Bókin er onnur í røðini um Juliu og Jónas, sum eru tólv ára gomul. Mamma Juliu er fotografur, og pápi Jónas er blaðmaður, og tey arbeiða á dagblaðnum FFF. Hesa ferð skulu foreldrini arbeiða saman og skriva um norsk ríkmannabørn á einum víngarði í Toscana í Italia. Julia og Jónas eru við teimum og sleppa við í ein føðingardag í loyndarfulla Caiano-húsinum, har ymiskt løgið fer fram.
Onkur bankar uppá! Tað er Stóra Skrímsl. Hann vil altíð ráða, maksar á mínar myndir og nápar pengar. Fer hesin dagur at verða sum allir hinir - ella fer lítla skrímsl at tora at siga honum ímóti?
Hetta er uppgávuhefti til bókina Virkið.
Bókin er ein dokumentarfrásøgn frá flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september í 1970, tá 8 fólk doyðu. Vit fylgja ferðafólkunum og manningini, bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna.
Søgan hjá ungu Karini Blom um seg sjálva og margháttligu skyldfólk hennara. Ein heimur har hugflog og veruleiki renna saman í eind.
Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk.
Stjórnartilgongd
Klintrimús vil heldur syngja og spæla allan dagin enn arbeiða og henta nøtur.
Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt...
Við teldutøku orðabókini ber til at: Sláa einstøk orð upp - Leita eftir orðum, orðapørtum og setningum inni í greinum - Skriva egnar viðmerkingar til greinir - Sláa upp í orðabókini frá tekstviðgerðarforritum.
Inngangin skrivaði Hans J. Joensen
Kavi er, og Guðrun og Anna Sofía fáa træskoytur frá snikkaranum, men hægsta ynskið er at fáa ein sparkara. Anna Sofía hevur skjótt føðingardag, og genturnar eru ógvuliga spentar at vita, um hon fær ynskið uppfylt. Morgunin, hon fyllir, eru øll tíðliga á fótum og fara við pápanum út í hjallin, har hann hevur fjalt gávuna. Men tað verður eitt ræðuligt vónbrot, tí føðingardagsgávan er horvin.
Sterkar kenslur gera seg galdandi í savninum, sum er ognað vinkonu, ið doyði ung.
Tá lívsglaða 18 ára gamla Elina fær at vita, at hon hevur blóðkrabba, er tað trúgv hennara á Gud, ið gevur henni styrki.