Úti á leysum oyggjum
Hetta er søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur og búnast. Barnaárini eru ikki sorgleys og fáa brattan enda, tá ið hon varnast, at alt ikki er, sum tað eigur millum foreldrini. Hon skilir brádliga sumt, sum hevur pínt og órógvað, men sum hon ikki hevur dugað at setta orð á.
Ynskirossið
Malan ynskir sær so inniliga ein hest. Nú er hon níggju ár, og enn hevur hon ongan fingið. Ein dagin situr Malan undir einum træ, har ein geykur er ,og hon veit ,at ynskir tú tær okkurt ,tá ið ein geykur situr í trænum, so ganga ynskini út. Hon ynskir sær sjálvandi ein hest ,og í næstu løtu stendur ein stórur,fittur arbeiðshestur við vogni beint við træið. Malan hevði heldur viljað havt ein lítlan, gulan hest, men er glað hóast alt.
Isabella
Um eina gentu, sum hevur ovurviðkvæmi og astma. Við myndum og teksti verður sagt frá, hvussu Isabella, sum er 6 ára gomul, livir við hús, í barnagarði og á sjúkrahúsi. Bókin er lagað til føroysk viðurskifti í samráð við læknarnar Jón á Steig, Anniku Olsen og Astma- og allergifelagið.
Siggi Jønsson og handan Andrea
Ræðist Siggi Jønsson gentubasillur? Okkurt má vera, tá ið hann ikki vil seta seg hjá Andreu, sum øll í flokkinum hava lovað at taka væl ímóti. Andrea er nýggj í flokkinum, hon er út einum øðrum landi. Men andrea vil heldur ikki sita saman við Sigga, men hetta gevur honum okkurt at hugsa um. tó hugsar hann ikki leingi um hetta, tí skjótt hendir so nógv rundan um hann, at sjálvt ikki hann hevði kunnað funnið uppá tað. Og Siggi er heimsmeistari í at finna uppá.
Hugo
Hugo er besti vinur Josefinu, og hini í flokkinum tora ikki at arga hana, tá ið Hugo er í nánd. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokkin. Hon eitur Miriam, og ongin skilir hana uttan Hugo. Josefina fer einsamøll heim, øvundsjúk og kedd.
Siggi Jønsson
Hevði hann bara átt ein pápa ella eitt systkin ella fyrr enn ikki eitt djór! Men tá ið hann einki av hesum eigur, so má hann fantasera. Og Siggi Jønsson er heimsmeistari í at fantasera. Mamman og vinirnir og mest av øllum tann nýggi lærarin eru ikki altíð fegin um hansara næstansannleikar. Men man hann altíð siga satt sjálvur; hasin lærarin? Siggi ivast, og tí fer hann at njósnast eftir honum...
Fongurin, heft
Fongurin er ein søga frá steinøldini um tann unga veiðimannin, Guru, sum má flýggja frá bygdarfólkinum og berjast móti tí hvíta tarvinum - tí stóra andanum á skóginum. Fongurin er ein óføra væl søgd og spennandi søga. Hóskar til gentir og freingir frá 10-11 árum og uppeftir.
Fjaldi dýrgripurin
Árni fer úr Reykjavík út í sveytina at arbeiða hjá einum bónda. Hetta lívið er so nógv øðrvísi enn býarlívið, og Árni fær nógvar vinir.
Summarfrí og sildarok
Lilla, sum býr í Reykjavík, fer at vitja ommuna og abban á Eysturlandinum í summarfrítíðini. Hon koyrir í bussi, tað regnar úr mjørkanum, og Lilla leiðist við at fara heiman. alt er øðrvísi úti á bygd. Men tá ið Lilla hevur funnið sær vinkonur at spæla við og dreingirnar at berjast við, ganga dagarnir alt ov skjótt. Saman við ommuni sleppur hon at arbeiða í sildini, og tá er rokan í bygdini. lilla upplivir eitt gott og øðrvísi summar, og hon lovar at koma aftur næsta summar.
Drekarnir á Blálondum
Tá ið drekin kemur til fjallið, har foreldur og systkin hansra búgva, varnast hann nakrar menn, ið royna at fanga drekarnar í nót. Elmar og drekin fara í felag at bjarga drekahúskinum. Viðførið í ryggsekkinum hjá Elmari kemur enn einaferð væl við.
Úlvur Lítli og Talandi Tekn
Úlvur Lítli og Revaoyra noyðast at fara í Skúla Svartkappans á Friðingarøkinum. Teir skilja lítið av tí, teir læra, men gera av, at teir skulu læra seg Talandi Tekn teirra hvítu, tí tey bera longri enn ørvar. Svartkappi gevur báðum nýggj nøvn, men Úlvur Lítli og Revaoyra vita, at hetta fer ikki at broyta teir. Teir fara altíð at vera teir, teir eru.
Teir tríggir silvurmyntirnir
Einaferð var tað ein fátækur drongur, ið æt Jinpa. Hann búði í fjallalandinum Tibet. Ein dagin fekk hann tríggjar, blankar silvurmyntir, Tá ið tú eigur so nógvan pening, kanst tú gerast ríkur! Bert tú teg rætt at, kann hann gerast hundrað ferðir størri," segði mamma hansara. Og Jinpa fór við teimum trimum silvurmyntunum út í víðu verð at søkja sær eydnu og ríkidømi.
Elmar og drekin
Elmar Elsteyri og drekin koma til eina lítla oyggj, har einans kanariufuglar búgva. Har er ein fuglakongur, ið er um at doyggja av forvitni. Allir fuglarnir eru so forvitnir, tí niðurseturfólk hava grivið ein skatt niður á oynni.
Burtur á heiði
Atli, Sakir og Ívar fara í summarfrítíðini tjaldferð niðan í fjøllini. Atli er mest sum ov uppfinningarsamur, og hetta fær avleiðingar, sum ikki vóru tilætlaðar. Um hvussu ymiskir dreingir eru í lyndi, og hvussu hetta sermerkir vinarlag teirra.
Undir Tussafjøllum
Savn við søgum og sangum, sumt nýskrivað, men annað hevur verið á prenti áður í Míni jólabók, Følv og Glugganum. Tær eru um trøll og dýr, við menniskjansligum eginleikum. Tey hugsa og tosa eins og fólk. Hugflogið og skemtið í søgunum hevur ongar karmar. Søgurnar eru stuttligar at lesa – og hóska væl at lesa upp. Og eitt er púra vist. Afturkomin av ferð við tussunum undir Tussatindi, ert tú í góðum lag.















