Karius og Baktus
Um teir báðar dólgarnar, sum búgva í tonnunum hjá Janusi, og um hvussu Janus sleppur av við teir.
Í øðrum heimi
Hanni og Líða búgva í Rúnartúni. Men ein dagin biður Hyljarsteinur tey fara eina langa ferð, sum byrjar og endar í einum landi, sum eingin fyrr hevur sæð.
Brúsajøkul
Lortafrensur
Øll hava brúk fyri møguleikanum at skylda upp á onkran annan. Og hevur mann eingi systkin, má mann sláa seg til tols við ein frens, sum tíbetur hvørki slatrar ella hevnir seg. Ella ger hann? Ein ræðuliga stuttlig teknirøð um dreingin Sívar og Lortafrens, sum eru í óendaligum bardaga. Lortafrensur vil nevnliga ikki finna seg í at vera syndabukkur og ger av at beina fyri Sívari. Men tað er ikki lætt. Mest tí at lortafrensur í loyndum elskar Sívar. Ella í hvussu so er elskar at hata hann.
Elvin Griff agentur 6 - flýggjanin til undirsjóvart.
Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tá ferjan nærkast landi, varnast tey agentarnar á keiini. Tað er ógjørligt at flýggja. Tey enda í kalda sjónum, og skrúvan á ferjuni fær tey at falla í óvit. Men so hendir okkurt púra óvæntað. Er tað veruliga nakar, sum býr undir sjónum? Ein býur á havsins botni? Hetta er bara ein av mongu ferðunum, Elvin og Lýdia verða tikin á bóli.
Elvin Griff agentur 5 - flýggjanin til háfjallið
Elvin og Lýdia leypa í ein vogn við rennistrongi fyri at sleppa undan agentunum, sum royna at fáa fatur í teimum. Tey flýggja niðan í eina fjallabygd ytst á tromini. Har ganga øll í hvítum skíðklæðum. Hvør erhesin keðiligi Napoleon, sum øll síggja upp til? Og eru øll børnini veruliga stongd inni?















