Skaldsøgan Hvør var Nimrod? fer fram í Havnini, har tað verður lagt mitt í vaðið við einum ferðsluóhappi á Vaglinum, har ein ung kvinna doyr.
Tá tvey ung bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum.
Nakrir føroyskir sjómenn siga frá persónligum og serstøkum upplivingum á sjónum. Summar av hendingunum eru so persónligar, at hvørki konan, manningin ella reiðaríðið frættu um tær.
Fimta árið hjá Harry Potter í Hogwarts gerst hvørki lætt ella gott.
25 fólk siga frá, hvussu var at vera ungur undir 2. heimsbardaga og um hvussu kríggið ávirkaði ungdómslívið og gerandisdagin.
Sámuelsbók - Kongabók - Krýnikubók - Ezra - Nehemia - Esterarbók
Skammarin hevur tær gávur, at fólk, ið hyggja í eyguni á henni, kunnu ikki lúgva um, hvat tey hava gjørt. Dina hevur arvað hesar eginleikar.
Georg er 15 ár. Ein dagin finnur hann eitt bræv frá deyða pápa sínum. Í brævinum skrivar pápin um kærleikan til lívið, um leitanina eftir tí gátuføru appilsingentuni og um áhuga sín fyri alheiminum og stjørnufrøði.
Søga um lívið hjá tí blinda Louis Braille, um uppfinning hansara av prikkastavraðnum og um áhaldandi virki hansara at bøta um atgongd teirra blindu til bókmentir.
Eitt vikuskifti í lívinum hjá Niklasi, ið gongur í framhaldsdeildini í einum skúla í Havn.
Frálæra í føroyskum.
Bókin er savn við 20 tekstum frá føroyingum, ið skriva um, hvussu tað er at liva við krabbameini.Felagsnevnarin er ikki bara krabbameinið, men eisini lívsgleði, lívsvilji og lívsjáttan.
Í bókini eru uml. 200 matuppskriftir.
Ein 7 ára gamal smádrongur, sum av tilvild er til staðar á einum heksaaðalfundi, verður umskapaður til eina mús. Men klóka omma hansara hjálpir honum at fáa í lag eina hevndarætlan, sum skal forkoma øllum heksum í heiminum.
Søgulig skaldsøga. Sebastians hús fevnir frá 1890'unum til 1950'ini og sigur frá lívi og lagnu hjá teimum, sum eru knýtt at húsunum á Skálatrøð.
17 konur siga frá lívi sínum og tí dramatiska gerandisdegnum undir øðrum heimsbardaga.