Eitt beist herjar um næturnar í Mariefred og loypur á fólk í býnum. Beiggjarnir Viggo og Alvi mugu steðga tí, áðrenn fleiri verða skadd. Men hvussu skalt tú berjast móti einum slíkum beisti? Teir leita sum ørir í bókasavninum eftir ráðum um, hvussu teir kunnu basa ódjórinum.
Alt surrar í floksstovuni - øll gleða seg til at ganga grýla. Men ikki Maria, hon vil heldur vitja mammu, sum er á sjúkrahúsi. Øssur er argur, tí hann má hava lítlabeiggjan við, tá hann skal út at ganga grýla. Uttanfyri bíða stórir dreingir í gekkaskortum. Og í myrkrinum er ilt at síggja, hvør er vinur, og hvør er fíggindi.
Sjúrður gleðir seg til dystin. Í dag sleppur hann at spæla í álopinum. Men so sær Sjúrður, at hann hevur gloymt fótbóltsskógvarnar heima ...
Karin og Ria eru hjartavinkonur. Tær hava eitt vinkonuhálsband, og tær skulu báðar vera prinsessur á grýluveitsluni í frítíðarskúlanum,men so kemur Julia at ganga í flokkinum, og tá verður alt øðrvísi ...
Beinta veit, hvat Sára hevur verið fyri, men hon er tann einasta, sum veit, og hon hevur lovað einki at siga. Men kann hon halda lyftið um einki at siga, tá ið talan er um so álvarsligt mál?
Í fyrru søguni fáa Hanna og Emma vitjan av einum súrum gesti, hvat skulu tær gera? Í seinnu søgunihava tær fingið eina loyniliga uppgávu. Uppgávan er eisini sera trupul, men tíbetur hava tær Sjúrð og Heina at hjálpa sær.
Tað hendir so nógv ónt í London. Ein hóttandi skapningur, sum eitur Edward Hyde, gongur runt í gøtunum. Hann leggur á kvinnur, trampar uppi á einum barni og drepur eisini ei eldri mann. Men hvør er Hyde? Og er samband millum hann og væl umtókta læknan, Henry Jekyll?
Um náttina verða tey vakt av ræðuligum ljóðum, ella eru tað skríggj? Á veg oman á sandin um morgunin hoyra tey knurr og skav millum runnarnar. Gamla grannakonan sigur, at tað spøkir á oynni. Hesum ivast Tóra og Símun í, men óhugnaligt er tað. Nú tey bæði eru vorðin forvitin av hesi óloystu gátuni, skal hvør steinur vendast.
Tekstur og nótar eru í heftinum Eplapetur, sum forlagið Lindin gav út í desembur 1997
Nú hitta vit tann aldrandi August á Segilsfossi. Hann er enn sum áður fullur av góðum hugskotum og góðum søgum og er eins væl útborin sum í teimum fyrru bókunum. Vit fylgja honum enn einaferð í kraftamiklu framtaksroyndunum og eisini í hansara seinastu verkætlan inn í deyðan.
Jones er bóndi, men hann er latur og drukkin í tíð og úrtíð. Hann misrøkir kríatúrini, og ein dagin gloymir hann at leggja fyri tey. Tá er innistøðuni ovboðið, og tey reisa seg ímóti hesum fullkomna óskilinum. Teir, ið standa fyri uppreistrinum, eru uppreistrinum, eru gøltarnir Napoleon og Snowball. Teir streingja tað heit at skipa garðin av nýggjum í rættvísi og til gagns fyri øll. Nú verður tað animalisma, ið fer at ráða.
Jones er bóndi, men hann er latur og drukkin í tíð og úrtíð. Hann misrøkir kríatúrini, og ein dagin gloymir hann at leggja fyri tey. Tá er innistøðuni ovboðið, og tey reisa seg ímóti hesum fullkomna óskilinum. Teir, ið standa fyri uppreistrinum, eru uppreistrinum, eru gøltarnir Napoleon og Snowball. Teir streingja tað heit at skipa garðin av nýggjum í rættvísi og til gagns fyri øll. Nú verður tað animalisma, ið fer at ráða.