Eftir at vera farin úr politikki skrivaði Kristian niður sína hendingaríku lívssøgu. Tilsamans skrivaði hann góðar 2.000 síður, sum í sær sjálvum vísir hansara nærlagda lyndi, og hann hegnisliga m.a. bretsku hersetingina, fólkaatkvøðuna í 1946, Heimastýrislógina, Sjóvinnubankan, verkføll og klaksvíksstríðið.
Við alski verða fólk og støð lýst. Stundum í ritroyndum, stundum í vanligum minnislýsingum. Í teimum tekstunum, har høvundurin minnist aftur á meira ella minni søguligar smáhendingar í Havn, bera tekstirnir brá av autofiktión. Eitt val, ið er tilætlað fyri at loysa seg eitt sindur frá sjálvari hendingini og gera hana øllum viðkomandi.Undir tekstunum liggur alsamt ibsenska staðfestingin: Evigt ejes kun det tabte! Men tað, ið mist er, er her skilt sum tað, ið farið er–ikki tað, ið horvið er
Høvundurin er føddur í Lamba í 1946. Hann greiðir livandi og skemtiliga frá sínum barnaárum, sínum unglingaárum og sum vaksin. Hann er góður frásøgumaður og leggur við hesari bókini eitt klípi aftrat, hvussu tað var at vera barn í fimmtiárunum, hann lýsir hjartalagið í fólki á smáplássum, hvussu tey dugnaðu hvør øðrum, hvussu tey hjálptust við lítið, hvussu bjartskygnið setti dám á sekstiárini, og við tí sum støði lýsir hann eisini sítt arbeiðslív seinni, einamest sjólívið.
Kristian Djurhuus (1895-1984) kann sigast at hava verið á hægstu rók í føroyska samfelagnum í 50 ár. Fyrst og fremst er Kristian kendur sum okkara næsti løgmaður aftaná heimastýrislógina. Hann var virkin í politikki í 34 ár fyri Sambandsflokkin, og av hesum vóru heili 18 ár í landsstýrinum - tað mesta nakar hevur verið.
Johan Andreas Godtfred vanliga nevndur Dias á Heyggi livdi frá 1879 til 1968. Hann var í síni tíð kendur sum skipari og vinnulívsmaður og virkin í Brøðrasamkomuni. Hesum greiðir Absalon væl frá. Millum frásagnirnar eru nógvar, sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað er sera heppið, at hesar nú eru varðveittar fyri eftirtíðina.
Hetta er ein bók um føroyska skipasøgu, um lokala søgu og um menniskjalagnur, sum vóru kollveltar eftir eini nátt. Tá sluppin Immanuel gekk burtur fórust 19 menn harav 11 úr Søldarfirði og onkur av Skipanesi og Gøtu. Við Lauru fórust somuleiðis 19 menn, flestir úr Suðuroy.
Bókin um Hotel Føroyar er søgan um eitt hotell og søgan um tað góða lívið. Bókin er ikki skrivað sum eitt minnisrit, men hon fagnar hotellvinnuni, matlistini, undirhaldinum og tí góða lívinum.
Ein bók um ta ómetaligu hugtakandi og tíðum syrgiligu søguna um indianararnar, heilt frá landnámi teirra úr Asia til Amerika og til landtøkuna hjá tí hvíta manninum. Við í bókini fylgjur ein fløga við víðagitnu taluni hjá Seattle høvdinginum.
Ein søgulig lýsing av Petur Alberg, við eitt nú pettum úr dagbók hansara og samtíðarlýsingum.
Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Beck og Sønner, Kjølbro og brøðrasamkoman.
Á donskum. Skaldsøga um drongin Páll, sum veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra. Søgan tekur við um várið 1924, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr aftur dalinum.
Heini Olsen hevur strokið víða í sínum lívi og hevur stóran part av ævini virkað millum fólk, sum eru okkum ógvuliga fremmand. Nú hevur hann í hyggju at taka okkum við sær og endurliva sínar mongu ferðir kring knøttin í orðum og myndum.
Leon Andreassen lýsir bygdina hús fyri hús og býling fyri býling. Í bókini greiðir hann frá ognarviðurskiftum og gørðum í gomlu bygdini. Eisini sigur hann frá tilflytarum gjøgnum tíðirnar umframt at bókin hevur eitt yvirlit yvir fólkið í bygdini.
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
Lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum Maritu Petersen, ið skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum.
Sagt verður frá einum smádreingi, sum lærarin einki væntaði sær av, men sum longu 12 ára gamal tók teir vaksnu á bóli. Sum ungur var hann altíð millum teir bestu ella bestur at fiska á skipi í sjálvdrátti. Sum skipari var hann altíð millum teir fremstu, og hann veiddi ta størstu nøgdina, nakað føroyskt snøriskip fekk eftir einum ári. Hann var 22 ár, tá hann fyrstu ferð førdi skip.