Vælumtókta kateringkvinnan Oddvør Skarðhamar, ið er kend fyri at gera góðan og spennandi mat til veitslur, móttøkur og blaðið Kvinnu, hevur latið sína fyrstu kókibók úr hondum. Í bókini eru uppskriftir til dessertir, køkur og onnur bakisløg.
Útgangsstøðið er felags tilfar, sum er ein lýsing av, hvat lesandi á fyrsta lestrarári halda vera serliga truplar uppgávur, og hvat ið tey halda, at tey megnaðu væl. 114 læraralesandi av læraraskúlunum í Íslandi, Svøríki, Noregi og Føroyum taka lut.
Myndabók um mannarættindi í myndum, sum er ætlað børnum. Allar 30 greinirnar í heimsyvirlýsingini verða lýstar í myndum. Altjóða viðurkend listarfólk hava teknað, og hvør grein verður á henda hátt søgd børnum á ein einfaldan og lættskildan hátt.
Til minsta barnið. Ein fitt pappbók um at veittra til dýrini. einfaldar tekningar og spegil aftast, so barnið eisini kann veittra til sín sjálvs.
Onnur bókin er í høvðusheitum um Vágsbotnshandilin 1768-1793, kongliga handilin frá umleið 1790 til 1816, skansaverkið, hospitals- og heilsuviðurskifti, kirkjurnar, skúlarnar í Havn, og hvussu Havnin veksur og mennist fram til umleið 1816.
Frásagnir og samtíðarlýsingar av Havnini, fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini, ting- og rættarviðurskifti, bóndagarðin Húsagarð og vinnur hjá havnarfólki, einahandilin fram til umleið 1790 og staðarnøvn innan- og uttangarðs í Havnini.
Søga fyri ung. Anja býr á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin verður hon burturflutt og seld til Moskva sum biddaratrælur.
Blinkstra, blunka, venda og snara er eitt nú um djór, sum duga at flyta oyruni og veittra við teimum.
So býttur eri eg ikki er um Jónas, sum hevur fingið nýggja lesibók, men ein dagin hann skal lesa í henni, er hon burtur.
Leið meg, Samira er um Nadim, sum er komin til Danmarkar úr einum øðrum landi. Hann torir ikki í skúla einsamallur, tí hann er bangin fyri at villast, og so ræðist hann eisini bilarnar, fullar menn, stóru hundarnar og stóru dreingirnar.
Húsini í súreplagarðinum er um Katlu og Stinu, sum halda, at tey stóru, myrku húsini í tí óruddiliga garðinum eru ógvuliga óhugnalig. Og tá ið tær síggja ein skugga flyta seg inni í garðinum, vita tær ikki hvat tær skulu gera.
Søgan er um Turbo. Í veruleikanum eitur hann Búi, men eingin sigur tað. Viðhvørt fer hann ein skjótari veg í skúla - framvið eitt spøkilsishús. Og einaferð sær hann eitt spøkilsi.
Snýs, njós, histi og hosti er sum bókarheitið sigur um at njósa, hosta og geispa. Øll njósa, tú og eg njósa, hundar, kettur, ross, skjaldbøkur, fuglar og giraffar. Summi njósa hart, meðan onnur njósa spakuliga. Men hví siga vit øll atju?
Í Útskoti er Torak foreldraleysur og einsamallur og flýggjar undan fólki, tí hann er dømdur at vera útskot. Øll hava rætt at taka hann av lívi, tí hann er vorðin yvirtikin av sálarátara, sum ger, at hann ikki kann vera saman við hinum.
Llítla skrímsl hjúklar um Stóra Skrímsl, sum liggur við skrímslasótt. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí Stóra Skrímsl grenjar og er ikki nøgdur við nakað. Hvussu leingi man lítla skrímsl orka knarrið?