, ,

Antisemitisma

Í seinna heimsbardaga - árini 1939-45 - gjørdi Týsklands valdsharri av at myrða allar heimsins jødar. Tað eydnaðist Hitleri og hansara skutilsveinum - nazistunum - at taka um seks milliónir av jødum av døgum. Hesi fólk vórðu gassað til deyðis, skotin ,svøltað í hel, fryst í hel, sligin, hongd, kvald, eitrað, pínd, brend og avlívað á annan hátt.

Price range: 350,00 kr. through 3.150,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, , ,

Kristian Djurhuus 1940 - 1984 (12)

Eftir at vera farin úr politikki skrivaði Kristian niður sína hendingaríku lívssøgu. Tilsamans skrivaði hann góðar 2.000 síður, sum í sær sjálvum vísir hansara nærlagda lyndi, og hann hegnisliga m.a. bretsku hersetingina, fólkaatkvøðuna í 1946, Heimastýrislógina, Sjóvinnubankan, verkføll og klaksvíksstríðið.

275,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Petur Mohr Dam (16)

Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð. Hann kom á Føroya Løgting 1928 og stríddist sín tretivuárabardaga líka til 1958.

350,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hugleiðingar av marbakkanum (16)

Við alski verða fólk og støð lýst. Stundum í ritroynd­um, stundum í vanligum minnislýsingum. Í teimum ­tekstunum, har høvundurin minnist aftur á meira ella minni søguligar smáhendingar í Havn, bera tekst­irnir brá av autofiktión. Eitt val, ið er tilætlað fyri at loysa seg eitt sindur frá sjálvari hendingini og gera hana øllum viðkomandi.Undir tekstunum liggur alsamt ibsenska staðfestingin: Evigt ejes kun det tabte! Men tað, ið mist er, er her skilt sum tað, ið farið er–ikki tað, ið horvið er

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Sandoyar kirkjubók 1719 - 1892 (4)

Sandoyar kirkjubók 1719-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum sandoyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum fimm sóknunum í Sandoyar prestagjaldi: Heima á Sandi, Skálavík, Húsavík, Skúvoy og Stóru Dímun. Her kann síggjast hvørji børn vóru doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.

548,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Minni frá míni lívsleið (10)

Høvundurin er føddur í Lamba í 1946. Hann greiðir livandi og skemti­­liga frá sínum barnaárum, sínum unglinga­árum og sum vaksin. ­Hann er góður frásøgumaður og leggur við hesari bókini eitt klípi aftrat, hvussu tað var at vera barn í fimmtiárunum, hann lýsir hjartalagið í fólki á ­s­mápláss­um, hvussu tey dugnaðu hvør øðrum, hvussu tey hjálptust við lítið, hvussu bjart­skygnið setti dám á sekstiárini, og við tí sum støði lýsir hann eisini sítt ­arbeiðs­lív seinni, eina­mest sjólívið.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tættir og brot úr Bíggjar søgu (6)

Óla Jákup Guttesen er ein teirra, sum hava sitið trúliga á landsskjalasavninum við kirkjubókum, fólkateljingum, skiftiprotokollum, sýsluprotokollum og tinglýsingarbókum og roynt at fingið skil á, undir hvørjum korum fólk í teirra heimbygd hava livað upp ígjøgnum tíðirnar.Nú hevur bygdin við tí vakrasta útsýninum ­fingið nakrar av sínum ógviliga týðandi táttum festar á blað, so teir ikki hjána burtur.

448,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Suðuroyar kirkjubók 1745-1892 (5)

Suðuroyar kirkjubók 1745-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum suðuroyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum seks sóknunum í Suðuroyar prestagjaldi. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.

548,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sálareyga (19)

SÁLAREYGA er bókin um 40 ára søguna hjá Sinnisbata. Um felagið, sum síðan stovnanina í 1982 hevur arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Longu sjey ár eftir stovnanina, í 1989, hevði felagið keypt tvey hús, sum síðan hava verið nýtt sum bústovnar til sinnisveik.

398,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Saman tí standið (11)

Saman tí standið er minnisrit um SEV, sum Jógvan Arge letur úr hondum, nú 75 ár eru liðin síðani stovningardagin 1. oktober 1946, tá 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágoynni tóku fyrsta stigið til at fáa føroyingum eitt samhaldsfast elfelag, sum enn er lívæðrin í føroyska samfelagnum. Søgan um SEV er samstundis søgan um føroyska samfelagsmenning, tí uttan eitt vælskipað elfelag høvdu vit verið eftirbátar á so mongum økjum.

350,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Kristian Djurhuus (8)

Kristian Djurhuus (1895-1984) kann sigast at hava verið á hægstu rók í føroyska samfelagnum í 50 ár. Fyrst og fremst er Kristian kendur sum okkara næsti løgmaður aftaná heimastýrislógina. Hann var virkin í politikki í 34 ár fyri Sambandsflokkin, og av hesum vóru heili 18 ár í landsstýrinum - tað mesta nakar hevur verið.

150,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Dias á Heyggi og samtíð hansara (8)

Johan Andreas Godtfred vanliga nevndur Dias á Heyggi livdi frá 1879 til 1968. Hann var í síni tíð kendur sum skipari og vinnulívsmaður og virkin í Brøðrasamkomuni. Hesum greiðir Absalon væl frá. Millum frásagnirnar eru nógvar, sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað er sera heppið, at hesar nú eru varðveittar fyri eftirtíðina.

390,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Havnar Handverkarafelag 70 ár

Í hesum seinna bindinum verður greitt frá virkseminum hjá felagnum, sum legði stóran dent á at fáa allar handverkarar í Havn skrásettar sum limir og eisini teir í almennum størvum og útlendingar, sum starvaðust sum handverkarar í Føroyum. Bókin viðger eitt nú eitt stríðsmál í seinnu helvt av 1990’unum við meistarafeløgini um stýring og leiðslu á Tekniska Skúla í Havn.

328,00 kr.
Vís meira