Tá ið Nora byrjar í 6. flokki, er einki longur, sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðan tær vóru smágentur, vil nú bara vera saman við Fanný.
Fyrstu niðursetufólkini inni á Fjørð í Vestmanna vóru Ole Zacharias Olsen, nevndur Gamli Óli og konan Maren Elisabeth Joensdatter, nevnd Nólsoyar Marin og Ole Zacharias Jacobsen, Óli í Lon og konan Anna Margretha Simonsen, Greta í Toftum. Hjúnini bæði búsettust á Fjørðinum í 1862 ella fyrst í 1863. Tað eru tey seinnu hjúnini og eftirkoarar teirra, handa bókin er um.
Fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla gerandissøgu, sum børnini hava lætt við at kenna aftur, og sum er løtt at lesa, tí tónin er lættur og skemtingarsamur.
Matuppskriftir til soltnan og heilsugóðan mat, og sum hóska til teirra, ið hava diabetes, hjartasjúkur og æðrakálking.
Føroyskt mál, málsøga, mállæra.
Um sjálvstýrisstríð Íslands í 1600 talinum.
Kórsatsir eftir Karl Clausen. Á kórbóklinginum eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk.
Um sjálvstýrisstríð Íslands í 1600 talinum.
Kol og Aya hava fingið eina trupla uppgávua at loysa. Men tey vita, at saman eru tey sterk, og at tveir geislasteinar hava størri kraft enn ein.
Fyrst í bókini eru hugleiðingar um Eiðisi bygd og so staðanøvnini.
Helena ynskir sær so inniliga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei. Helena finnur tí uppá ein ósjónligan hund, sum hon kallar Hussie.
Prinsessan er ógvuliga forkelað og fær alt, sum hon vil hava. Tá ið hon fyllir átta ár, sleppur hon at velja sær okkurt, sum hon ynskir sær – og hon ynskir sær ein grís.
Innihald: Gráglómur ; Blóð ; In memoriam ; Frostrósan ; Leikalindin ; Hellið ; Vøkufuglurin ; Postalínsdukkan ; Hin loyndi urtagarðurin