Fyrsta losjan í Føroyum sá dagsins ljós 1.mai 1902. Bókin varpar ljós á tað arbeiði sum stovnarin Laurits Henriksen legði í losjuna tey fyrstu árini. Greitt verður eisini frá øðrum týðandi viðurskiftum sum losjan hevur arbeitt við.
Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá hoygging og torvskurði, neyta- og seyðahaldi, hvala- og fuglaveiðu og høgtíðum.
Bókin er ætlað at verða brúkt sum lærubók og sum handbók hjá grannskoðarum og advokatum, eins og hjá øllum, sum arbeiða við skattafakligum evnum í t.d. peningastovnum, tryggingarfeløgum og hjá skattavaldi.
Skemtisending. Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt.
Dentur hevur í fyrsta lagi verið lagdur á at lýsa missiónsvirksemið, sum Elsa hevur verið við í. Í øðrum lagi verður givin ein lýsing av Etiopia, landi og fólki. Í triðja lagi verður Etiopia lýst undir tí kommunistiska stýrislagnum 1974-1991.
Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Beck og Sønner, Kjølbro og brøðrasamkoman.
Heini fer í hesum bindi saman við tveimum skúlafeløgum eina dólgaferð eystur um hav til Noregs, m.a. til arbeiðis niðri í gomlu silvurnámunum langt undir jørð í Kongsbergi og til Bergens at lesa.
Hóast Nólsoy hevur fostrað fleiri skrivandi og søgufróð fólk, so hevur hon onga heildarsøgu fingið í bók fyrr enn nú. Styttri og longri søgubrot eru skrivað í ymsum spjaddum verkum. Men nú fáa nólsoyingar søgu sína í tveimum bindum í senn.
Ernestine greiðir frá søguni hjá tí, sum tá varð kallað ein av Føroya vakrastu skonnartum. Dávur úr Gerðum, skipari, hevði sæð hana undir Íslandi. Honum dámdi skipið so væl at hann og bróðurin, J. F. Kjølbro, keyptu Ernestine úr Fraklandi í 1927.
Dals søga er í høvuðsheitum um ættarbond, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at Dali. Frágreiðingar um lívshátt og tilburðir, og ein partur er um, hvussu tað var í Dímun, tá ið rættiliga nógv fólk var har uppi.
Gerandisdagurin í Føroyum frá 1907 og fram. M.a. brot ið vísa mjólkagentur ið binda og føroyskt ítróttarlív upp gjøgnum tíðina.
Grindadráp úr einum søguligum og etnologiskum sjónarhorni frá landnám til í dag. Byggir á bæði eldri og yngri heimildir. Umframt søguligu og etnologisku lýsingarnar er kapitul um grindadrápið og føroyskan samleika og fatanin av hesum í umheiminum.
Grundin fyri bókini er útvarpstátturin Orðabókin, sum varð send 14. hvønn dag vetrarhálvuna frá 1969 til 1993. Við hesari bók kunnu vit og komandi ættarlið fáa lut í allari hesari vitan um mentanar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir.
Staðanøvn innangarðs á kort.
Við myndahøggaranum Hans Paula Olsen og kvinnuligu nakinmodell hansara í atelierinum í einum bakgarði í Keypmannahavn, har Hans Pauli er í holt við størstu standmynd sína nakrantíð, har hann rummiskur greiðir frá sínum tonkum um list og tað at skapa.
Lýsir nógv ymisk og sjónlig spor og merkir í hellunum í Tinganesi. Talan er um búmerkir, sólur, árstøl, nøvn, graffiti, bókstavir og krossar, sum øll eru lýst bæði við mynd og teksti.