Bókin er grundað á dagbók við frásøgn um ferðirnar hjá Ripley í tríatiárunum til fjarskotin støð um allan knøttin. Leitingin eftir skorpnaðum høvdum er sermerkt glitrandi bók full av lutum og lýsingum av einum løgnum og mangan óunniligum heimi.
Ein beinagrind, sum verður funnin í Hoyvíkstjørn er byrjanin til krimigátuna hjá Jógvani hesuferð. Jógvan Isaksen hevur pallsett eina krimisøgu í okkara heimliga umhvørvi, sum er á hædd við tað frægasta, sum annars verður skrivað í hesari sjangruni.
Mín jólabók er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Allar søgurnar eru nýskrivaðar og vakurt myndprýddar.Jólabókin er eisini full av hugskotum um ymiskt, sum kann gerast til jóla, har er bæði at baka og binda, klippa og líma.Uppgávur eru eru eisini í bókini m.a. krossorð og sudoku.Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Á sumri í 1997 lendir Jennifer Henke í Vágum. Við sær hevur hon ein seðil, við nøkrum fáum nøvnum á familjuni í Føroyum. Hon vónar hetta fer at hjálpa henni at finna familjuna hjá pápa hennara, ið sum ungur maður, fór til skips og ongantíð kom aftur.
Nýggju bók sína hevur Tóroddur Poulsen ognað øllum teimum, sum onki skilja. Ferðin aftur í tíðina gongur bæði til Havnar og Keypmannahavnar, í eini frásøgn, sum er á tremur av stuttligum og neyvum myndum av persónum og hendingum.
Leon Andreassen lýsir bygdina hús fyri hús og býling fyri býling. Í bókini greiðir hann frá ognarviðurskiftum og gørðum í gomlu bygdini. Eisini sigur hann frá tilflytarum gjøgnum tíðirnar umframt at bókin hevur eitt yvirlit yvir fólkið í bygdini.
Triðja fløgan hjá Stanley Samuelsen. Songtekstirnir eru frá einum 150-ára tíðarskeiði.
Veðurlæra er fyrst og fremst ætlað at verða nýtt í undirvísing, men eisini kann verða hent bók hjá øðrum, ið hava áhuga í veðurfrøði.
Samansett av vøkrum og kenslubornum tekstum, har høvundurin við gløggskyggni tekst við grundleggjandi spurningar í tilveruni. Hon setur orð á upplivingar og kenslur, sum vit øll kenna sum menniskju, og hon setur tær í perspektiv.
Føroyskur dansur við Danisfelagnum í Havn. Kvæðini eru: Jalgríms kvæði, Ormurin Langi, Burman holder i fjeldet ud, Gongu-Rolvs kvæði, Tróndar kvæði, Hin føroyski dansurin.
84 bakiuppskriftir til m.a. lagkøkur, rullukøkur, desertir, ísar, smákøkur og bakstur úr gerdeiggi.
Matuppskriftir til soltnan og heilsugóðan mat, og sum hóska til teirra, ið hava diabetes, hjartasjúkur og æðrakálking.
Nýggjar og spennandi uppskriftur við meira fjøltáttaðum rávøruúrvali. Bókin hevur uppskriftir uppá hvussu tú á ein einfaldan hátt kannst gera mat, sum bæði er lættur og leskiligur. Talan er um soltnan og heilsugóðan mat.
Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum
Umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum ringir til Hannis og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin kemur til Føroyar fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum.