Allar fýra vinkonurnar skulu gista hjá Onnu. Men Birita hevur ikki hug. Henni dámar ikki at gista hjá øðrum. Men tað kann hon ikki siga, tí so halda tær hana vera ein ræðuskít.
Einaferð dugdi kenguran ikki ar hoppa. Í bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum gjørdi, at kenguran fór at hoppa.
Einaferð, tá ið heimurin enn var nýggjur, hevði kamelurin onga kúlu. Hetta er søgan um hvussu hann fekk kúluna.
Eitt langt ýl beint við fær tað at renna kalt eftir bakinum á Marki. Við villum ýlum leypa Úlvarnit á hann. Nakrir Úlvar taka Mark inn í eitt lítið rúm, har nakrir sementsekkir liggja. Nú er hann greiður yvir, at teir veruliga ætla at seta hann í sement. Harkaliðið meinti tað í álvara!
Kim hatar alt: boksing, familjuna, lívið. Men tað má vera okkurt, honum dámar
Tá ið vit skriva, liggja reglurnar ofta eftir í orðabókum og mállærum – og ikki beint við hondina. Skal ð’ið vera har ella ei? Var tað ý ella í? Var tað æ ella a? Skal komma standa her? Hvussu býti eg hetta orðið? Høvuðsreglurnar, sum lúka tær flestu villurnar, eru nú á kápuni um bókina, sum tú skrivar í. Tað er ómakaleyst!
Bókin viðger kyn í føroyskum, og tað verður víst,at kyn er reglustýrt. Reglurnar eru eftir merking og eftir formi. Í bókini eru eisini orðafrágreiðingar, sum lesarin kann brúka og eitt leitiorðayvirlit, sum ger, at hon kann brúkast at sláa upp í, um lesarin hevur ivamál um eitthvørt í føroyskum.
Mai og Fríða eru bestu vinkonur. Men so hittir Fríða Jóhan, og Mai veit ikki rættiliga, hvat hon skal gera av sær. Hví dámar Fríðu ikki Palla longur, tað gjørdi hon jú fyri eini viku síðan? Torir Mai at fara á stevnumøti við Fríðu og Jóhani og vini hansara, Tóri ? Og man dreyma-sjeikur hennara vera onkustaðni ?
Í oktober í 1347 herjaði ein ræðulig pest Evropa. Sjey ár seinni var helvtin av íbúgvunum í Evropa deyðir av pestini. Til samans kravdi svartideyði í øllum førum 100 milliónir mannalív. Hetta er søgan um pestina, sum broytti heimin fyri alla tíð.
Nær var steinøldin ? Hvussu gjørdu fólk amboð úr steini ? Hvat ótu tey, og hvar búðu tey ? Í hesi bókini fært tú nógv at vita um steinøldina.
Nær var jarnøldin? Hvussu gjørdu fólk jarn ? Hví var jarn gott til at gera tól og vápn burturúr ? Hvussu vóru fólkini, sum livdu í jarnøldini ? í hesi bók fært tú nógv at vita um jarnøldina.
Einaferð fyri langari tíð síðan høvdu fílar stutta nøs. Hetta er søgan um, hvussu fílurin fekk langa nøs.
Alligatorar eru stórir! Teir hava ein ógvusligan og sterkan hala og øgiligar tenn. Teir størstu alligatorarnir viga umleið líka nógv sum eitt ross. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu teir liva, hvat teir eta, og hvussu teri uppala ungar sínar.
Skaldsøgan Løgmansdóttirin á Steig byggir á sagnirnar Løgmansdóttirin í Vágum, Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn umframt annað søguligt skjalatilfar. Søgan gongur fyri seg í fyrru helvt av 18. øld.
Hóast bóndagarðurin ongantíð hevði verið snotiligari, so fagnaði Arnóra ikki nýggja garðinum, sum so nógv onnur. At gera alt so stórfingið fær okkum at sýnast hástór. helt on fyri. Tað er sum at veittra við ríkidømi sínum, so øll skulu síggja. "Tað er eingin orsøk at liva sum fátækafólk, um tú hevur ráð at liva sum greivi," helt Guðrun fyri. Skaldsøga Húsfrúgin í Húsavík byggir lutvíst á hugflog og lutvíst á skjøl, eitt nú Húsavíkarbrøvini, frá 14. og 15. øld.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum.