Kuffi er sera sjáldsamur fiskur, ið svimur í Suðurhøvum, ein kuffertfiskur. Ein dagin hendir sonn vanlukka fyri kuffertfiskaættina, ið næstan verður avoydd. Nú eru góð ráð dýr, men lukkutíð veit Mekuffalem gamli hyggjuráðini.
Tað er morgunin, tá ið heystingin skal vera, sum skal seta tíggjundu hungursleikirnar í gongd. Í Capitol ger 18 ára gamli Coriolanus Snow seg til reiðar at verða vegleiðari í leikunum. Tann einaferð so mæta Snow-ættin hevur mist sína tignarstøðu,
Bókin er sætta krimisøgan um William Hammer og Skansadeildina. Úr bókini: Eg legði tveir fingrar á hálspulsæðrina á Wang Tao. Har var einki. Tann kinesiski maðurin var deyður. Hann lá hvítklæddur fram eftir rommum, og har var einki at síggja á bakinum ella aftantil á høvdinum. Hóast eg visti, at Kriminaldeildin fór at øsa seg upp um tað, so stakk eg hendurnar inn undir kroppin og koppaði honum á. Eyguni vóru víðopin og somuleiðis muðurin, men annars sá alt út, sum tað átti.
Hetta er ljóðmynd gjørd burtur úr bókarøðini Gamlar Gøtur eftir Jóhonnu Mariu Skylv Hansen. Malan Marnersdóttir, Eyðun Johannessen og Laura Joensen evnaðu Gamlar gøtur til leik í sambandi við 100 ára haldið fyri jólafundin í 1888. Upplesturin tók Laura Joensen sær av. Tónleik og ljóð hevur Sunleif Rasmussen staðið fyri. Nornulagið er eftir Jóhannu Mariu Skylv Hansen. Og tónleikarar vóru Sunleif Rasmussen og næmingar á Musikkskúlanum í 1988.
Í hesi hugtakandi skaldsøguni um gøtubørn varnast Sandala og Martin hvønn týdning, vinarlag og samanhald hava, og at dreymar búgva allastaðni. Skaldsøgan sigur eina hjartanemandi søgu um, hvussu børn noyðast at lívbjarga sær. Tey noyðast at selja kropp sín, at stjala og mong eru noydd at sniffa lakk fyri at kunna halda kenslunum burturi, sum eru so tyngjandi fyri sinnið.
Sætta árið hjá Harry Potter í Hogwarts, fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum.
Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi. Í Hogwarts er ein loyndarfull kapping í gongd. Brátt snýr alt seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg.
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
"Tað er eingin orsøk at liva sum fátækafólk, um tú hevur ráð at liva sum greivi," helt Guðrun fyri. Skaldsøga Húsfrúgin í Húsavík byggir lutvíst á hugflog og lutvíst á skjøl, eitt nú Húsavíkarbrøvini, frá 14. og 15. øld.