Stakkar
320,00 kr.
Rithøvundur: Ingi Joensen
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Stakkar
Frágreiðing:
Evni:
Forlag: INGI JOENSEN
Útgávuár: 2026
Síður: 97
Myndir: Ja
Bókaklubba: Nei
ISBN: 978-99918-3-899-1
- Vørulýsing
Vørulýsing
Summarið 1982 var eg við sumbingum í bjørgunum vestan fyri Sumba. Teir fóru eftir lundapisu og fleygaðu lunda, ímeðan eg hevði myndatólið á økslini og ein bandupptakara við mær, sum eg hevði lænt frá Kringvarpinum.
Eg fór við sum myndamaður og eisini at uppliva hesu bergtakandi, føroysku siðvenju.
Endamálið var eisini goyma ljóðini. Rópini, vindin, brimið og orðini, sum hoyrdu hesum degnum til.
Úr hesum tilfari varð seinni gjørd ein ljósmyndaframsýning, har myndirnar vórðu settar saman við upptøkum úr bjørgunum og tónleiki, sum Johannus á Rógvi skrivaði serliga til framsýningina. Hon varð sýnd í Listasavni Føroya.
Nú, meira enn fjøruti ár seinni, fáa fleiri av hesum myndunum nýtt lív í bókini Stakkar.
Hetta er ein frásøgn um eitt stað, eina siðvenju og eina tíð, tá lívið í bjørgunum var ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Men allar fyrst, er hetta ein myndafrásøgn um menniskju – um arbeiði, felagsskapog virðing fyri náttúruni.
Stakkar er ein afturvending til ein dag, sum enn livir í myndunum.






