Rópandi Ravnur
Ravnurin er klókur fuglur, segði Hin Elsti í leguni við tey glaðu foreldrini. - Hann veit so nógv. Hann sær alt tað, sum menniskjan ikki sær. Tann, ið dugir ravnamál sær stundum inn í framtíðina. Og so góvu tey dronginum navnið Rópandi Ravnur.
Úlvur Lítli og Hin Einsamalli
Hann veit, at tey hvítu hava skyldina í, at fólk hansara er á Friðingarøkinum. Tey eru ikki frí longur - og kanska mugu tey verða verandi har. Hann veit eisini, at ikki er at geva seg undir... Ein indianarabók , ið dugir, og við nógvum myndum.
Barnarímur
Nýggj útgáva. 35 av kendastu sangum Hans Andriasar. Gakk tú tryggur, Kongaríkið í Bábylon og Pápi mín. Nótar til sangirnar eru prentaðir aftast.
Jason
Ein hetjusøga úr Grikkalandi, sum hevur hugtikið fólk í fleiri ættarlið. Søgnin um Jason, sum saman við Medeu stríddist fyri at finna gylta skinnið og seinni giftist við henni og fekk tvey børn.
Herakles
Ein hetjusøga úr Grikkalandi, sum hevur hugtikið fólk í fleiri ættarlið. Søgan er lættlisin, og dentur er lagdur á spennandi hendingar.
Ævintýr 6
Í hesi bók eru 6 ævintýr, tey eru: Drongurin og oksin Tríggir skillingar Tey fýra ynskini Mjávond kongadóttirin Jákup og Ku havamaðurin Strokasálin
Ævintýr 5
Í hesi bókini eru 4 ævintýr, tey eru: Tann kvennræddi kongasonurin Lindormur prinsur Andras veiðimaður Vakurleikin við slørinum
Úlvur Lítli og skuggin
Úlvur Lítli og Revaoyra fara av stað at stríðast móti skrímslinum í Stóru Ánni. Til tess at Sólin og Hin Hægsti skulu vera við teimum, mála teir heilag tekin í andlitið. Í fyrstani er hetta bert spæl - men so koma teir fram á eitt ræðuliga óhugnaligt skepilsi við svørtum kroppi, einum eyga og fimm beinum. Teir eru komnir nærri vandamikla heimi teirra hvítu, enn teir gruna - og har kann alt henda ...
Úlvur Lítli og bláfrakkarnir
Úlvur Lítli má hava sterkt hjarta, tá ið bláfrakkarnir, hermenn teirra hvítu, nærkast tjaldbúðunum undir fjøllunum. Úlvur Lítli er sannførdur um, at ein ávís ætlan er við øllum, ið hendir, eisini tá ið fólk hansara hevur tað svárt. Tí sóknast hann eftir teknum frá fremsta hjálpara sínum millum djórini, einari stórari, svartari úlvstík. Revaoyra, besti vinur hansara, og ein stór grábjørn leiða hann at enda á rætta leið.
Tobias
Av og á roynir Tobias at lokka Jákup at siga søgur. Soleiðis er eisini í kvøld. Tobias vil fegin hoyra eina søgu og gevur størri lyfti enn hann er førur fyri at halda. Men eitt orð er eitt orð – sjálvt um tú bert er 9 ár. Tí noyðist Tobias at fáa sær fatur á sletuni, spenna hundarnar fyri og fara um tann frysta fjørðin á náttartíð.
Teir trampa
>>Trampararnir<< koma úr óhugnaheimi, har sjónvarpsharðskapur, angist og einsemi valda. Nógv børn hava upplivað henda heim í náttarmyrkrinum, men sjáldan ber til at tosa við tey vaksnu um alt, ið leikar á. Ein rámandi og sonn myndabók, ið vaksin eiga at lesa saman við børnum.
Teir fýra berskøllutu menninir
Ævintýraheimurin hevur altíð havt sítt serliga lag, og hetta eyðkennir eisini hesi ævintýrini. asiufólk hava sagt frá, og tey hava eisini gjørt myndirnar, og ævintýrini sýna ymiskar mentanir og landsløg í hesum risastóra veraldarparti. Samstundis sýna tey, hvussu lík vit menniskju eru hóast alt. 1.bók: Átta ævintýr: Malaysia-Pakistan-Korea-Thailand-Cambodia-Burma-Bangladesh-India
Tann gløggi biddarin
Tann klóki biddarin eitur Ali . Hann kemur í tos við keypmannin Abu Sahm, sum sigur honum frá, at tann illi Kalid hevur stolið 7000 gullstykki frá sær. Ali bjóðar sær til at hjálpa Abu Sahm. Hvussu hann hjálpir honum, kanst tú lesa um í ævintýrinum.
Søgur, innb.
Fyri ungum og gomlum kvað hann...Og blómunum gav hann mál. Hans Andrias gav teimum ungu lívsins vísdóm ballaðan inn í yndisligar og vakrar søgur og rímur, har træðrir frá ævintýrheiminum rukku inn til mannalívið og royndust sum ruddandu gøtur, ið runnu fram móti reinum og dýrum hugsjónum.
Sanna og Marjun, heft
Um Marjun, sum kemur til Havnar at vitja og halda ólavssøku og Jákup, sum byggir smáttu úti á bønum. Marjun, sum er systkinabarn Sannu, kemur at vitja í Havn og at halda ólavsøku. Beiggi Sannu, Jákup, er skóti og vit hoyra um, tá ið hann og vinmenninir byggja smáttu úti á bønum. Onnur bókin um Sannu.















