, ,

Hey! 2. - Arbeiði og frítíð

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+. Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði.

85,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hey! 1. - Familja og vinir

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+. Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði.

85,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Lív Karlamagnusar (67)

Yrkisleið Karlamagnusar var makaleys. Hann byrjaði sum kongur fyri tað hálvbarbariska frankafólkið og endaði dagar sínar sum rómverskur keisari, í veruleikanum ráddi hann yvir eitt Europa, hvørs smástatir hann vann á í óteljandi kríggjum.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Skúlabyrjan. Enskt – mín fyrsta uppgávubók (35)

At læra eitt nýtt mál er bæði stuttligt og spennandi - serliga, tá ið tú hevur spøl og uppgávur! Í bókini lærir tú nógv nýggj ensk orð, sum snúgva seg um bókstavaraðið, tøl, litir, djór, klæði, kroppin, skúlastovuna og nógv annað. Við stuttligum uppgávum, klistrimerkjum og enskum sangspølum fært tú eitt størri enskt orðfeingi - og dugir skjótt framúrskarandi væl at málbera teg á enskum!

69,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Skúlabyrjan. Lær bókstavaraðið við prikkamyndum (35)

Lær bókstavaraðið við prikkamyndum er ein bók við spennandi prikkauppgávum, har barnið á ein stuttligan og undirhaldandi hátt kann: læra bókstavirnar frá A til OY venja fínrørslulagið venja logiska sansin Fylg prikkunum í rættari raðfylgju. Prikkarnir standa í raðfylgju frá A til Oy. Um tú hevur tørv á hjálp, kanst tú hyggja at stavraðnum, sum stendur ovast og niðast á øllum síðunum. Tá ið tekningarnar eru lidnar, kanst tú lita tær við vøkrum litum! Stuttleika tær nú!

69,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Skúlabyrjan. Eg læri um ferðslu (35)

Umráðandi er at læra barnið um ferðsluna og ferðslureglurnar. Og tað ræður um at koma í gongd, so tíðliga sum til ber, tí tað eru nógvar reglur og førleikar, sum barnið skal megna fyri at kunna bera seg trygt at í ferðsluni. Henda bókin er ætlað børnum úr umleið 5 upp í 8 ár - tað er aldurin, tá heilt nógv børn av álvara skulu út í ferðsluna, viðhvørt enntá einsamøll.

69,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Børn í heimsveldi (18)

Børn í heimsveldi sigur á fyrsta sinni frá tí ógvisligu og skakandi søguni um ein tann myrkasta kapittulin í danskari hjálanda­søgu og kannar gjølla, hvat ið hendi, tá ið politikarar og embætisfólk gjørdu av at gera Grønland danskt og gera oynna til ein danskan landslut. Tað varð gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum um ST-leiðreglurnar, við at ganga ímóti tilráðingum frá fremstu løgfrøðingum í Danmark og við at seta í verk nýggjar skipanir, ið skuldu gera grønlendingar danskar.

398,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Finka. Vanlig orð 4-6

Vanlig orð 4-6 er gjørd til tríggjar tær seinastu Vanlig orð-opnurnar við orðum og setningum í Finku. Arbeiðsbókin er knýtt at lesibókini, men kann væl brúkast sum sjálvstøðugt tilfar. Í Vanlig orð 4-6 eru lesi-, stavi- og skriviuppgávur.

75,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Finka. Vanlig orð 1 - 3

Vanlig orð 1-3 er gjørd til tríggjar tær fyrstu Vanlig orð-opnurnar við orðum og setningum í Finku. Arbeiðsbókin er knýtt at lesibókini, men kann væl brúkast sum sjálvstøðugt tilfar. Í Vanlig orð 1-3 eru lesi-, stavi- og skriviuppgávur.

75,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Heini fær vitjan

Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði. Garðurin er langt burtur frá øðrum gørðum. Heini er ógvuliga góður við Svein, sum er ein stórur, glaður grísur. Best dámar Heina at eta og gera mat. Ein dagin kemur Kári at vitja. Heini gleðir seg og ger eina rúgvu av góðum mati, sum teir skulu eta. Men Kári er ikki serliga fittur. Og so kemur alt ov seint....

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Heini endar í bardaga

Heini býr á vøkrum, gomlum garði. Garðurin er langt burtur frá øðrum gørðum. Heini hevur ein stóran, glaðan grís, sum eitur Sveinur, sum hann er góður við. Best dámar Heina at eta. So skjótt okkurt er, sum er keðiligt, so fær Heini sær okkurt at eta. Ein dagin er ein nýggjur drongur í flokkinum. Hann eitur Kári. Hann tekur allan matpakkan frá Heina, og so verður Heini svakur.

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Heykur fer at ferðast

Eg eiti Lea, og eg havi ein hvølp, sum eitur Heykur. Vit eru bestu vinir. Vit hava summarfrí og fara at ferðast. Heykur sleppur sjálvandi við. Tað er nógv at hugsa um, tá iå tú ferðast við hundi.

158,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Robinson Kruso

Tá iå Robinson Kruso endar púra einsamallur á eini oydnari oyggj eftir skipbrot, væntar hann ikki at verða har í fimmogtretivu ár! Hetta er ótrúliga søgan um, hvussu hann kom undan við lívinum.

164,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Eldávaringin

Eldávaringin í skúlanum fer í gongd fleiri ferðir, men eingin eldur er. Hetta er eitt mál fyri skúladetektivarnar, halda børnini.

142,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Inni í djórum - Hvalir og onnur súgdjór

Hvat er inni í djórum? Hvussu stór er sodningarleiðin hjá gorillu? Hvussu ger kúgvin mjólk? Hvussu leingi liggur fílaungin í móðurlívi? Hvussu nógv vigar ein royður? Hvussu leingi býr kenguguungin í posanum hjá mammu síni? í hesi bókini sleppur lesarin inn í fimm STÒR djór.

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Í havsneyð

Havið kann vera eitt tað vandamiklasta staðið at vera. Tó hava søgur altíð verið um skip og manningar, sum eru komin frá skipbrotum, álopum og uppreistrum við lívinum. Og summi hava valt at bjóða sær sjálvum av og fara um ovurstóra havið einsamøll í báti. ì hesi bókini kanst tú lesa um nøkur av teimum kendastu fólkunum, og hvussu tey komu undan á lívi. Hetta eru søgur um fólk, sum í sera truplum og vandamiklum støðum hava víst ótrúligt dirvi, treysti og framúr góðan sjómanskap.

96,00 kr.
Legg í kurv