Mítt Botnlív (18)
Síðsti axolotlur í vátlendinum trívist framúr væl í sínum hyli. Tað góða lívið er at vera saman við tikarasalamandrum, savna skattir og njósnast eftir tvíbeintum klombrum á strondini. Men tað gerst alsamt heitari, hylurin gerst gruggutari, ófrættakendir fiskar flyta inn. Eftir hetta er einki tað sama longur. Mítt botnlív er ein vónrík og eksistentiell bók um veðurlagsbroytingar.
Mín Jólabók 2022 (20)
Mín jólabók 2022 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Elvin Griff Agentur 2 - Flýggjanin til tað tóma húsið
Loyniligi agenturin Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Agentarnir, sum jagstra Elvin, kunnu koma hvar sum helst – og nær sum helst. Lýdia og Elvin finna eitt slitið og oyðið hús, har tey kunnu krógva seg um náttina. Men hvørji eru hasi ljóðini, sum koma úr kjallaranum? Elvin og Lýdia eru komin í ta vandamiklastu støðuna, tey nakrantíð hava upplivað. Tey mugu stríðast ímóti farligum brotsmonnum, og tey mugu gera tað uttan at avdúka, hvørji tey veruliga eru.
Elvin Griff Agentur 1 - Flýggjanin til heimsins enda
Elvin Griff er rýmdur frá einum loyniligum agentskúla, og nú er hann eftirlýstur. Tí má Elvin vekk. Langt vekk. Á vegnum møtir hann happarum, óndum vaksnum og Lýdiu, sum hevur síni egnu loyndarmál. Men eingin av teimum veit, at Elvin Griff hevur nakrar heilt serligar eginleikar.
Strikurnar (23)
Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?
Nógv tann elsti í loynifelagnum (30)
Aftan á eitt stuttligt skúlaár hava vinfólkini, Eyð og Ragnar, fingið summarfrí! Oldingin, Ragnar, flytur inn á ellisheimið, og Eyð sleppur at vera hjá honum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Skjótt leggjast fleiri børn úr flokkinum aftrat, og í felag stovna tey eitt loynifelag og gera nógv burtur úr at finna út av, um fyristøðukvinnan á ellisheiminum er eitt veruligt fólk ella kanska bara ein óndur robottur uttan sál!
Nógv tann elsti í flokkinum (36)
Tað kann vera eitt sindur merkiligt at byrja í nýggjum skúla, tá tú ongan kennir. Tað er eisini løgið, tá ein 96 ára gamal maður setir seg undir liðina á tær, og eingin annar hugsar um tað! Skjótt verða floksfelagarnir Eyð og Ragnar bestu vinir hóast tað eru 90 ár á muni millum tey. Tá Eyð uppdagar loyndarmálið hjá Ragnari, gera tey bæði eina avtalu, men fer Eyð at klára at halda hana?
Ein eydnufluga - søgur um Alvu og Lias (32)
Hvat hendir, tá vit fáa sár, eru bangin ella sjúk? Hoyr, hvat læknin sigur á faktasíðuni aftan á hvørja søgu!
Skúlabyrjan. Enskt – mín fyrsta uppgávubók (35)
At læra eitt nýtt mál er bæði stuttligt og spennandi - serliga, tá ið tú hevur spøl og uppgávur! Í bókini lærir tú nógv nýggj ensk orð, sum snúgva seg um bókstavaraðið, tøl, litir, djór, klæði, kroppin, skúlastovuna og nógv annað. Við stuttligum uppgávum, klistrimerkjum og enskum sangspølum fært tú eitt størri enskt orðfeingi - og dugir skjótt framúrskarandi væl at málbera teg á enskum!
Skúlabyrjan. Lær bókstavaraðið við prikkamyndum (35)
Lær bókstavaraðið við prikkamyndum er ein bók við spennandi prikkauppgávum, har barnið á ein stuttligan og undirhaldandi hátt kann: læra bókstavirnar frá A til OY venja fínrørslulagið venja logiska sansin Fylg prikkunum í rættari raðfylgju. Prikkarnir standa í raðfylgju frá A til Oy. Um tú hevur tørv á hjálp, kanst tú hyggja at stavraðnum, sum stendur ovast og niðast á øllum síðunum. Tá ið tekningarnar eru lidnar, kanst tú lita tær við vøkrum litum! Stuttleika tær nú!
Skúlabyrjan. Eg læri um ferðslu (35)
Umráðandi er at læra barnið um ferðsluna og ferðslureglurnar. Og tað ræður um at koma í gongd, so tíðliga sum til ber, tí tað eru nógvar reglur og førleikar, sum barnið skal megna fyri at kunna bera seg trygt at í ferðsluni. Henda bókin er ætlað børnum úr umleið 5 upp í 8 ár - tað er aldurin, tá heilt nógv børn av álvara skulu út í ferðsluna, viðhvørt enntá einsamøll.
Rimmarveitslan (13)
Lítli Ámundur arbeiðir í stóra køkinum hjá Ludbert hertoga. Uppgáva hansara er at fóðra grísunum við tí, sum loypur av á borðinum hjá hertoganum. Og tað eru nógvar restir. Ottilia, yngsta dóttir hertogan, orkar ikki alt oyðslið og levnaðin á slottinum. Ein dagin ger Ludbert hertogi av at skipa fyri eini rimmarveitslu - eini veitslu, sum skal vara í tríggjar dagar við hópin av mati og drykkjuvørum og veitsluklæddum gestum frá nær og fjar.
Træhúsið í 130 hæddum (21)
Nú hava Andy og Terry fingið sær eina sápubløðrukanón, ein risastóran GRABBARA (hann kann grabba hvat sum helst, og nær sum helst), eina tíðarspilluhædd, eitt vesipappírsvirki og eina rúmdareygleiðingarstøð … Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!
Træhúsið í 117 hæddum (19)
Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 117 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Nú hava teir fingið eina pinkuhestahædd, eitt undirbuksasavn, eitt bíðirúm, eina dómadagshurð, eitt sirkus, ein risarobottstríðsvøll ,ein koyriskúla og ein hyl til vatnskíð.
Enn livir Emil í Lønnibergi (18)
Emil, tað er hann, sum býr á Kattholti í Lønnibergi og sum ger skálkabrøgd næstan hvønn dag alt árið. Hvørja ferð, tá hann hevur gjørt eitt skálkabragd, situr hann innilæstur á verkstaðnum og telgir sær ein lítlan, stuttligan træmann. Nú standa 369 træmenn á hillini!















