Hvussu nógv sløg av otrum eru? Hvussu fiska otrar? Hvar sova otrar? ì hesi bókini fært tú svarini og nógv annað áhugavert at vita um lívið hjá otrum.
Matvørðuframleiðsla hevur stóra ávirkan á umhvørvið, og eisini á veðurlagsbroyringar. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvar maturin, vit eta í Føroyum, kemur frá, hvat vit gera við matin heima, og hvat vit sjálv kunnu gera fyri at minka um matoyðsl heima hjá okkum sjálvum.
Hákun er bangin fyri øllum møguligum. Mest av øllum er hann bangin fyri at prumpa. Serliga um onkur hoyrir hann. Tá ið tað knappliga fer at buldra og braka í skúlastovuni og veitsluni, halda øll, at tað er Hákun sum hevur prumpa. Hvat skal hann gera?
Hugsa tær, at fólk hava verið á mánanum? Alva droymir eisini um at fara út í rúmdina. Men noyðist hon at bíða, til hon verður stór?
Jørðin doyði fyri tíggju árum síðan. Neo og Niria eru uppvaksin í einari rakett í rúmdini. Mamma og pápi teirra fóru avstað fyri fleiri árum síðan. Tey skuldu byggja eina støð á einari aðrari gongustjørnu. Nú eru Neo og Niria á veg til støðina. Men fara tey at finna mammuna og pápan?
Hugsa tær at hava ein stórabeiggja? Ein, sum altíð tímit at sparka saman við tær. Men eru allir stórubeiggjar soleiðis? Og hvat við teimum, sum bara hava strævnar lítlusystrar?
Djór kunnu ikki verða sombi. Ella kunnu tey? Tey vaksnu góvu leyvunum eitt deytt sombi. Men taå skuldu tey ikki havt gjørt. Tí nú er okkurt púra galið við leyvunum. Og knappliga eru Milo, Samir og Afia í stórum vanda.
Hjálp! Gammurin Polly er sloppin út gjøgnum eitt opið vindeyga. Hvar man hon vera farin? Kanska finnur hon kjøt - helst frá livandi dýrum...
Eg eri so skjót! reypar Hara. Hm! sigur Skjaldbøka trútin. Skulu vit renna um kapp? Men hvør vinnur? Tað sigur hendan framúr livandi endurfrásøgnin úr Esops dømi tær.
Norman elskar tikarar og aðrar stórar kettur so nógv, at hann vil eiga tær. Tí keypir hann bæði leyvur og tikarar og hevur tey í heimagjørdum girðingum. Norman heldur, at hann hevur eitt serligt samband við djórini, og at tey ongantíð fara at leypa á nakran. Men ein dagin, tá ið ein drongurkemur á vitjan, endar heilt galið ...
Eg eiti Lea, og hvølpurin hjá mær eitur Heykur. Í dag skulu vit til djóralækna, tí Heykur skal koppsetast. Allir hvølpar skulu koppsetast. Eg má lata sum einki, so Heykur ikki verður óróligur. Men eg veit eisini, at eg verði bangnari enn Heykur, tá hann fær sproytuna.
Einaferð fingu hvalir etið alt, og tað gjørdu teir. Hetta er søgan um, hvussu alt broyttist.
Hvat er loyndarmálið við Bermudatríhyrninginum? Hvussu bar tað til, at Frælsisgudinnan hvarv? Hvat gjørdi gandakallurin Jasper Maskelyne fyri at lumpa nasistarnar? Í hesari bókini eru átjan gátuførar søgur úr veruleikanum. Tær eru sagdar sum gátur, so vita, um tú klárar at loysa tær. Les, hygg og gita.
Tann óndi sjeriffurin í Nottingham er so ríkur, at hann kann gerast kongur. Bara ein maður kann steðga honum - tað er tann djarvi friðloysingurin, Robin Hood. Men fer tað at eydnast Robini Hood at bróta inn í borgina hjá sjeriffinum og stjala alt ríkidømið hjá sjeriffinum?
Hvat verða kavbátar brúktir til? Nær vóru fyrstu kavbátarnir bygdir? Hvussu sleppur manningin til rýmingar, um okkurt er áfatt? Og hvussu gjørdu kavbátar sítt til at vinna báðar heimsbardagarnar? Her kanst tú lesa um ymisk sløg av kavbátum, frá kjarnorkuriknum risum til evarska lítil robottfør. Tú kanst lesa um spennandi tilveruna umborð á kavbáti og falda síðurnar út, so tú sært ein kjarnorkuriknan kavbát innan.