Reyðhetta fer at vitja ommu sína. Men í skóginum bíðar ein sera svangur úlvur við eini lúnskari ætlan.
Í bókini eru tvær hugtakandi søgur um Huldu, heimsins løgnastu heks, og frensin Brúsa. Í Flúgvi-bløðran gandar Hulda sær eina bløðru, so hon kann flúgva av stað frá øllum óruddinum við hús. Í Ráðaríka Hulda ætlar Hulda at flyta alt innbúgvið, men innbúgvið ætlar nakað annað!
Øll í løgregluni handtaka skálkar. Uttan Gutti. Skammikrók, siga hini. Men í morgin . . . tá skal Gutti vísa teimum.
Todd tveitti seg niður, og bkørnin fór at klóra og bíta. Todd føldi, hvussu bjarnaklørnar skóru ígjøgnum ryggsekkin. Hann helt aftur um háls og nakka á sær. Hjartað dukaði í bringuni á honum. Hann var sloppin við lívinum í fyrra álopinum, men tað var als ikki vist, at tað fór at eydnast eina aðru ferð afturat. Um bjørnin fekk hol á eina av teimum stóru bjóðæðrunum, so fór hann at bløða út í skóginum.
Hví eru summi dýr eitrandi? Hvat hendir, tá ið ein ormur bítur? Hví stinga vespur? Hvat er tað mest eitrandi dýrið í sjónum? Í hesi bókini fært tú svarið og meiri at vita um vandamikla heimin við eitrandi dýrum.
Tá ið pápi Bellu hentar eina rósu í urtagarðinum á einum slotti, møtir hann einum ræðuligum ódjóri. Djarva Bella setir sær fyri at bjarga pápanum... men hvat bíðar henni á gandaða slottinum?
Fýra vikur í summarhúsinum uttan vinkonur! Hetta verður tað keðiligsta summarið, hugsar Birita. So hittir hon Kristinu, og alt sær út til at verða gott. Men summargávan frá Kristinu ger alt so trupult.
Djóra-Djóni sigur frá sínum yndis póldjóri. Frá hvítrevinum til náhvalin. Visti tú? At ternan flýgur umleið 71.300 km á hvørjum ári? At tenninar á bóghvítuhvalinum gerast 10 cm langar? at pingvinin heldur eggið heitt við at hava tað á fótunum og fjala tað við fjaðrahúðini?
Samstundis er hvør einasti ránsmaður og tjóvur í býnum Rosenhill bangin fyri at hitta loyndarfullu superhetjuna. Øll uttan tann vandamiklasti skálkurin, Wolfgang. Hann er móður av at verða hóttur av Reyða skortinum, og hann hevur sett sær fyri at steðga superhetjuni, einaferð med alla.
Vandamiklasti skálkurin í býnum, Wolfgang, hevur rænt borgarstjóran og vil hava Reyða skortin afturfyri. Leingi hevur hann roynt at fanga Lisu, og nú tykist hann vita júst, hvussu hann skal bera seg at. Lisa veit ikki síni livandi ráð - skal hon bjarga sær sjálvari, ella geva seg upp í hendurnar á rænaranum fyri at bjarga borgarstjóranum? Men brádliga fær hon óvæntaða hjálp. Spurningurin er bara, um Lisa kann líta á nýggju vinirnar?
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Plakat til undirvísingina í støddfrøði í miðdeildini. Serliga væl egnað til Rokning 6a og Rokning 6b.
Amboðið er hent at brúka saman við bókaheildini Rokning ella Skygni, tá arbeitt verður við mongd, vekt ella longd. Ofta er trupult at fáa skil á eindunum, kilo, hekto, deka, desi, centi og milli, men við hesum amboðnum gerst umskrivingin meiri ítøkilig og kanska lættari.
Mai og Fríða eru bjóðaðar í føðingardag hjá Annu í flokkinum. Adam, sum Mai hitti í Tivoli, tá ið hon var har saman við Fríðu, kann eisini sleppa við. Men hvussu nógv leggur Adam altso í Mai? Mai veit ikki rættuliga. Og als ikki, tá ið hon av óvart sendir honum heimsins pínligastu boð á Facebook.
Tak tað, segði Janus og rætti henni tað hjartaskapaða plastílatið. Tað var fult av sandi og skitti. Elin fór at flenna. Tey vóru einsamøll í skúlagarðinum. Her, smíltist hann og kom yvir til hennara. Tann skitna hondin nærkaðist hennara. Tað stakk í húðini. Janus var eitt sindur lægri enn hon, men so vakur, helt thon. Og so var hann so fjasutur. Elin var illa við, og nú dukaði hjartað hart. Hon dugdi ikki at finna upp á nakað kul at svara honum.
Sanna fekk nýggja súkklu í føðingardagsgávu, men morgunin eftir er hon burtur! Hvør man hava tikið hana? Um at missa okkurt og hjálpa øðrum. Og um ar finna ein vin.