Kalt blóð 12- Í síðstu løtu
Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli?
So les bøkurnar í røðini kalt blóð.
Sigrið stríðist sum frá sær sjálvari at sleppa leys.Hon rópar á Kára, at hann skal steðga.
Hann hyggur bara kaldliga at henni. So trýstir hann eitt handtak í botn.
Spakuliga flyta stálveggirnir seg móti bilinum.
Gívraskúlin 2- Gandakortið
Myrkursins gívur hevur tikið Flosa. Asta og Ravnhild hava funnið kortið yvir portrini í skúlanum, so tær sjálvar kunnu fara eftir Flosa og fáa hann leysan. Men skúlastjórin heldur eyga við teimum. Tær mugu tí ansa sera væl eftir, um tað skal eydnast teimum at finna ein nýggjan veg inn í heimin hjá myrkursins gívrum. Hvat er tað, sum gongur fyri seg í Gívraskúlanum?
Gívraskúlin er ein røð um vinalag, gand og myrk loyndarmál.
Bøkurnar kunnu verða lisnar sum sjálvstøðugar bøkur.
Stinkandi fakta
Finnast dýr og skordýr, sum brúka ringan lukt at ræða við?
Etur nakar mat, sum stinkar?
Lukta tínir prumpar betur enn prumpar hjá øðrum?
Og torit tú at gera eina prumpi-roynd?
Í bókini finnur tú svarini og eina trupla roynd.
Stuttligir spurningar um dýr
Hvat dýr er í vanda fyri at doyggja, tá ið tað fer á ves eina ferð um vikuna?
Hvat er heimsins mest eitrandi dýr?
Hvat dýr hevur fýrakantaðan kukk?
Svarini finnur tú í hesi stuttligu bókini.
Handbók fyri superhetjur 11, Stórskálkar
Um vit kunnu gera mistøk, kunnu vit eisini gera góðar gerðir. Lisa fær seg næstan ikki at trúgva tí: Omman og Karolina eru eisini superhetjur! Og tað eru tær, sum hava skrivað Handbók fyri superhetjur! Men áðrenn Lisa fær tær um meira, verður handbókin stolin. Nú má hon stríðast fyri at finna hana - Um bókin endar í skeivum hondum, so verður heilt galið! Samstundis fær Volfgang eitt tilboð, sum broytir hansara lív... Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki. Hetta er ellivti partur um superhetjuna, Reyða skortin og hennara vinir.
Krypto 7. Eldhav
Ofelia og Bernard kunnu endiliga taka sær av løttum eftir nógvar vandamiklar ferðir. Men friðurin varir ikki leingi. Tá Ofelia missir tað kærasta, hon eigur, má hon aftur á eina vandamikla ferð til Fingalsoy. Og á ferðini eru vandar bæði uppi yvir og undir vatnskorpuni. Og ofelia kemur fram á eitt hús, sum tykist sera, sera kent...
Eldhav er sjeynda bókin í røðini Krypto.
Il vecchio e il figlio
Un romanzo dalle Isole Føroyar (o Faroer), alcune briciole di scogliere basaltiche situate al centro dell'Oceano Atlantico Settentrionale, a centinaia di chilometri dalle terre più vicine, Isole Shetland, Islanda, Norvegia, Scozia.
Il primo romanzo tradotto direttamente in italiano dall'orignale in lingua faroese, una lingua erede diretta del Norreno delle saghe nordatlantiche.
Una vicenda umana avvincente e coinvolgente che ci porta in un villaggio di queste isole nei primi decenni del Novecento, e ci fa conoscere e riviere con realismo, partecioazione umana, umorismo e poesia la vita di una famiglia in un periodo in cui i radicali cambiamenti economici, sociali, culturali ed etici, portati in quegli anni dalla pesca industriale, mettono profondamente in conflitto fra di loro le generazioni.
Rokning 5a, javnbók
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum















