalodiddan ikki eftir ávaringunum hjá pápanum og sníkir seg út í kavan. Tí tann Stóra Ónda Músin er ikki til ... ha?
Beint á barkan
Um náttina verða tey vakt av ræðuligum ljóðum, ella eru tað skríggj? Á veg oman á sandin um morgunin hoyra tey knurr og skav millum runnarnar. Gamla grannakonan sigur, at tað spøkir á oynni. Hesum ivast Tóra og Símun í, men óhugnaligt er tað. Nú tey bæði eru vorðin forvitin av hesi óloystu gátuni, skal hvør steinur vendast.
Lykilin
Minni enn ein mánaður er farin síðan sorgarleikin, sum fór fram í fimleikarhøllini í studentaskúlanum í Engelsfors, men Tær útvaldu fáa nóg illa tíð at koma fyri seg aftur Skjótt vendist verð teirra upp og niður aftur. Loynidómar skulu avdúkast og óndskapurin steðgast. Tíðin er um at renna út, og Tær útvaldu kunnu bara vera vissar í einum - at alt fer at broytast.
Landafrøði 3, MP3
Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Rokning 1b, Lærarabók
Lærarabók til bókaheildina Rokning, sum er til støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Evnini, ið verða viðgjørd í Rokning 1b eru: Tølini, at máta, pluss og minus, tølini frá 0 til 20, skap og myndir
Jólabandið, fløga
Lítla, fitta nissa mín - og aðrir jólasangir og - sálmar til børn og vaksin + Bonus lag: Tá jólamaður kemur inn. Ólavur H. saman við abbasoninum lítla Ólavi
Vinurin - Tey í 5.B. 2. fløga
Bókin er ein spenningssøga og viðger fyrst og fremst hetta við, at børn kjatta inni á netinum og kanska ikki vita av, hvørjum tey í grundini kjatta við. Tvs. hon setur fokus á evnið at ansa eftir børnum og teirra atferðum í sambandi við teldu. Anna hevur ein kjattvin á netinum og ger av at hitta hann. Einasta, sum veit um hetta, er vinkonan Barbara, sum ikki er heilt álvulig við tankan um, at Anna skal hitta ein, hon ikki kennir.
Páll fangi, fløga
Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og goymir hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og goymir seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda ...
Landafrøði 3, fløga
Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Heit trá
Tær tíggju stuttsøgurnar eru ógviliga ymiskar, men tær hava tað í felag, at tær rúka av lysti og trá. Her eru studentaskúlanæmingar, sum næstan ikki kunnu bíða, til tímin er liðugur, so at tey kunnu hittast í onkrum skýli, drongurin, sum hevur hug á lærarinnu sínari í lívfrøði, og gentan, sum rodnandi varnast, at hjartaslátturin verður títtari, tá ið hon hittir vinmann lítlabeiggja sín aftur og sær, hvussu nógv hann er vaksin.
Sálmaløg Føroya Kirkju, heft
Henda bók er ætlað til byrjunarfrálæru í sálmaspæli. Spælast kann bæði á klaver og urgu. Í bókini eru lættar útsetingar av 44 kendum sálmaløgum. Fremst í bókini eru nøkur uppskot um sálmar til gudstænastur. T.d. kunnu næmingar læra seg at spæla sálmaløgini og saman við urguleikarum í kirkjunum royna at spæla til sálmasang í kirkjunum og harvið fáa ítøkiligar royndir í sálmaspæli.
Varðin 81, 4 - 2014
Tilfar eftir Bierce, Wells, Jón Thorsteinsson, Vagn Streymoy, Noam Chomsky, týðing av Strangers in the Night, og fyrra týðing av Annabel Lee. . Hin kemur næstu ferð. Langar yrkingar: týðing av Kubla Khan og Munkaklostrinum í Tintern. Næstu ferð: The Prisoner of Chillon. Permumyndina málaði Terje Hentze. Og sjálvandi eru eisini ummælir eftir Øssur Johannesen.















