Nes kommuna er í ár 50 ár. 50 ár er eingin aldur fyri eina kommunu, men Nes kommuna valdi at seta ein varða við hetta vegamót og geva fólkinum eitt sindur av søgu. Av sær sjálvum er partur av hesi søguni um upprunan hjá føðingardagsbarninum,kommunun men bróðurparturin av innihaldinum í teimum trimum bókabindunum snýr seg um ætt, lív og samfelag í bygdunum, ið mynda kommununa, Nes, Toftir og Saltnes.
Nes kommuna er í ár 50 ár. 50 ár er eingin aldur fyri eina kommunu, men Nes kommuna valdi at seta ein varða við hetta vegamót og geva fólkinum eitt sindur av søgu. Av sær sjálvum er partur av hesi søguni um upprunan hjá føðingardagsbarninum,kommunun men bróðurparturin av innihaldinum í teimum trimum bókabindunum snýr seg um ætt, lív og samfelag í bygdunum, ið mynda kommununa, Nes, Toftir og Saltnes.
Í hesari bókini eru trettan skelkandi hendingar, sum okkara landsmonnum hava verið fyri, millum annað, tá ið manningin á Polli var bjargað, og hending, har ungir suðuroyingar vóru í lítlum gummibáti í 27 tímar, áðrenn teir vóru bjargaðir
J. C. Svabo varð føddur í 1746 í Jansagerði í Miðvági. Fór í latínskúla í Havn, síðan til Keypmannahavnar at lesa náttúruvísindi og búskap. Meðan hann las, skrivaði hann um ábøtur á føroyskan landbúnað. Tað varð ikki lurtað eftir honum. Í 1770?-?árunum væntaði hann sær stóra uppgávu frá myndugleikunum. Vinmaður hansara fekk hana.Seinni fær hann høvi, fer til Føroya í 1781?-?82 og savnar tilfar til eitt stórverk. Tað varð ikki prentað.
En kulturhistorisk tidsrejse Et perifert og uspoleret land med frisk luft, vand, klipperigt og forrevet, frodigt. Færøerne er kontrasternes land. Øerne er både barske og romantiske. Er det blæsende og overskyet, bryder solen alligevel ofte flere gange dagligt igennem skyerne. Kald det ustadighed eller et varieret klima. Lige meget hvad vi kalder det, er det med til at gøre øerne evigt levende og charmerende.
Sankta Ólavs kirkjulið varð stovnað í 1915. Í november 2015 hevði tað sostatt verið eitt føroyskt kirkjulið á fólkakirkjugrund í Keypmannahavn í 100 ár. Hetta minnisritið varð útgivið til tess at fagna kirkjuliðnum í samband við 100 ára hátíðardagin. Í bókini verður í breiðum strokum sagt frá søguni hjá kirkjuliðnum og eisini verða prestar og leikfólk, ið hava havt stóran týdning fyri kirkjuliðið leysliga lýst.
So langt aftur, sum eg kann minnast, havi eg hoyrt fólk siga, at tíðin undir bretsku hersetingini 1940-45 elvdi til so stórar broytingar í Vágum, at tað var torført at siga frá teimum.Tí fekk eg hug at kanna, hvussu viðurskiftini vóru í Vágum fyri hersetingina,hvussu hon ávirkaði samfeløgini, og hvørjar broytingar hon hevði elvt til eftir krígslok.Tíðarskeiðið, sum verður viðgjørt, er sostatt í høvuðsheitum frá umleið 1930 til 1960.
Í alt eru 13 tilburðir í bókini. Alt frá bjarging av ungfólki í bili á havsins botni til bragd framt í tyrlu undir bjarging. Søgurnar eru úr Vágum, Suðuroynni, Norðoyggjum, Eysturoynni og Streymoynni
Í hesari ph.d.-ritgerðini verður kannað, hvørt tær broytingar, sum eru farnar fram innan fyri átrúnaðarliga lívið og landslagið í Føroyum tey seinastu áleið 30 árini, kunnu lýsast sum sekularisering ella ikki. Ritgerðin tekur útgangsstøði í tíðarskeiðinum frá 1979 til 2009 , og er grundað á greiningar av millum annað løgmannsrøðum, samgonguskjølum, námsætlanum, samrøðum við samkomuleiðarar og samrøðum við einstaklingar, sum hava tilknýti til eina ella fleiri samkomur í Føroyum.
15 ótrúligar hendingar eru í bókini. Nakrar av hendingunum eru hesar: Kavari úr Fuglafirði, sum kemur í neyð á havbotninum. Um ein hund í Stóru Dímun, sum bjargaði smádreingi frá at detta útav eggini. Marjus Dam, sum kemur í dýrastu neyð, meðan hann koyrir og eldur brádliga kemur í bilin og bremsurnar svíkja.Um blinda kvinnu, sum dettur niður á jarnbreyt. Ein hending tá maður úr Skúgvi fór á glið í bjørgunum, steðgaði tá annað beinið hekk út av eggini.
Í 1952 fór Kristian Osvald Viderø frá sum prestur í Hvalvík og gjørdi sína víða gitnu ferð til Jorsala. Vallarin, heimspekingurin og droymarin var leingi á ferð. Burtur úr leitanini kom henda sjaldama bókin, sum tvinnar eygleiðingar og minni og hugleiðingar saman í sjaldsaman og hugtakandi skaldskap.
Vestnordisk samfundsforskning - med særligt blik på Færøerne.
Bókin mennir háttalag at kanna fortreytir og eyðkenni fyri grundlógarroynd, hvussu dómstólar og aðrir óheftir trætustovnar taka støðu til, hvørt lægri lóg er í samsvari við hægri. Nógv venja verður umrødd og hugt verður at stórum tali av úrskurðum úr mongum ymsum londum og løgdømum.
Hetta er ein bók um føroyska skipasøgu, um lokala søgu og um menniskjalagnur, sum vóru kollveltar eftir eini nátt. Tá sluppin Immanuel gekk burtur fórust 19 menn harav 11 úr Søldarfirði og onkur av Skipanesi og Gøtu. Við Lauru fórust somuleiðis 19 menn, flestir úr Suðuroy.
Frásøgnir, serligir tilburðir og samtíðarlýsing av Havnini. Bókin lýsir annars Skansaverkið 1812-1865, Havnar skúla 1812-1912 og Havnar traðasøgu fram til 1909 við nágreiniligum yvirliti yvir traðir í Húsahaga og Flatnahaga/Álakershaga.
Fólk vita at siga frá tilburðum, tá ið tey sjálv ella onnur hava verið í lívsvanda, men har tey tó á løgnan hátt eru komin heilskapaði burtur úr tí lívshættisligu støðu, tey vóru í.