Sanna í summarfrí
Sanna og Jákup, sum búgva í Havn, fara út á bygd at ferðast í summarfrítíðini. Har hoyggja tey, dyrgja, eru í grind og mangt annað. Ein bók, ið er skjót at lesa!
Robin Hood, heft
Robin Hood er sera spennandi bók, sum er týdd til mong, mong mál. Og nógv eru tey børn - gentur og dreingir - sum hava lisið og enn lesa hesa bók.
Reyða
Triðja bókin í røðini um Mariu og rossið. Greiða fæst á spurningunum, ið vóru í hinum báðum bókunum.
Maria og rossið
Framhald av bókini Hin reyða ryssan, um Mariu og dreymin, ið gerst veruleiki.
Lítla Gunvør og kálvurin
Søgusavn við fimm upprunasøgum og tvey og tjúgu týddum søgum. Upprunasøgurnar eru - Haruungin, Ein jólamynd, Lítla Gunnvør og kálvurin, Kettan og músin og Gloym meg ei.
Lisa í leikalandi
Í stuttum er søgan um gentuna, Lisu, sum ein dagin dettur niður í eina kaninholu og har hittir løgnar verur og dýr, sum tosa.
Kongsfjall Norðbúgva
Ovi bjargar systur Pavia, ið dettur á sjógv, men Pavia vil ikki hjálpa Ova at sleppa frá húsum, so teir í felag kunnu finna dýrgripin. Sostatt gerast Ovi og Pavia óvinir. Aftast eru nakrir spurningar, sum skulu tryggja at barnið hevur skilt tekstin.
Í bardaga við ísin
Anda býr í Grønlandi og dámar at veiða. Ein dagin noyðist pápin at fara til Nuuk á sjúkrahús at fáa heilsubót fyri lungnasjúku. Anda og beiggin Golos sleppa til útróðrar við gamla Otto. Seinni fara teir at veiða á ísinum og koma rættiliga illa fyri.
Í abbasa húsi
Tóta er átta ár og býr á ovuru hæddini í einum húsum, sum standa mitt í býnum. Í kjallaranum búgva abbin og omman. Tóta er skilagóð og viðhvørt eitt sindur frek. Besta vinkonan er Ása og hon er fødd í Korea.
Heðin, Marjun og tjøldrini
Søgan er skrivað sum ein dagbók hjá einum tólv ára gomlum drongi. Hann eygleiðir eitt tjaldurspar og skrivar upp alt tað henn leggur til merkis.
Trøll: Silvurið
Tá ið eg var lítil
Í savninum eru sjey smáar søgur: Hygg sólin, mamma Haran við reyða hálsklútinum Eiturkopurin og flugan Lítli Mortan Mús Ein sólskinsdagur uppi í veitini Tann lítli vætturin Elin og dukkurnar
Pettson fær vitjan á jólum
Pettson gamli og fressurin Findus hava stákast upp undir jól. Nú er bara eftir at fara at fella jólatræið og keypa jólamatin. Men tá verður tað, ið ikki mátti henda. Pettson dettur og meiðir sær fótin, so hann sleppur ikki av fetanum. Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið vitjan, ið hann ikki hevði droymt um.
Neyðars Pettson
Pettson er í ringum lag og vil hava frið í hesari bókini um Pettson gamla og fressin Findus. Findus hevur ongantíð sæð Pettson so illan fyrr. - Eg má gera okkurt fyri at fáa hann glaðan aftur, hugsar Findus. Pettson vil ikki koma við at fiska, men Findus veit, hvussu hann skal fáa gamla væl hýrdan aftur.
Lítli Tom Stóri Tom Gamli Tom
Lítli Tom og Stóri Tom koma rógvandi í árabáti til eina oyggj, sum liggur úti á havinum. Teir hava kort við sær og fara í land á oynni at leita eftir fjalda dýrgripinum.















