Identity er fyrsta bókin um listina hjá “amerikanska” føroyingum og listamanninum, Joel Cole. Bókin lýsir hansara listarliga arbeiði og menning gjøgnum tíðina. Hann viðgerð margbroytta lívið hjá menniskjanum, granskar háttin, hvussu vit síggja okkum sjálvi, hvussu onnur síggja okkum, og hvussu vit sameina munirnar. Listin hjá Joel Cole er samansett av millum annað timbri úr heimstaði hansara, Minnesota River Valley. Bókin er skrivað bæði á føroyskum og á enskum.
Í tíðarskeiðinum februar-juni 2022 hevði Listasavn Føroya serframsýningina “Landslagið í broyting” við listaverkum eftir heili 28 føroysk listafólk. Í bókini, eins og í framsýningini, verður dentur lagdur á stóra leiklutin, sum landslagið sum myndevni hevur í føroyskari list, og hvussu endurgevingarnar av landslagnum hava broytt seg gjøgnum tíðirnar.
Bókin snýr seg um at ganga, oftani í lendinum kring Havnina og á Suðurstreymoynni, har høvundurin býr. Hon endurvitjar grótbrot, Húsahaga, ið er eitt tyrvingarpláss fyri allan høvuðsstaðin. Bókin er fylt við stillum og sansandi fotomyndum av t.d. lendinum og skipanum og strukturum við grótbrotum og byrgingum. Hon siterar Andrei Tarkovsky: ”men vit ganga ikki beint fram her. Vit ganga ein umveg”. Hon skrivar um seg sjálva, men eisini um pápa sín.
Konsertin er løtan við opnum sonsum og røttum hýri. Løtan, tá ið tú upplivir samrunan millum tónleik og tekst. Tá ið hon er av, rekur hon í huganum. Og tá ið stundir eru, kann tað henda, at onkur fær hug at rógva aftur á tekstin, aftur á nótarnar. Kanska vilja vit vita eitt sindur meira um tankarnar, sum búgva undir verkinum.
Katalog ið er útgivið í samband við framsýningina Havið á Listasavni Føroya í 2020. Listaframsýningin Havið á Listasavni Føroya er ein fjøltáttað framsýning, sum avmyndar havið á alskyns hátt. Her eru listaverk av mongu sjóvarstrondunum, innsiglingunum, víðopnum havi og fiskiskapi í Føroyum.
Tita Vinther er eitt sermerkt norðurlendskt listafólk, stak modernað við rótum í føroyskari fólkalist. Hon hevur gjørt royndir við myndevnum, kompositión og tilfari. Útgangsstøðið fyri hennara listaliga arbeiði hevur verið ull, síðan fór hon at brúka rossatagl, menniskjahár, kopartráð, og ferniseraðar syllur og hevur vovið frítthangandi skulpturar og stórfingnar installasjónir við djørvum samansetingum av ymiskum náttúrutilfari.
Katalog ið er útgivið í samband við framsýningina Svart-hvítur gandur á Listasavni Føroya í 2019. Elinborg Lützen er fyrsti grafikari í Føroyum. Og tann størsti. Elinborg Lützen er fødd í 1919 og hoyrir til tað fyrsta ættarliðið av føroyskum listafólkum.
Vegghamar arbeiðir einsamallur sum listamaður. Hann málar heilt í egnari verð uttan at hyggja um seg, til onnur samtíðarlistafólk í Føroyum. Hjá Vegghamar finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi.
Astri Luihn arbeiðir bæði við abstraktum og figurativum formmáli. Her Lýsa innihald og úttrykk í myndakompositiónunum av organiskari rútmu, einfeldi, onkrum sansaligum og sorgblíðum, sum plaga at verða tulkað sum sereyðkenni í norðurlendskari fagurfrøði, og sum samstundis stuðla tematiska innihaldinum í myndunum.