Bókin Fjølmiðlar, ið leggur dentin á at greina tekstir, boð og samskifti, viðger allar dagsins miðlar. Við heimligum dømum verður lýstur tann týdningur, miðlarnir hava í okkara gerandisdegi og hvussu vit betur kunnu læra okkum at skilja og brúka teir
Havnin umleið ár 1900. Høvundurin lýsir tónleikarar, sum hann kendi frá sínum egna barndómi. Greitt verður frá trimum brøðrum, ið eru spælimenn. Teir royna at fóta sær í einum samfelagi, stýrt av peningagirnd og átrúnaðarligum ágangi.
Lena og Snar - Jákup hevur føðingardag - Óli og Tina fiska - Einsamøll við hús - Kaninirnar hjá Jóhan - Klóki Per
Krimisøga. Í Havn doyr ein útvarpsmaður fyri opnari mikrofon, og ein bankarænari beinir fyri sær. Hetta fær blaðmannin Hannis at vísa áhuga fyri einum prædikumanni og reiðara, sum hevur samband við italska brotsmannaheimin.
Um uppvøkstur og vaksna lív Salku Valku í lítlu útróðrarbygdini Ósoyrum við Akslarfjørð í eini tíð, tá nýggjar politiskar og sosialar hugsanir uttaneftir vinna fram millum bygdarfólkið.
Fornfrøðingar funnu í minsta lagi 19 húsatoftir eystaru megin Eiðisvatn niðanfyri Argisbrekku við útgrevsturin í 1985-87, og í ritgerðini leggur høvundurin nágreiniliga fornfrøðiligu úrslitini og ber fram próvgrundir fyri, at talan er um eitt ærgi.
10 sangir. Álendskir tónleikarar.
Úlvurin, sum Torak kom fram á í fyrstu bókini, gjørdist úlvsbróðir hansara, og í hesari er hann rændur av óndum sálarátarum. Torak og Renn noyðast at seta lívið í vága fyri at bjarga úlvi, og tey koma nærri óndskapinum enn nakrantíð áður.
Heitt og kalt, glað og kedd, skumpa og toga - lær um mótsetningar við Malju! Sera væl egnað til smæstu børnini. Sera litrík og lýsir væl, hvussu alt kann síggjast frá í hvussu er tveimum síðum. Bæði útsjónd, kenslur og náttúrufyribrigdi.
Beinið er ein stuttlig myndasøga um tveir hundar og eitt bein. Við myndum har ein lítil broyting í t.d. eygum ella ein rørsla við halanum ger, at vit fáa varhugan av, hvussu øvundsjúkur annar hundurin er inn á beinið hjá hinum!
Til læraran er gjørd fløga við sangunum úr lesibókini. Á fløguni eru 14 sangir, ið børn og vaksin syngja. M.a. løg sum My Bonnie, Auld Lang Syne og Away in a manger. Fløgan er ætlað lærarum sum ein hjálp til at syngja enskar sangir við flokkinum.
11 sangir, m.a. Viðurkenning, Fram á hermótið, Lúrarin og Havsins ríkið.
Savnið er býtt upp í tríggjar partar - Innansjónir, Líkindi og Sindr. Yrkingarnar eru heimspekiligar hugmyndir, ið verða lýstar bæði speiskliga, skemtiliga, hugvekjandi og romantiskt. Spegilsmyndir er annað yrkingasavnið hjá rithøvundanum.