Kulturdenkmäler in Kirkjubøur
Útgávan er liður í miðlan savnsins av mentanararvinum í Kirkjubø. Í høvuðsheitum fevnir hesin mentanararvur um leivdirnar av stórbæru dómkirkjuni, sum vit vanliga nevna Múrin, um sóknarkirkjuna, ið er einasta miðaldarkirkja, ið enn er í brúki í Føroyum, um lítlu kirkjutoftina úti á Líkhúsfløtti og um tað, sum eftir er av biskupsgarðinum. Gamli bispagarðurin er í dag partvíst kjallari undir miðaldarligu bóndahúsunum í Kirkjubø.
Ancient monuments in Kirkjubøur

Fortidsminder i Kirkjubøur

Fornminni í Kirkjubø

Lív og lagna á Líðini
Tá ið kendi skiparin í Rituvík, Magnus Salomon Olsen, doyði av sjúku tann 13. desember í 1940 bara 50 ára gamal, sat einkjan, Elspa, einsamøll eftir við tólv børnum, tað elsta 20 og tað yngsta tvey ára gamalt.Tað kundi ligið nær at hugsað sær, at húskið á Líðini í Rituvík fór at syndrast, tí nú fóru fleiri av børnunum óivað at verða send øðrum at fostra upp. Men so varð ikki.Við góðari hjálp frá fýra teimum elstu børnunum megnaði Elspa tað, at húskið ikki syndraðist.
Í fótafari Paulusar (14)
Arne Falk-Rønne hevur gingið í fótaslóð Paulusar, soleiðis sum hann í mong ár ferðaðist ígjøgnum londini í Næreystri, til hann endaði sínar dagar sum pínslaváttur í Róm.Á stak áhugaverdan hátt knýtir hann fortíð og nútíð saman til eina modernaða ferðafrásøgn.“Eg setti mær fyri at ganga somu gøtur, sum Paulus gekk, og skriva um plássini. Tí er hetta ein ferðabók. Men á leiðini gjørdi eg mær eisini eina mynd av manninum Paulusi og royndi tí at lýsa mannin, lív og ferðir hansara.”
Gróður í Havn (12)
Havnin er vaksin við miklari ferð farnu øldina,og ein partur av menningini hevur verið, at býurin er nógv grønkaður. ì býnum er ein hópur av vøkrum urtagørðum, fríøkjum og plantingum við vegir og bygningar. Farið varð so smátt undir skipaða træ og runnaplanting seinna helming av 19.øld. Í 1885 varð fyrsta royndin gjørd at gróðurseta eina viðarlund í Gundadali. Hon miseydnaðist,men roynt var aftur í 1904,og tá bar til.Átakið var byrjanin til allar hinar viðarlundirnar í Føroyum.
Skakandi tilburðir 13 (22)
Hesaferð eru nakrar søgur, sum hava fingið altjóða umtalu. Her kann t.d. nevnast: føroyingur, sum fekk skaða í yvirgangsatsókn, føroyingur, sum bleiv afturhildin í Turkalandi á óunniliga hátt. Ein frágreiðing er um, tá føroyingar vildu hjálpa sovjetiskum skipi í havsneyð, men sum ikki vildu hjálpast. Eisini er hending um smádreingir, sum fingu álvarsligar brunaskaðar, tá teir spældu við eld. Umframt fleiri aðrar áhugaverdar og spennandi frásagnir.
Sakarmálið móti Bucharin
Rættarmálið móti Bukharin, sum mest kenda ákærdi, er tað síðsta av trimum stórum rættarmálum í 1936, 1937 og 1938 í Moskva móti fyrrverandi leiðandi bolsjevikkum í Sovjetsamveldinum, umframt øðrum fólki í umsitingini, herinum og onkrum vísindamonnum. Aftaná komu ikki fleiri rættarmál og skjótt brast heimskríggj á.
Bygdasøga 3.Nes-Toftir-Saltnes
Triðja bindið í bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes er ein ættarsøga burturav. So at siga øll, sum hava búð í hesum trimum bygdunum í Nes kommunu, eru umrødd ella nevnd í ættarbindinum. Ættarsøgan er bygd upp hús fyri hús fram til 1960. Ein kapitul er harumframt um tær vanlukkur, sum eru hendar millum ár og dag á Nesi, Toftum og Saltnesi.
Tær bygdu land, MP3
Bókin er eitt savn av søgum um 20 kvinnur, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli.
Árnafjørður (4)
Eitt, sum hevur hugtikið okkara ættarlið nógv, eru tey mongu staðarnøvnini, sum forfedrar okkara hava nýtt bæði í bø, haga og fram við landi.Tað var av stórum týdningi í dagligari talu at kunna staðfesta tey ymisku støð-ini við navni,tá ið greitt varð frá,hvar ið ein seyður seinast var sæddur, ella hvar hann lá, og somuleiðis at kunna samskifta um ymisk onnur viðurskifti.Eisini hevur tað verið meira viðkomandi fyri føroyingin fyrr at kenna hesi staðarnøvn, enn tað er nú á døgum.
Skakandi tilburðir 12 (20)
Í hesi bókini eru fjúrtan frásagnir:Eitt nú sigur hvalbingur frá hending úti í Lítlu Dímun, tá ið hann var ungur, hvar tað stóð illa til, tí menninir sluppu ikki av aftur oynni. Sagt verður frá smádreingi í Sørvági, sum misti lívið av mortergranat. Strandingur, sum var raktur av hørðum ravmagnsstoyti. Skelkandi hending við Eysturgrønland, har skiparin fór í havið og kom fyri skrúvuna.
Bárðar søga
Bárðar søga Snæfellsás, er fyrndar gomul.Kanska 800 ár.Hon er skrivað í skinnbók frá 15.øld,og líkliga er hon saman sett í 14.øld.Málið er gamalt og gott.Tað er lítið í søguni sum er álítandi,sonn søga. Tó er hon forvitnislig,tí hon sigur,hvussu fólk trúðu tá á døgum.Á ein hátt er tað søgan um stríðið í millum heidni og kristni - sagt sum eitt ævintýr. Vit eru ikki von við slíkar navna rexur nú á døgum.Tí er hon heldur tung fyrst.Men síðani lætnar og klárnar sum longur verður lisið.
Bygdasøga 2.Nes-Toftir-Saltnes
Nes kommuna er í ár 50 ár. 50 ár er eingin aldur fyri eina kommunu, men Nes kommuna valdi at seta ein varða við hetta vegamót og geva fólkinum eitt sindur av søgu. Av sær sjálvum er partur av hesi søguni um upprunan hjá føðingardagsbarninum,kommunun men bróðurparturin av innihaldinum í teimum trimum bókabindunum snýr seg um ætt, lív og samfelag í bygdunum, ið mynda kommununa, Nes, Toftir og Saltnes.
Bygdasøga 1.Nes-Toftir-Saltnes